- Eg haldi, at Kaj Leo eigur at lata sessin til onkran annan. Men tað er væl ikki nakað nýtt í hesum, tí tað varð sagt longu undan vikuskiftinum, sigur hon.
Nú fór hon altso á fund, saman við hinum á fund at tosa um politisku støðuna. Og líkt er til, at hon og hini høvdu fleiri boð uppá egnaðar persónar til hetta álitisfulla starvið.
- Jú, vit hava okkurt gott boð til ein nýggjan fíggjarmálaráðharra. Men tit mugu bara geva tol, inntil alt er greitt, segði hon.
Nevnt varð í morgun, at felagsskapurin Demokratia ynskti eina kvinnu í hetta starvið.
Sjálv vildi hon ikki siga, hvat hennara persónliga uppskot var til ein komandi fíggjarmálaráðharra – um talan var um “onkran” ella “onkra”.
- Tit frætta meiri seinni, segði hon.