eg ikki haldi var brotsspark, og so hevði hann nógv góð inntriv í feltinum. Saman um tikið var hetta eitt disciplinerað avrik, har vit vísa teimum aftur so at siga allan dystin, sigur ein væl nøgdur Mikkjal [...] hvar vit skulu leggja trýst á teir. Vit skulu hava eitt meiri mál enn teir, og so eru vit víðari. Ein brotssparkskapping er fyri so vítt eisini í lagi. Vit fingu javnleik í Belfast, og so kunnu vit sanniliga
annan. - Tann seytjanda mars 2016 var eg kabinuleiðari ávegis Føroyar. Vit vóru ikki meiri enn lend, so kemur okkara yvirflogterna rennandi umborð, og kallar meg inn til ein álvarsaman fund. Harfrá – heilt [...] tvær flogternur fingu somu lagnu í farnu viku. - Tær eru vinkonur hjá mær, og eg haldi tað vera óhoyrt, at tær eisini skulu ígjøgnum hetta. Eg sakni, at starvsfólkini hjá Atlantsflogi fáa betri uppbakning [...] síðuni hjá Atlantsflogi, hava onnur starvsfólk valt at traðka fram. Sambært Jóhonnu á Bergi, kann ein telja uppsagnirnar í Atlantsflogi á einari hond gjøgnum seinastu 10 árini. - Tað havi eg ilt við at
rin Demokratia ynskti eina kvinnu í hetta starvið. Sjálv vildi hon ikki siga, hvat hennara persónliga uppskot var til ein komandi fíggjarmálaráðharra – um talan var um “onkran” ella “onkra”. - Tit frætta [...] líkt er til, at hon og hini høvdu fleiri boð uppá egnaðar persónar til hetta álitisfulla starvið. - Jú, vit hava okkurt gott boð til ein nýggjan fíggjarmálaráðharra. Men tit mugu bara geva tol, inntil alt
Kvinnur klára seg eins væl og menn. Sjálvandi havi eg virðing fyri, at onnur halda tað er ein trupulleiki. Kanska hugsa mínir medarbeiðarar soleiðis. Hvussu ein er skikkaður og hvussu ein annars er sum menniskja [...] fyrsta flokk sum ætlað og alla tíðina rendi eg meg í ein múr. Av teirri grund mátti eg lata dóttrina vera í Danmark fyrstu tíðina og tað var hart. Tað var ein trupul tíð og eg hugsaði, at Føroyar eru ikki eitt [...] Øll hava somu møguleikar, tað ræður bara um at brúka teir. Ein kvinna, sum sjálv er í leiðandi starvi, segði mær ein dagin, at hon hevði hoyrt ein mann siga, at hann ikki kundi hugsað sær at arbeitt undir
gjalda 2000 krónur. Tá spurdur, um hann metir, at ein føroyingur hevði goldið 2000 krónur fyri at ligið í kamari saman við onkrum øðrum, sum kanska var ein tilvildarligur fremmandur, vísir Heðin Lamhauge [...] At velja sær út nøkur ávís ting, ið ikki eru eins góð og hini, gevur ikki eina rættvísa mynd búviðurskiftunum, heldur Heðin Lamhauge, sum beinanvegin er uppsettur at fáa nøkur fakta á borðið. - Har eru [...] ordiliga góð kømur, sigur Heðin Lamhauge. Rímiligar umstøður sum arbeiðsbústaður Eitt, sum gongur aftur hjá Heðini Lamhauge, er, at talan er um arbeiðsbústaðir, og altso ikki vanligar bústaðir. Hetta er sostatt
fløk, steinbítafløk og havtaskusporl. - Hetta var alt fekst, og vit seldu hesar vørur um alt Evropa, heilt niður til Spania. Tað var ein gamal næmingur hjá mær, sum starvaðist hjá Nevinum, ið spurdi, um [...] Magnus sigur, at hann trívist væl í starvinum sum borgarstjóri. - Men hetta er ein stór broyting hjá mær og familju míni. Tá eg var lærari, kom eg tíðliga til hús seinnapartar. Nú eri eg nógv minni við [...] væl at fáast við seyð og landbúnað. Ein velduga stór broyting hjá Magnusi er, at hann – frá at vera ein anonymur persónur – nú er vorðin kendur millum fólk. - Hetta merki eg væl, tá eg eri millum fólk
urin á Handilsskúlanum er eitt nýtt kapitull og ein spennandi avbjóðing í lívi hansara. Fyrsti starvsdagur hansara sum stjóri á Føroya Handilsskúla var í gjár 1. september, og Sosialurin fekk orðið á hann [...] havi savnað mær vitan og fingið innlit í skipanina, sigur Reidar Nónfjall avgjørdur. Hann vísir á, at uppgáva hansara fyrst og fremst er at seta seg inn í nýggja arbeiðið. - Fyrst ætli eg mær at stinga fingurin [...] grundarlag, og ikki fyrrenn tá kann ein meta um, hvussu skúlin skal mennast og koma víðari. Skúlin tiltalandi Nýggi stjórasessurin er sambært Reidari Nónfjall ikki beinleiðis ein gamal dreymur, men umhvørvið
lítið, hvat ein listamaður var fyri nakað. Eg minnist ikki tær einstøku myndirnar, men ógvusliga huglagið í teimum gjørdi stórt inntrykk uppá meg. Ivaleyst vóru mínar fyrstu myndir eisini ein roynd at líkjast [...] - Harragud, tað er bara ein málningur, og eg eri ikki nakað heimsnavn við øllum mínum umdømi uppá spæl. At mála er ein gongd, og mínir fyrstu málningar eru dømi um, hvar eg var staddur í míni listarligu [...] Hanni, sum viðgongur, at tá hann letur ein málning av hondum er hann vorðin ein vøra, sum kann keypast og seljast, sum so mangt annað. Málingurin sum umbering Hetta skal tó ikki skiljast sum, at málningurin
tí tað rak so hart í morgun. Eg bíðaði tí til eystfallið var linkað nakað. - Men tað var kanska ivaleysa tíðliga kortini, sigur Regin, sum var aftur á Havnini um 4-tíðina seinnapartin. Sum nevnt so harðnar [...] ella teir fóru inn á Toftir ella Kaldbak við fiskinum. Men, sum Regin sigur tað: - Hetta er eitt sindur uttanhanda. - Hjá mær er ikki altíð talan um tær stóru nøgdirnar. Og tí er tað ikki so farligt. Eg sleppi [...] Havn: Hósmorgunin legði Regin til brots á enn ein útróðrartúr. Streymurin er harður í løtuni, men tað er kortini roynandi. Nú um vikuskiftið verður hann harðastur í hesum umfarinum. Henda morgunin setti
Hetta er triðja árið, at árliga fólkaheilsurenningin verður hildin her á landi. Undirtøkan hevur verið sera góð, og Hans Pauli Strøm sigur, at hann vónar líka góða undirtøku í ár, sum hini árini. - Í fjør [...] fjør vóru út ímóti 1000 fólkum við í fólkaheilsurenningini, og hetta var nógv meir enn vit høvdu væntað. Vit vóna sjálvandi, at renningin í ár fær líka góða uppmøting, men tað verður ringt at liva upp [...] fólkaheilsurenningin var á fyrsta sinni í 2004, bleiv bert runnið í Havnini. Í fjør bleiv renningin økt, so at hon eisini fevndi um Suðuroynna. Hans Pauli sigur, at meiningin við renningini var at fáa hana út