um ársskiftið, um mánaðarskiftið. Vit hava ongantíð sagt: í ársskiftinum, í mánaðarskiftinum. Kortini eru flestir føroyingar farnir at siga: í vikuskiftinum. Logiskt ber tað rætt og slætt ikki til. Og [...] vikuskiftið? Kanska hjálpir tað at siga, at í vikuskiftinum er barnamál, sum als ikki hoyrir heima í fjølmiðlunum, haðani henda ónolla er sprottin. Hin ónollan í yvirskriftini, uttanlanda er ein týðilig ábending [...] ið fólk hiðani eru í útlondum, so eru tey við hvørt í fleiri londum. Tí halda tey tað vera logiskt at siga, at tey eru uttanlanda. Men tað logiska við hesum orðið er, at hóast tú ert í 140 londum, so ert
uppá, í Føroyum, soleiðis øgiliga óbeinleiðis, og tað er helst eitt sindur píl niðureftir enn uppeftir. Ein dagin stóð eg á apotekinum í kø, og so lat í einari, sum stóð við diskin heilt yviri í hinum [...] mær niðan í húsini, sum hon og Niclas leiga í løtuni. “Tað er nummar 11,” skrivaði hon, “men tað stendur nr.1 uttan á, tí at hitt 1 talið er flogið burtur í eini hvirlu.” Eg varnaðist spølni í boðunum, [...] spurning, okkurt heilt banalt. “Hvussu ber tað til at tú so ofta gongur í hatti Lena, er tað ikki alt for kool at búgva í Føroyum og ganga í hatti?” Hon hyggur púra býtt at mær, og so froysir hon útúr at flenna
Men heitið á hesum sanginum er júst líka aktuelt her í Føroyum í dag, eftir 18 ára polariseringsstríð í føroyskum politikki, millum Tjóðveldi og Sambandsflokkin. Eitt stríð sum hevur køvt og tikið burtur [...] heimsins hægsta skatta- og avgjaldstrýst á vinnu og borgarar, og eitt løgting sum fólk ikki hava áhuga í longur. Tíðin er komin, har tørvurin hjá vanligum føroyingum og vinnulívi skal raðfestast framum po
, sum brúka ensk orð í føroyskum setningum. Nú summi leggja eftir málnýtsluni hjá ungum føroyskum útvarpsvertum, vil eg minna á, at tað eru ikki so fá vaksin, sum brúka ensk orð í føroyskum setningum. [...] ungdómstrupulleiki. Føroyska málið verður skrivað og tosað meira enn nakrantíð. Ikki bara í skúlunum og millum menniskju í vanligum práti, men eisini á altjóða sosialum miðlum. Meirilutin av orðunum, sum verða [...] eftir mínum tykki. Tað ger føroyskt fátækari. Eg haldi, at vit skulu vera fegin um málmenningina í Føroyum. Føroyska málið er ikki hótt beint nú, sambært nýggjari kanning. Men tað kann tað verða. Og um vit
mær til hugs, nú vit enn einaferð hoyrdu um tann alt alt ov langa bíðilistan til vardar bústaðir í Føroyum. Í dag standa 182 borgarar við serligum tørvi á bíðilista til ein vardan bústað, og bíðitíðin hevur [...] bíðilistin minkar í stórum. Og sjálvandi skal Tórshavnar Kommuna á banan, sum ein góður samstarvspartur, sum krevur at landið ger sína skyldu. Tí hvat hava vit annars politikarar til í Býráðnum, um tað [...] til vardan bústað skal burtur Ein hópur av borgarum, sum hava tørv á vardum bústaði, búgva sjálvandi í Havn. Og nú skal tað málið loysast. Bæði Almannaverkið og Megd mæla inniliga til, at landið finnur sær
við. Orsøkin er, og tað átti ikki at komið óvart á nakran, at ung eru millum tey fátækastu í Føroyum. Av fólkum í fátækraváða, eru tað pensjónistar og ung, sum eru størsti bólkurin. Bústaðarneyðin, húsa- [...] sagt verri til hjá ungum, at fáa sær tak yvir høvdið í dag. Samstundis hækka krøvini til útbúgvingarnar við fullari ferð, helvtin av lesandi í Føroyum kenna seg strongd og 20% hava verið darvað av tunglyndi [...] hevði 9,7 í miðalkarakter. Við einum so flottum miðaltali, skuldi mann trúð, at heimurin stóð víðopin fyri henni – men so var ikki. Sokallaðu adgangskvotientarnir í Danmark og aðrastaðni eru í fleiri førum
umhugsni. Har bleiv ikki hurrað í matgerðini. Støðið á neytakjøti í Uruguay kann samanberast við støðið á skeljadjórum og fiski úr Føroyum. Bæði tá vit ótu asado á matstovu í Montevideo, og ótu sama rætt [...] neytini á beiti í Uruguay, so talan er um eina siðvenju, sum hevur meir enn fýra øldir á baki, og tað sæst og merkist á matsiðunum í Uruguay. Glóðstokt “Asado” Eitt orð, sum gongur aftur í teimum flestu [...] , enn í Uruguay. Næstu ferð skipað verður fyri gourmetkvøldi á Hotel Føroyum eigur so avgjørt at umhugsast at fáa heim fyrsta floks neytakjøt úr Uruguay. Og teir føroyingar, sum fara á vitjan í Uruguay
hevur sín uppruna í USA í fimmtiárunum og hevur til endamáls at hjálpa og stuðla sálarsjúkum, eftir at tey eru útskrivað. Í dag eru Fountain-hús í øllum Norðurlondum, harav seks í Danmark, sum verða fíggjað [...] Maðurin er í svørtum klæðum og hyggur niður. Tær geva sær ikki stórvegis far um hann og tveita seinastu breyðbitarnar í hylin. Deyðsboðini 14 tímar eftir løtuna í viðarlundini bankar á dyrnar í einum snotiligum [...] snotiligum, brúnum húsum í Stoffalág í Havn. Kirstin Rasmussen er einsamøll heima, tí maður hennara, Mortan Rasmussen, er farin oman í Tilhaldið í Tórsgøtu at gera morgunfimleik. Á trappusteininum standa
álítandi sum besta barometur. Soleiðis hevur gongdin verið í kanska eini 1500 ár – Brendan nevnir longu í 6. øld bæði fólk og seyð í Føroyum – og Dicuil tað sama sløk 300 ár seinni. Tað, eg veit, riggaðu [...] at tá eg í 1965 kom heim við útlendskari konu, gramdi hon seg ein morgum um eina ær, ið hevði hug at leypa upp um stikið til urtagarðin inni á Fjørð í Vestmanna, har vit í fyrstuni búðu. Eg var í seinna [...] at seta meg í bilin á veg norður í Sundalagið at stinga veg út millum Streymnes og Langasand og bað hana bara skjóta beistið. Hugsaði ikki um, at vit tá í fleiri ár høvdu baksast sum frægast í Zagrosfjøllunum
Sjónleikur hevur verið leiktur í Føroyum frá seinast í 18. øld. Enn eiga vit einki tjóðleikhús, tað sum danir hava átt í 250 ár, norðmenn í stívliga 100 og íslendingar í 70 ár. Sagt við myndamáli: “RUTH” [...] veraldarbardaga settu føroysk lesandi í Keypmannahavn Listafelag Føroya á stovn. Endamálið var at savna føroyska list, sum við tíðini skuldi fáa eitt heim í Føroyum. Í 1948 stovnaði Føroya Løgting Føroya [...] umskipað til málráð í 2012. Ráðið heldur til í einum av minstu húsunum í høvuðsstaðnum, Handan Á 5. Ein beinrakin mynd av, hvussu lítið málstarv hevur verið mett í politisku skipanini. Sagt við myndamáli: “RUTH”