altíð ringja og fáa góð ráð, ella bara eitt skemtingarsamt prát um tær ymisku upplivingar, ið komu á leiðini. Saknurin er stórur, nú tú ikki ert millum okkara meira, eitt tómrúm, sum eingin kann fylla [...] við tær, somuleiðis tey góðu minni, ið eftir teg liggja. Ærað veri minnið um ommu mina við eini heilsan úr 1. Tessalonikubr. 4.13 »Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við
fleiri ferðir verið við eftir okkum, tá vit eru komin heim í feriu. Ja, tú offraði teg, sjálvt um heilsan hjá tær hevði betri av, at tú hvíldi teg. Tín 85 ára føðingardag, høvdu vit stóra gleði at halda [...] hættaði tær at koma til Kepmannahavnar, sjálvt um tú mangan hevði sagt, at tú ongantíð ætlaði tær aftur á flog við tín góða vilja ? man hevur eina meining inntil man hevur fingið eina aðra. Hetta eru alt u [...] verið, at hon kom at uppliva teg longri, men soleiðis vildi ikki til. Nú fer hon bert at minnast teg á tann hátt, sum vit koma at fortelja henni um teg. Tað er nógv gott at fortelja, so hon vil eisini fáa
Sama ár byrjaði so ein long yrkisleið á Dagblaðnum, har hann øll árini var ein av berandi kreftunum á redaktiónini, umframt at hann í eini tvey ár var blaðstjóri á blaðnum fyrst í 90-unum. Eitt skifti fór [...] svaraði hann stutt og greitt: Tá heilsan er góð! Nógv meira enn tað legði hann ikki í at tosa um seg sjálvan og sína støðu. Óla Jákup var føddur tann 27. mai í 1956 og vaks upp á Heimbø í Søldarfirði. Foreldrini [...] hann sum fáur, og honum lá á hjarta at røkja føroyska málið væl og virðiliga, samstundis sum hann var kønur í øðrum málum við, kanska serliga norðurlendskum málum og enskum. Á ráðhúsinum minnast vit hann
dagurin, ið vit báðir skuldu vera saman her á fold. Fyri okkum var klokkan 10 ein sunnumorgum ikki tann besta tíðin at fara undan fjaðrunum. Men nakað serligt var á vási. Klokkan 11.55 byrjaði ein fótbóltsdystur [...] til at »feira« úrslitið. Undarligt er at hugsa sær, at tá ið vit skiltust á kvøldi, at vit ikki aftur skuldu skifta orð her á fold. Eisini fer tað at kennast løgið at fara í Gundadal til dystirnar hjá [...] Við hesu fáu og fátæku orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mín góða vin, Høgna á Borg. Hallur PS: Høgni! B36 vann 2-0 á KÍ leygardagin, ikki so gali ha? Helt at eg skuldi siga tær tað ;) Vit síggjast
65 ára gomul. Hon flutti til Havnar sum ung, nam sær útbúgving og arbeiddi sum læknaskrivari í 28 ár á Landssjúkrahúsinum. Síðan flutti hon til Danmarkar, har hon og Brandur búðu í 3 ár. Tey komu síðan heim [...] styrki til at liva víðari. Eg vil hervið lýsa frið yvir mína elskaðu systir. Fuglafjørður 31. august Heilsan Tórhallur
tær. At tú komst at uppliva so nógv gott, hóast heilsan til seinast bilaði. Minnist væl, tá tú ikki orkaði so væl at ganga, tú segði, at tú ikki kundi fara á møti við skutara, tí so fóru øll at flenna. Men [...] Men tú var áhaldandi, tú gekk trúliga í kirkju og á møti hvønn sunnudag, og um tú ikki var, spurdu tey eftir tær, tí har átti tú ar vera. Tú sang eisini við Húsakorinum, men orkaði ikki so væl at syngja [...] syngja, so tað bleiv stutt tíð har. Hvørja fer vit fóru suður á Blákross Caféina at syngja, var tú við; sum áhoyrari til seinast. Tú dámdi væl sang. Bert eina viku áðrenn tú andaðist, segði eg við Vibeku, at
tað enska orðið fyri »Vestara áarbakka« og hví «at kunna« ikki hevði nakran navnhátt á enskum. Tú las bøkur so sum »Á skatturin, skatturin« og »Dávur í Tjørnuvík«. Tú var sera opin og segði alt akkurát [...] aldri at gloyma teg. Takk fyri alt. Sov gott, elskaði eingil, til vit síggjast aftur. Vit elska teg. Heilsan Turið, Nora Maria, Vár, Sissal og Hanna I'm sorry for all the words I'm sorry for all the words I
spakuliga uttan veruliga at vita hvat var áfatt, men aftan á nýggjár gekk ómetaliga skjótt niður á bakka. Seinastu ferð eg var inni á gólvinum hjá tær inni á Gøtu, og vit báðir vóru eina í húsi, gekk tú illa um [...] pápa og systir okkara, sótu hjá mammu, tá hon sløkknaði heima á Hvarvinum ólavsøkuaftan fyri fjúrtan árum síðan og eg nakrar mánar seinni feldi á blað míni fyrstu og til í dag einastu minningarorð nakrantíð [...] hesa seinastu heilsan til tín: “Undarligt er at vera burtur aftur heiman, uttan at hava teg mín kæra elskaða bróður at ringja til og práta við”. Vanliga tosaðu vit saman í telefon ella á Skype upp til
dag njóta gott av. Í meðan eg siti og skrivi hesar linjur her á smoltstøðini, fella eygu míni á eitt slitið ark, sum hongur á vegginum, á tí stendur skrivað “Stúrið ongum fyri, nei latið í øllum tað, sum [...] teimum, sum gekk á odda fyri at fáa Eysturoyar Røktar- & Ellisheim sett á stovn. Sum ungur vart tú virkin í losjuni, og í fleiri ár vart tú degnur í Glyvra kirkju. Frammanfyri mær her á telduni á smoltstøðini [...] festi tú magisk orð á blað, sum fekk lesaran at undrast. Krúnan á tí skrivaða av verkum tínum, man seinasta føðingardagheilsanin til tína elskaðu vera, har tú við einum fingri á I-pad á deyðastrá, festi tólv
ýlir vilt, og bylgjan blá Á havinum, sum fyrr var stilt, Seg reisir há, Og neyð og vandi hótta meg Á trongu leið, Eg minnast vil: Her havi eg Mín búðstað ei. 4. Mítt føðiland er ei á fold, Men uppi har; Tí [...] ein miðdepil fyri forbøn og ákallan á Guð um linna og grøðing. Ólasa stutta lív hevur sett okkara lív í »relief« og vit hava hvør og ein fingið nakað at grunda á fyri Gudi. Hóast brekaður í eygum menniskjans [...] teg og fylgja tær Á míni ferð, Til Hann skal skyggja bjart um fjøll, Hin lívsins sól, Og savna síni egnu øll Umkring sín stól! S.G.F. Ærað verði minnið um lítla elskaða Óla. Heilsan mostir tín