Eingin løtt uppgáva at kappast við tey stóru

- Nei, ongin kann rokna við at verða valdur fyrstu ferð ein er uppstillaður. Men ein kann so altíð byggja víðari uppá royndirnar frá hesum løgtingsvalinum, sigur Rói Matras Absalonsen. Hann er eitt av trimum valevnum á Viðareiði.

Viðareiði: - Nei, møguleikarnir eru sjálvandi ikki stórir, tá ein skal kappast við ein fyrrverandi løgmann á sama lista og úr somu bygd, slær 23 ára gamli viðingurin fast.

Á fyrsta sinni hevur hann latið seg stilla upp til eitt politiskt val fyri flokk sín, fólkaflokkin. Hann er nú, saman við hinum 170 valevnunum, farin undir at gera vart við sjónarmið síni manna millum.

Tað ger ikki støðuna betri hjá Róa at mostir hansara, Rúna Sivertsen er uppstillað á listanum hjá Sjálvstýrisflokkin. Tey bæði hava sjálvandi tosað saman um tað at vera valevni, og hevur hon ynskt Róa eitt gott val.

- Fólk mugu sjálvandi sleppa at velja tað, sum tey vilja. Um mamma mín fer at velja systur sína, so má hon endiliga tað.

- Men heilt erliga, so vænti eg at hon fer at velja meg, sigur Rói, sum er útbúgvin skipari og siglir við Christiani í Grótinum.


Politiskur áhugi

Hóast sín unga aldur hevur Rói altíð havt áhuga fyri politikki. Hann er nærum vaksin upp við hesum.

- Bæði mamma og babba – ja, faktiskt øll familjan - hava altíð fylgt væl við í samfelagsviðurskiftum og í politikki, greiðir Rói frá.

Hann minnist serliga aftur til valið í 1998, tá tað eydnaðist fólkaflokkinum at fáa løgmann, nevniliga bygdarmann – og kappingarneyta! – hansara Anfinn Kallsberg.

- Eg sat næstan klistraður frammanfyri sjónvarpið, meðan valsendingin var. Eg minnist, at eg gekk alla tíðina yvir til mammu og babba at greiða teimum frá, hvussu nógvar atkvøður flokkurin fekk kring landið.

- Í dag kann eg flenna eftir tí, men valsendingin bleiv altso tikin upp á band. Og eg hugdi eftir henni umaftur og umaftur, sigur Rói við einum stórum brosi.

Hóast hann hevur verið hugtikin av hugsjónini hjá fólkaflokkinum, hevur hann í roynd og veru ongatíð verið limur í flokkinum, ella rættari sagt ungmannafelagi floksins HUXA.

- Tað varð stovnað, meðan eg var burturi. Og eg havi snøgt sagt ikki fingið tað upp í lag at tekna meg sum lim!


Ungfólk mangla

At Rói sum bert 23 ára gamal nú letur seg stilla upp á fyrsta sinni, kom kanska óvart á onkran.

Áhugin fyri politikki var kortini til staðar, men at koma uppá ein lista, var eitt rættiliga stórt tak helt hann at byrja við.

- Eg var heima millum tveir túrar, tá onkur orðaði tað við meg. Eg svaraði í fyrst “Gakk av hundanum til!”, men so líðandi helt eg, at tað var altíð stuttligt at sleppa upp í part – at vera biðin sum valevni.

- Eg voyt ikki. Onkur fekk so at enda lokkað meg til tað, og tja, so kann ein væl altíð royna tað. Tað mangla ung fólk við politiskum áhuga, og tí havi eg nú hug at bjóða meg fram, sigur hann.

Vinir hansara á Viðareiði og aðrastaðni hava sagt, at tað er í fínasta lagi at hann nú er stillaður upp.

- Ja, eg vænti mær onkra atkvøðu frá vinmonnum mínum her norðuri. Fleiri teirra eftirlýsa nevniliga at ungfólk koma inn á ting, sigur Rói.


Trý valevni í somu bygd

Tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvørjar møguleikar hann hevur at sleppa inn á ting.

Á Viðareiði við sínum 350 íbúgvum eru trý, sum ynskja atkvøðurnar frá bygdarfólkinum. Talan er um Anfinn Kallsberg úr Fólkaflokkinum, Mamy Dahl Sørensen úr Javnaðarflokkinum og Róa sjálvum.

- Tú skilir, at hetta er eingin løtt uppgáva, at skula kappast ímóti einum fyrrverandi løgmanni og einum øðrum kendum andliti frá tí politiska lívinum, sigur Rói við einum brosi.

Hann er hinvegin sannførdur um, at eingin teirra verður valdur á ting bara við atkvøðunum á Viðareiði. Her má ein hugsa munandi breiðari og størri – tað er: Havnin og miðstaðarøkið.

- Tað er helst so sum fyrrverandi tingmaðurin úr Sambandsflokkinum, Jógvan Ingvard Olsen segði tað í sjónvarpinum, tá talan var um eitt valdømi: “Ein má vera har sum stimarnir eru tjúkkastir”

- Hatta var sera gott sagt! 



Vegurin til Viðareiðis er ein deyðsfella

Nú er valstríðið komið í hæddina og 19. januar fellur avgerðin um, hvørji skulu manna tað nýggja løgtingið.

Sjálvur ætlar Rói Matras Absalonsen sær at skriva okkurt lesarabrævið fyri líkasum at gera vart við seg á tann hátt, men fyri hann er hetta ikki besti mátin at føra eitt valstríð.

- OK, summi skriva eitt einstakt lesarabræv og koma inn allíkavæl. Eg trúgvi at tað besta er at hitta fólk, og soleiðis fortelja teimum hvat eg meiri um tey ymisku málini, sigur hann.

Fleiri mál hava hansara áhuga í tí politiska tjakinum, millum annað hægri stuðul til skúlanæmingar, betri umstøður hjá fólkaskúlanum, sjúkrahúsverkið, og pensjónirnar, bara fyri at nevna nakað.

Eitt annað av stóru málunum, sum Rói fer at agitera fyri er arbeiðið at binda oyggjarnar enn meiri saman. Hann er fult greiður um, at hetta kostar nógvar pening, men at tað verður dýrari í seinna enda um ein einki ger við tað nú.

Rói fegnast tí um at sandoyingar fáa fast samband undir Skopunarfjørð, men hevur sum ynski at fólkið norðanfyri fær eina eins góða loysn og tey. Hetta kann gerast við tunlum úr Klaksvík til Depils umvegis Árnafjørð og síðani ein til Viðareiðis.

- Vegurin norður til okkum á Viðareiði er einki minni enn ein deyðsfella um veturin. Vit gleðast bara um at eingin er farin enn, men okkara hægsta ynski er at fáa eina góða og tryggja loysn í hesum máli, slær hann fast.