Lizzie hertók Danmark og flest allar danskar download listar uppá stutta tíð við lagnum »Ramt i Natten«. Og tað undrar meg ikki. Tað hevði heldur ikki undrað meg, um júst tað sama fer at henda við fleiri øðrum [...] framleiðsla hálar upp Tað er nú einaferð ógvuliga vanligt, at ein fløga hevur trý-fýra góð løg, meðan restin hevur lítið og einki uppá seg. Og tað er ræðuliga spell, tí hetta ger, at ein vøra, ið hevði [...] Lizzie skorar topp karakter fyri attitudu. Fyri at vera ein tjekkað popptøs við stílreinum úttrykki. Trupulleikin er, at fløgan sjálv ikki megnar at halda tað stílreina, ið Lizzie ger. Fløgan umboðar tveir
b-liðið kortini at dugur var í teimum. Til Mjølnir-kappingina fingu teir fleiri heilt óvæntað úrslit. Teir vunnu bæði á Fram og Fleyr og tað vísir, at teir hava tað í sær. So er bara at vóna at teir fáa tikið [...] settúrslitini gjørdust 15-6, 15-9 og 15-4. Úr Fuglafirði frætta vit, at tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at vinna dystin. A-liðið var nógv betri enn b-liðið og tað kemst av, at leikararnir á a-liðnum eru [...] teir hava lagt seg í oddin og tað ger ein ikki uttan at hava gott álopsspæl. Men hóast fuglfirðingar hava verið í oddinum í mong ár, so hava teir bert tað eina meistaraheitið at vísa á. Teir gjørdust meistarar
tosað saman um tað at vera valevni, og hevur hon ynskt Róa eitt gott val. - Fólk mugu sjálvandi sleppa at velja tað, sum tey vilja. Um mamma mín fer at velja systur sína, so má hon endiliga tað. - Men heilt [...] líðandi helt eg, at tað var altíð stuttligt at sleppa upp í part – at vera biðin sum valevni. - Eg voyt ikki. Onkur fekk so at enda lokkað meg til tað, og tja, so kann ein væl altíð royna tað. Tað mangla ung [...] ung fólk við politiskum áhuga, og tí havi eg nú hug at bjóða meg fram, sigur hann. Vinir hansara á Viðareiði og aðrastaðni hava sagt, at tað er í fínasta lagi at hann nú er stillaður upp. - Ja, eg vænti mær
ráðgevin. Og Judith var nærlagdi og miðvísi tekstskrivarin. Judith var livandi og virkin, nærløgd, hon gloymdi ongan, hevði gott samband við øll síni, og eingin serligur dagur fór framvið, at hon ikki mintist [...] Rættará, síðan í realskúla og eftir lokið prógv beint fyri kríggið í 1939 var at finna sær arbeiði, tí hóast evnini til víðari lestur vóru hildin at vera har, varð einki gjørt við tað, tí hóttandi heimsstríð [...] fyri durum, og tað læsti fyri so mangari ætlan hjá teim ungu. Judith fer á Telefonstøðina sum boðgenta, m. a. at bera boð niðan á Telegrafstøðina, álitisstarv var hetta, nú kríggj var, og alt sum bar á
eisini gott at fáa at vita, hvat onnur halda um tað, sum verður gjørt. Her kundi tú fáa at vita, hvat útisetar meta er gott, og hvat kanska er minni gott í bygdini. Sune Jacobsen sigur seg serliga minnast [...] juli. Tað verður eisini borgarstjórin, sum fríggjakvøldið klokkan 20 fer at seta vestanstevnu, og Sørvágs Tónleikarfelag fer at spæla. Hálvan tíma fyri setanina, verður skrúðgonga við hestum og ítróttarfólki [...] var at fáa respons - ella afturmeldingar - frá fólki, sum síggja bygdina í einum øðrum ljósi enn tey fólk, sum dagliga liva og búleikast her. - Gløgt er gestsins eyga, sum vit plaga at siga, og tað er eisini
Bæði kendir og minni kendir politikara í Århus-økinum hava rikið væl. Teir hava bjóðað ymiskan lesnað, rósur og eitt gott prát í býnum - og allir hava teir rætt og grein í sínum máli. Skúlin og menning av [...] , fleiri avgjøld, skattalættar og hópin av øðrum málum hava verið á breddanum. Vælluttøkan á miðdegi í tí valøkinum, sum velur í býráðshúsinum í Århus var hildin at vera góð - 20 % av veljarunum høvdu [...] %-um, men eisini í tali - 400 fleiri hava valt. Hetta taka tey sum eitt gott tekin um eina góða valluttøku, tá ið dagurin fer at halla. Í Århus seta tey álit á nú fyrrverandi borgarstjóran í Århus, Nicolai
kanska at tey hava langt síðani góðtikið, at mamman fer at doyggja nokk so skjótt. Upp á nógvar mátar verður tað ein lætti. Men børnini elska hana og tað ringasta verður at fortelja børnunum, at omman fer [...] Men systir mín og eg fingu ongantíð nakað, so eg fór at stjala, tó at tað bara var smáttarí. Hon fór eisini at drekka, men tað var rættiliga tíðliga, at hon kom til ta niðurstøðu, at hetta var leiðin [...] Men tað var ringt sleppa undan at hugsa um brennivíni, tí tað hevði fylt so nógv. - Tá ið maðurin fór í býin, sjálvt um tað var sjáldan, var tað ótrúliga ringt og tað gekk útyvir alt. Hon sigur, at fyri
dyr himmiríkis og letur upp og aftur, er komin í av evangelisku frásøgnini í Matt. 15,19: »Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir [...] eisini róptur pætursstólur og sipar til halgisøguna um, at í tí kirkju í Antiokiu, har ápostulin gjørdist biskupur, varð sett eitt hásæti til hansara, so at øll kundu hoyra hann og síggja hann. Eftir sjey [...] fyrsti várdagur og várvinnutíð. Nógv var spátt um veðrið á hesum degi, m.a. varð sagt, at drap úr takskegginum pætursmessudag, skuldi várið verða gott, men reyk hvørt holið fult, skuldi tað verða kalt.
m. - Men tað er ongin loyna, at tað er ein øgilig bygging í miðstaðarøkinum hesi árini , bæði av bústaðum og øðrum. Og í dag er støðan tann, at tað er næstan ógjørligt at fáa arbeiðskraft at gera arbeiði [...] fíggjarlóg við opnum sinni og fer at royna at fáa gott samstarv við samgonguna um at royna at finna eina semju um fíggjarlógina fyri komandi ár. - Men vit fara eisini at royna at gera hana so samhaldsfasta [...] lokkurin fer neyvan at taka undir við summum av teimum raðfestingum, sum hann væntar, at Landsstýrið fer at gera. - Tað hevur ljóðað, at bæði Tekniski Skúli, Handilsskúlin og aðrar útbyggingar skulu gerast
heimsbardaga og nógvar av teimum eftir 1960. Høgni Hoydal heldur tað vera at fegnast yvir, at tað finnast so nógvar frælsar smátjóðir í heiminum, og heldur hann hetta sýna okkum, at tað ber til, at hava eitt [...] rík og hava stóra hermegi. Hugsanin hjá Høgna Hoydal er, at júst tá vit hava ábyrgd av okkum sjálvum, fara vit at klára at stýra landinum betri, og er hann sannførdur um, at hetta eisini fer at menna [...] anini og so fram vegis. Høgni Hoydal heldur ikki, at tað lønar seg at koma við nakrari millumloysn, tá høvuðsendamálið er at fáa fullveldi. ? Jú fleiri millumloysnir eru, jú verri verður tað at fáa eina