eftir skurðviðgerðina. Alt gekk sum tað skuldi og nú er tað endurvenjing komandi mánaðirnar. Takk til øll, sum við boðum og øðrum hava víst sín stuðul. Tað hevur stóran týdning, skrivar Brandur Hendriksson [...] Brandur Hendrikson Olsen við Amtsavisen í Randers. Tað er óvist nær Brandur Hendriksson Olsen spælir aftur, men vanligt við slíkum skaða er, at talan er um meginpartin av einum ári. [...] Randers frá hendingini, sum hendi uttan nakran samanstoyd. - Eg hoyrdi eitt klikk. Tað bendir á, at tað er okkurt í liðbandinum, men nú skal eg skannast tá vit koma heim. So fáa vit at síggja hvussu tað sær
Føroya størsta arbeiðarafelag er eins ill inn á Tjóðveldisflokkin, sum Karl Johansen. Kanska er hon illari. Tí hon sigur, bæði fólkaræði og rættartrygd eisini eru sett til viks í føroyska samfelagnum í [...] hennara tykki, er tað fullveldisætlanin, ið hevur skuldina. ? Eg vóni, at fólk fáa eyguni upp fyri, at Tjóðveldisflokkurin als ikki er arbeiðaranna vinur, men bert hevur eittans endamál, og tað er at fáa fullveldi [...] samfelagnum, og vísir hon á, at onnur fakfeløg í landinum - eisini hjá alment løntum - veita henni fullan stuðul.
treyt, sum vit seta, er at tað skal geva avkast, sigur Bjarni Olsen. Tøkniliga er einki til hindurs fyri, at bankin kann veita eina tænastu til útoyggj og onnur, og at óneyðugt er við Eik-deildum á hvørjum [...] mugu uppfylla. Okkara endamál er jú at vágin hjá okkum skal kunna avmarkast. - Tess størri vágin er, tess størri er kravið til trygdina, sigur Bjarni Olsen, og vísir til, at fáar verkætlanir á útoyggj [...] ferðasambandið er, tess truplari er at fáa vinnuligt virksemi at bera seg! Stuðul sum sovipúta Skal ein fara undir virksemi á útoyggj er neyðugt at fáa lán og helst eisini almennan stuðul. Júst hetta við
tina. Hetta er galdandi fyri bæði einstaklingaítrótt og liðítrótt. Kanningar í 2008 mettu, at samfelagsvirðið í krónum og oyrum er omanfyri 46 milliónir krónur um árið. Játtanin til ÍSF er umleið 7 milliónir [...] milliónir um árið. ÍSF vísur á, at játtanin er ikki nøktandi. Løgtingið eigur at taka áheitanina til eftirtektar og játta ítróttini eina hóskandi upphædd, sum er í javnvág við dagsins veruleika. Somuleiðis [...] Ítróttin er samstarvselvandi og fremjandi fyri fólkaheilsuna. Tjóðveldi stuðlar tí stóra sjálvbodna arbeiðinum, sum er innan ítrótt. Ólønta arbeiðið kring landið hevur ómetaligan týdning fyri trivnaðin
turbo á ta margháttligu innanhýsis andstøðuna. Edmund sigur, at javnaðurin vil loysing; Jóannes er í andstøðu til sína egnu handfaring av bankunum. Landsstýrisfólk kæra hvørt annað fyri at flyta stovnar uttan [...] staðfesta tí, at nyttuleyst og ábyrgdarleyst er at gera semju við sitandi samgongu um týðandi mál, tá ið staðfestast kann, at gjørdar semjur við samgonguna um til dømis stjórnarskipan og átøk á uttanríkispolitiska [...] sannførd um, at neyðugt er við reformun á so mongum økjum, harímillum á kommunuøkinum og skúlaøkinum, sum innara andstøðan í samgonguni longu hevur beint fyri. Men nú drotningarvitjanin er farin afturum, og
Heilbrigdi á Velbastað arbeiðir við at stovna eitt serligt tilboð til misbrúkarar, sum hava verið til viðgerar. Í hesum sambandi er ætlanin at fáa eitt hús, tey kalla eitt ávegishús, sum skal vera ein [...] an stuðul og ætlanin er, at kommunurnar skulu stuðla eftir fólkatalinum. Tey á Heilbrigdi siga, at eru ikki allar kommunurnar við, verður tað tilsvarandi dýrari hjá teimum, sum eru við. Ætlanin er, at [...] ímillum viðgerarstovnin á Velbastað og eitt vanligt lív. Hetta er eitt slag av fyribilsbústaði har tey eru saman við øðrum misnýtarum til tey hava f fótað sær aftur og fáa sín egna bústað. Í hesum sambandi
brekað, og krevur hetta, at ein høll er til taks. Í umsóknini verður eisini víst á, at oman á felagshølunum verða 160 fermetrar til taks, ið býráðið kann nýta til barnaansing. Hendan spurningin hevur [...] Føroyskum Íslandsrossafelag við knappari millión til at byggja eina ríðihøll og felagshøli fyri í Havnadali. Sjálv ríðihøllin skal vera 1.150 fermetrar til víddar. Síðani skal høllin eisini umfata eitt [...] somuleiðis sum 160 fermetrar verða tøkir oman á felagshølunum. Rossafelagið sigur í umsókn síni til býráðið, at tað er avgjørt neyðugt við einari ríðihøll í Havnadali, tá hugsa verður um føroyska veðurlagið.
felagið, hvat tey søgdu til at fáa sama sáttmála sum fysioterapeutarnir. Gjørt varð eisini greitt, at eingin stuðul fór at verða veittur til sansamotoriskar venjingar, bara til fjølbrekað børn og børn [...] Tørvur er á báðum, men ilt er at skilja, hví tað almenna vil rinda minni fyri ergoterapi enn fysioterapi. Og hví er neyðugt hjá einari mammu at einum fjølbrekaðum barnið í koyristóli at renna til lækna [...] privatir, sjálvir meta um tørvin, sum børnini hava á ergoterapi. Eingin er komin til hennara uttan ávísing frá lækna. Nakað annað er, at bara terapeutar hava vitan at kanna børn fyri SI- trupulleikar. Heldur
hevur verið tað besta til gulllaksaveiði. Tey seks skipini, sum hava verið á hesi veiði í tíðarskeiðinum frá apríl til endan av september, hava havt rættiliga góðan fiskiskap. Enn er ikki endaliga gjørt [...] gulllaksastovnurin er ein stovnur fyri seg, og síðan er føroyski stovnur partur av norðuratlantiska gulllaksastovninum. Lise sigur, at áðrenn nakað kann sigast við vissu um hetta, er neyðugt at gera genetiskar [...] gjørt upp, hvussu stór samlaða veiðan hevur verið, men hugsandi er, at hon helst liggur millum 22.000 og 25.000 tons. Tað er, eftir hvat Lise H. Ofstad, havlívfrøðingur heldur, í yvirkanti av tí sum kann rópast
svarið var tað sama, sum tað er nú, at vit mugu bíða og vita, hvussu gongdin fer at vera, sigur Jákup Egholm Hansen. ? Trupulleikin er bara, at flotin er so illa fyri nú, at tað er neyðugt við eini kreppuloysn [...] vinnan klárar ikki kreppuna einsamøll. ? Vinnan skal klára seg uttan stuðul, men veruleikin er ikki svartur og hvítur. Rækjuflotin er í kreppu og fær hann ikki hjálp beinanvegin, so verður galið innan stutta [...] at prísurin fyri hesar rækjur er nógv lægri, enn hann plagdi at vera. Tað sama er galdandi fyri kókaðar rækjur. Bæði tær smærru rækjurnar, sum vanliga verða seldar til Kina, og tær størru, sum verða seldar