VIDEO: Inter Miami og Palmeiras vunnu seg víðari (HM fyri felagslið)

(Video) Síggj hæddarpunktini frá 2-2 javnleikinum millum Inter Miami og Palmeiras, og frá 4-4 javnleikinum millum Porto og Al Ahly

Javier Mascherano er venjari hjá Inter Miami (Mynd: Ritzau Scanpix)

Í nátt føroyska tíð vóru seinastu dystirnir leiktir í innleiðandi bólki A í HM-endaspælinum fyri felagslið.

 

Inter Miami og brasilska, Palmeiras leiktu javnt 2-2 frammanfyri einum næstan fullsettum Hard Rock leikvølli í Miami. Og tað eigur at vera ein lætti hjá FIFA. Inter Miami var á sigurskós við einari 2-0 leiðslu, men seinastu løtuna skoraði Palmeiras tvær ferðir. Tadeo Allende í sekstanda minutti og Luis Suarez í 65. minutti skutu málini hjá Inter Miami. Paulinho og Mauricio skoraðu málini hjá Palmeiras.

 

Inter Miami og Palmeiras endaðu bæði á fimm stigum, og tey vinna seg bæði víðari til áttandapartsfinalurnar.

 

Í einum málríkum og undirhaldandi dysti leiktu FC Porto og Al Ahly javnleik 4-4. Í steðginum var Al Ahly á odda 2-1. Málskjúttar hjá Porto vóru: Rodrigo Mora í 23. minutti, William Gomes í 50., Samu Aghehowa í 53., og Pepe í 89. minutti. Málskjúttar hjá Al Ahly vóru Wessam Abou Ali í 15. minutti og í 45. minutti, og við brotssparki í 51. minutti. Mohamed Ali Ben Romdhane skoraði í 64. minutti. 

 

Áskoðaratalið til minnliga 4-4 javnleikin var 39.900 á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. Áskoðaraapasiteturin er annars 82.600. 

 

Porto og Al Ahly endaðu bæði á tveimum stigum, og eru bæði úti av kappingini.

 

Inter Miami møtir PSG, og Palmeiras møtir Botafogo í áttandapartsfinalunum, ið vera leiktar komandi leygardag. 

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-2 javnleikinum millum Inter Miami og Palmeiras:

 

##med2##

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 4-4 javnleikinum millum Porto og Al Ahly:

 

##med3##

 

 

 

 

 

Javier Mascherano er venjari hjá Inter Miami (Mynd: Ritzau Scanpix)