útivølli móti Fiorentina. Betis hevði ein 2-1 sigur við sær til Firenze, og tá Anthony legði Betis á odda 1-0, og harvið samlað 3-1 sá gott út. Men Robin Gosens syrgdi við tveimum málum fyri at tvinga [...] Tað vera enska Chelsea og spanska, Betis Sevilla sum møtast í Conference League finaluni í Stadion Śląska leikvøllinum í Wrocław í Póllandi. Finalan verður leikt mikukvøldið 28. mai. Chelsea kundi á heimavølli [...] finaluluttøkuna við einum 1-0 sigri á svenska liðnum, Djurgården sum hevur havt eina flott kapping. Tað mesta av arbeiðnum var tó gjørt liðugt í Stokkhólmi, tá Chelsea vann heili 4-1, og sostatt samlað 5-1
umsorgan til heimabúgvandi fólk við demens. Nágreinað verður, hvussu avvarðandi stuðla fólki við demensi til at liva eitt so gott, vanligt og virðiligt lív sum gjørligt, hóast sjúkutekin. Tað verður gjørt [...] ið ritgerðin varpar ljós á, kunnu geva heilsustarvsfólki íblástur og hjálp til at hugleiða um, hvussu eisini tey eru við til at viðlíkahalda maskering sum umsorganarhátt. Ofta leggja bæði heilsustarvsfólk [...] gjørt við áhaldandi at dempa sjúkueyðkenni og broytingarnar, sum sjúkan førir við sær, so til ber at liva so vanligt sum gjørligt. Hetta kallast maskering og er mest nýtti umsorganarhátturin. Avvarðandi
Tað er hálvleikur í EM-undankappingardystinum millum Kosovo og Føroyar í Pristina í Kosovo. Støðan er 13-12 til Kosovo. Heimaliðið hevur sum væntað spælt primitivt og harðligt í verjuni. Samstundis hevur [...] hevur føroyska verjan ikki havt gott tak á kosovsku leikarunum. Viðmerkjarin hjá KVF, Ingi Olsen heldur, at føroyska liðið hevur spælt væl undir vanligt støðið. Føroyska liðið hevur brent alt ov nógvar
kendi eg einki til ta dramatisku søguna handan populera tónleikin, skrivar Rani Nolsøe. Tað var tí ikki sørt skelkandi at finna út av, at tann populeri tónleikurin, sum rakk allan vegin til Føroya gjøgnum [...] mentanarliga gávan til hetta land, í veruleikanum tók seg upp millum útslitnar og desperatar trælir í Amerika. Tað vóru trælirnir sum skaptu negro spiritual tónleikin og brúktu hann til linna og ugga í tí [...] í. Fyri teir var tónleikurin ein spurningur um lív ella deyð. Og tað var hesin tónleikur, sum mentist til blús, jazz og gospel. Og til kontry, swing og R&B, áðrenn alt eksploderaði í rokk’n’roll kollveltingini
sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin til Skopunar at verða við til at tøma handilin, og hetta er so avgjørt eitt gott høvi at gera eitt keyp fyri góðan avsláttur. - Tað er meklarafyritøkan Nira, sum stendur [...] á upp til 50 prosent. - Tað er nú greitt, at handilin fer at lata aftur, og tá verður handilsvirksemið liðugt fyri okkara viðkomandi. Spurningurin er so bara, nær lykilin verður snaraður um. Tað sigur [...] vísir á, at framvegis er nógv vøra eftir í handlinum, og útsølan fer at halda fram. Tískil loysir tað seg at keypa í Skopun og fáa góðan avsláttur. Sámal Hanni Lognberg sigur, at nógv vøra hevur lutfalsliga
fara nú til ASV Elite í eini roynd at brynja felagið enn meira til komandi kappingarár. 19 ára gamli Silas Poulsen sigur, at skifti frá Ikast til ASV er sera spennandi fyri hann og hann gleðir seg til at byrja [...] libero, so eg fari at fáa harða kapping um spælitíð, men tað er gott - sigur Silas. - Eg havi avgjørt at skifta til ASV Elite, tí eg síggi tað sum ein sera góðan møguleika at menna meg meira sum flogb [...] sigur, at hann hevur valt at skifta til ASV, tí honum dámar væl venjaran og hansara hugsjónir fyri liðið. Liðið vísti í farnu kapping, hvat potentiali tað hevur. Tað er eitt ungt og svangt lið, har allir
Upprunaligu tekningarnar eru enn til varðveitslu. Ikki so fá av teimum tilkomnu munnu minnast til túrar við Ólavi, sum eisini tók sær av post- og farmaflutningi. Eftir at meira nútímans skip komu á leiðina um [...] við bæði el- og telefonveiting millum oyggjarnar. Í illveðri í 2020 sakk skipið, meðan tað lá við bryggju, men tað varð tikið uppaftur og sostatt bjargað. Greitt var tó, at her var tørvur á meira enn bert [...] Ólavur, sum heilt fram til trýssini bant oyggjarnar saman við rutusigling um Vestmannasund, varð smíðaður úr eik og furu á Vestmanna skipasmiðju í 1930. Hann var 38 føtur langur og góð 14 tons. Upprunaligu
verður, skal hava: * Gjørt eitt hvørt gott fyri Vág * Gjørt hetta í einum positivum anda - ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðnum * Sterkt tilknýti til Vág - Tað, at heiðra fólk, er okkara máti sum kommuna [...] kommuna at siga takk við tey, sum leggja orku í, at bygdin hevur tað gott, og at trivnaðurin í Vági er í hásæti. Tað sigur Levi R. Mørk, formaður í mentamálanevndini í Vágs kommunu. Í 2021, 2022, 2023 [...] Vágbingar kunnu nú tilnevna fólk at heiðra til Ljósfestina 2025. Vikuskiftið 15., 16 og 17. august verður Ljósfest í Vági, har tónleikur og mangt annað verður á skrá. - Eitt av afturvendandi tiltøkunum
endaði tað aftur við javnleiki 3-3 í Milano, har Francesco Acerbi javnaði fyri Inter tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Inter var á odda 2-0 í steðginum. Barcelona vendi øllum á [...] longda leiktíð, og í longdu leiktíðini syrgdi Davide Frattesi fyri sigursmálinum til 4-3, og harvið einum samlaðum 7-6 sigri til Inter. Inter Milan-FC Barcelona 4-3 (3-3 - 2-0) (Inter vinnur samanlagt 7-6) [...] 2-2 Dani Olmo ('60) 3-2 Raphinha ('88) 3-3 Francesco Acerbi ('93) 4-3 Davide Frattesi ('99) HER ber til frá TV3 Sport at síggja hæddarpunktini frá minniliga dystinum. Inter Milan hevur á trimum sinnum vunnið
Strondum, men tað var gott at koma her, vit blivu væl móttikin, og man føldi seg væl at koma her. Tað sum eyðkennir Vaðhorn sum arbeiðspláss, er at starvsfólkini siga tað mesta við hvønn annan, men tað verður [...] kemur sovandi til, tí hetta er stravið arbeiðið. Hóast nýggjar maskinur eru komnar, so fer tað strævna nokk ongantíð. Tað er kalt eisini, serliga í maskinunum, har sum eg eri beint nú. Tað er jú jarn sum [...] starvast hjá Vaðhorn, var tað á virkinum á Eiði. Tá Vaðhorn gavst við virkseminum á Eiði, blivu starvsfólkini flutt til virkið á Strondum. Hetta var í januar 2019, næstan øll komu til Strendur at arbeiða. –