mál um, at vit útbyggja okkara land, so tað so líðandi er ført til at átaka sær tær uppgávur, sum hoyra einum nýmótans samfelagi til. Tá menn rópa seg upp á loysing, so mugu teir eisini seta sær sum mál, [...] onkran, men til tess at vísa, hvussu spjaddir, vit løgtingsmenn enn standa í sjálvstýrisspurningum, so gav Fólkaflokkurin við tí radikala sálvstýrinum málinum eina ja-atkvøðu, sjálvt eftir landsfundin seinasta [...] spolitikk. Tað verður tikið niður í rúgvuna, og hesa ferð var kirkjan fyrst fyri. Høvuðsmálið, sum so, var ikki at kirkjan varð yvirtikin, men heldur at Tjóðveldisflokkurin gjørdi fólk varug við, at teir
endaði við javnleiki 16-16, og Neistin vann umdystin 5-2 og sostatt dystin 21-18. Kyndil var á odda 16-15, men í seinasta minutti javnaði Neistin til 16-16. Eitt sindur av tíð var eftir, og Kyndil fór í álop [...] seinasta lagi eina viku eftir, at hon er løgd fyri nevndina, t.e. mánadagin í næstu viku. Partarnir kunnu so kæra úrskurðin hjá kappingarnevndini til dómsnevndina, og eisini hetta skal gerast í seinasta lagi
í bólkinum 15-16 ár, Eyðálvur Johannesen og Martin Poulsen í bólkinum 13-14 ár, og Olaf Berg í bólkinum 11-12 ár. Hvørt Norðurland hevur rætt til at senda tveir luttakarar í hvønn bólkin, so útlit eru fyri [...] kapping seinastu árini, og í fjør fekk Olaf Berg bronsu í bólkinum undir 10 ár, men í ár skal hann so royna seg í eldri bólki. Annars eru tað í seinastuni fleiri ung, ið hava fingið áhuga fyri talvi á
enn er óvist nær tað verður. Bert løgmaður veit, og hann var ikki at hitta í gjár. Eftir hvat skilst, so hevur Landsstýrið, danska stjórnin og Fíggingargrunnurin játtað at leingja fyrningarfreistina, men [...] fellur málið burtur, og føroyingar fáa einki endurgjald haðani. Ætlanin var annars, at krevja umleið 1,5 miá. krónur í endurgjaldi..
Forsøgan Tað byrjaði annars so væl. Allir flokkar og allir løgtingslimir tyktust hava fatað, at ein møgulig føroysk oljuframtíð var eitt so stórt álvarsmál, at her mátti ikki farast fram eftir fummum. [...] virðing millum útlendsk oljufeløg og myndugleikar. Við hvørt hevur verið funnist at, at tað hevur gingið so spakuliga, men eingin hevur enn kunnað funnist at innihaldinum. Um allan heim eru mong dømi um sam [...] arbeiðshátturin, sum valdur var í Føroyum, virðing. Her var skilvísi og skynsemi valt at tryggja eina so avbalanseraða uppbygging av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum, sum til bar. Nýggj kolvetnisstevna
KFUM-skótunum er tann árliga lutaseðlasølan, ið byrjar 24. februar. Selt verður einans í fýra vikur, so tað ræður um at bera skjótt at. Lutaseðilin í ár verður ikki sum hini árini; tú sær beinanvegin, um [...] gávukort frá Føroya Keypsamtøku kring alt landið. Virðið á gávukortunum liggur millum 200 kr og 5000 kr. 15.000 seðlar eru prentaðir, og 157 vinningar eru, t.v.s. at meira enn ein av hvørjum 100 seðlum vinnur
vóru eftir, var støðan javnleikur 20-20, men so gjørdi Ingi Olsen trý mál, og so var sloppið hjá VÍF. Tá Ingi skoraði til 21-20, fingu strandingar knappliga so nógvan skund at fara fram at javna, at teir [...] á 11-10. Men strandingar komu ikki í gongd í seinna hálvleiki, og VÍF tók seg framum 15-12 og seinni 18-14. Men so svaraði heimaliðið aftur, og tá tveir minuttir vóru eftir, var støðan sum sagt 20-20. [...] teir tvær ferðir blakaðu bóltin burtur til Inga, sum so einsamallur kundi fara fram og økja til 22-20 og 23-20. Áðrenn tað høvdu liðini skiftst um leiðsluna. Strandingar komu betur frá byrjan. Teir royndu
í ársins songrødd og at enda Spice Power skuldu á pallin at undirhalda. Sum við so nógvum øðrum tiltøkum her á landi, so noyddist man at bíða í rúma tíð, áðrenn tað fór nakað fram á pallinum. Eftir at [...] fylla høllin nóg væl. Haldi tó ikki at áskoðarnir løgdu hetta til merkis, ið hvussu so er ikki mannfólkini. Teir vóru so hugtiknir av hesum ungu gentunum og teirra eggjandi kroppum, ið dansaðu við eggjandi [...] og tað vísti seg, at hetta var sera vælumtókt millum tey ungu. Tey 15 til 18 ára gomlu hava einki diskotek, sum tey kunnu fara í, so tað er heilt sjáldan, at tey sleppa at dansa til tann nýggjasta, da
spøl eru millum tey fyrstu og mest seldu telduspølini. Flight Simulator hjá Microsoft hevur í skjótt 15 ár verið einaráðandi í luftini, men nú roynir Sierra við eftirgerðini Pro Pilot at bjóða teimum av [...] radiosambandi og navigatión til flogvøllir og landsløg eru gjørd í minstu smálutum. Tey bestu spølini fara so í smálutir, at tey kunnu nýtast í undirvísingini á byrjunarstøði til flúgving. Vakurt design Pro Pilot [...] ígjøgnum alt hetta økist kenslan av at sita í einum stýrhúsi á einum flúgvara, men tað tekur tíð at koma so langt. Framferðarhátturin stendur ikki í manualinum, men í einum lista, sum ein væl at merkja ikki
sum hevur 24. Og Havnin 2 hevur 23 stig, so her eru trý lið, sum stríðast um at flyta upp í 1. deild. Toftamenn, sum í løtuni hava júst sama lið sum fyri 15-20 árum síðani (Jens Christian Hansen, Helgi [...] sum hevur ein teoretiskan møguleika fyri at koma upp á sama stigatal sum oddaliðið. Men tað krevur so, at klaksvíkingar vinna øll fýra talvini móti júst kollfirðingum, sum teir telva ímóti komandi leygardag [...] sum hevur verið sera stinnur á 1. borði hjá klaksvíkingum, ikki fær verið við leygardagin, og tað má so metast at vera ein smeitur fyri bæði klaksvíkingar og ikki minst havnarmenn, sum vóna, at Klaksvík