Eitt av fyrstu felags átøkunum hjá nýggja býráðnum í Tvøroyrar kommunu var ein vitjan á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta var ein kunningarfundur, har sjúkrahússtjórin, Ronnie Midjord, fekk høvi at heilsa upp [...] kommunustýrislimirnar og greiða teimum frá bygninginum og virkseminum. Tað veit heimasíðan hjá Tvøroyrar kommunu at siga í dag. - Suðuroyar Sjúkrahús er eitt tað størsta arbeiðsplássið í Suðuroy. Her eru [...] eisini høvið at spyrja um ymiskt, sum teimum lá á hjarta, og hetta var sambært heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu ein sera konstruktivur fundur. Á heimasíðuni verður staðfest, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur
Tvøroyrar býráð samtykti á býráðsfundi í gjár fíggjarætlanina fyri 2017, sum javnvigar við 84,266 miljónum krónum. Skattaprosentið lækkar komandi ár við 0,55 prosentum - úr 22,45 niður í 21.90 prosent [...] av partafelagsskatti eru mettar til 1,5 miljónir krónur - ella tilsamans 56,6 miljónir krónur. Tvøroyrar býráð vísir á, at inntøkurnar samanlagt komandi ár - íroknað afturbering fyri eldraøkið - eru mettar [...] krónur. Soleiðis verður avlopið í rakstrinum væntandi 8,9 miljónir krónur. Høvuðsíløgurnar hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru settar til 16,438 miljónir krónur, og fevna tær um hesi øki: Fyrisiting (300
Articon, sum kemur at gera arbeiði. Sosialurin skrivar í dag, at skotbráið er ov stutt til, at Tvøroyrar kommuna kann hava djúphavnina lidna longu í summar, og tí hevur felagið N.J. Mortensen tikið um [...] men sigur, at talan er um nógvar miljónir krónur. Í samrøðu við Sosialin tekur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, væl ímóti ætlanini. - Tað er ikki annað enn at fegnast um, at vit hava [...] her á staðnum, sum eru sinnað at átaka sær eina uppgávu sum hesa, sigur hann. Eftir ætlan skal Tvøroyrar kommuna seinni yvirtaka djúphavnina frá N.J. Mortensen.
Vísandi til galdandi áseting í byggisamtykt fyri Tvøroyrar kommunu, § 29 Øki D “Havnarøki” stk. 4: Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera [...] Tvøroyri: skorstein við hædd á 60 metrar og goymslubrunnar “siloir” við hædd á 20 metrar. Hetta skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo. Almenna framløgan er á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegi 37, frá 5. - 19 [...] uttan leygar- og sunnudag. Tilhoyrandi tekningar (PDF) kunna eisini síggjast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar Kommunu. Møgulig mótmæli móti uppskotinum og møgulig broytingaruppskot mugu verða kommunustýrinum
rógvari av Tvøroyri, hevir við bátsfeløgum sínum, kvalifisera seg til OL, sum verður í París í ár. Og Tvøroyrar kommuna ger burturúr hesum á heimasíðu síni. Einastandandi raska ítróttarkvinnan, Sára Maria Johansen [...] enn eina stóra striku undir, at hon hevur heilt serlig evnir, tá tað kemur til rógving, skrivar Tvøroyrar kommuna á tvk.fo. Í dagsins W8 finalu í Lusern í Sveis, megnaðu Sára og bátsfelagar hennara at rógva [...] heimstaðnum Tvøroyri. Sí grein um vitjanina her Greinar https://www.tvk.fo/content.asp?sid=5982&id=2 Tvøroyrar kommuna vil ynskja Sáru hjartaliga til lukku við fantastiska úrslitinum og allar bestu eydnu til
próvnum og alt tað besta framyvir. Tvøroyrar Kvøldskúli letur nú stafettina víðari, og verður tað Undirvísingarstýrið, sum fer at umsita málsøkið, skrivar Tvøroyrar Kvøld- og ungdómsskúli á sínum vanga [...] vanga á facebook, og har eru eisini fleiri myndir at síggja. Við hesum takkar Tvøroyrar Kvøldskúli og toymið fyri FSA Suðuroy við Majken S. Gaard og Jónu Christiansen, fyri árini við føroyskum sum annaðmál
meðan føroyameistarin frá í fjør fer beinleiðis í finaluna. Meistarin frá í fjør, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Biljardfelag, fer sostatt beinleiðis í finaluna. Hann er eisini ein av favorittunum til at endurvinna [...] tveimum bólkum við fýra spælarum í hvørjum. Tveir bólkar Í fyrra bólkinum eru Max Rasmussen úr Tvøroyrar Biljardfelag, Sonhard Johannessen úr Klaksvíkar Klubba, Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar Klubba og Njál [...] úr Klaksvíkar Klubba, Jan Müller úr Mimir, Bjarni Skaalum úr Havnar Klubba og Óli S. Joensen úr Tvøroyrar Biljardfelag. Allir spæla ímóti øllum í hvørjum bólki, og tveir teir fremstu fara víðari í hálv
Í Tvøroyrar kommunu vita tey at siga, at dagurin í dag var ein væleydnaður arbeiðs- og minningardagur í kirkjugarðinum undir Akurgerði. Tað var kommunan, sum eftir áheitan frá borgara skipaði fyri serstaka [...] hvussu nógv fólk komu saman í einum felagsskapi, har samhugi og virðing vóru berandi kreftirnar. Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at tá arbeiðið nærkaðist endanum, savnaðust øll til eina løtu við felagssangi [...] løta, har vit í felag steðgaðu á, hugleiddu aftur í tíð og mintust tey, sum eru farin, siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Tvøroyrar Kommuna skipar 28. juni fyri borgarafundi í skúlahøllini í Trongisvági. Orsøkin er stóri eldsbrunin á Varðanum Pelagic. Umboð fyri Tvøroyrar Kommunu, Suðuroyar Sjúkrahús, Varðan Pelagic, løgreglu
Kristin Michelsen, borgarstjóri, Tvøroyrar býráð ----- Tvøroyrar býráð avsannar tíðindini í Kringvarp Føroya kl. 18 í kvøld, har landsantikvarurin og nevndarlimurin í Fornminnisfelagnum Andras Mortensen