Samlaði flotin hjá Thor er í dag 24 skip, harav 16 eru frálandaskip og 8 eru fiskifør. Men ævintýrið steðgar ikki her, tí hálvan november í ár kemur nýggja seismikkveitingarskipið Thor Alpha inn í flotan [...] kemur eitt seismikkveitingarskip afturat, sum er systirskip til Thor Alpha. Hetta seinna skipið er ikki navngivið enn. Skrokkurin til Thor Alpha fór av bakkastokki á Skála Skipasmiðju tann 21 juli í ár [...] felag sum Thor at luttaka á slíkum ráðstevnum, tí felagið virkar sera globalt og hevur størsta partin av sínum uppgávum uttan fyri Føroyar. Tað starvast í løtuni umleið 500 fólk í samtakinum hjá Thor.
vaktarskip fyri Statoil í Norðsjónum 4Thor Chaser hevur verið í Norðsjónum í summar. Er nú á veg til Franskt Guyana í Suðuramerika 5Thor Supporter er í Svartahavinum 6Thor Server er í mexikanska flógvanum [...] til fiskiskap við Føroyar 9Thor Pioneer er í Mauritanien, Vesturafrika 10Thor Goliath er í løtuni ávegis úr Rotterdam til Gabon í Afrika, hagar hann sleipar ein prám 11Thor Supplier arbeiðir sum útgerðarskip [...] ingurin hjá THOR sær ikki út av so nógvum, tá tú hyggur eftir honum uttanífrá. Men tær nýtist ikki at hava verið leingi inni í bygninginum, fyrrenn tú skilir, at her henda stór ting. THOR er so líðandi
Garnaskipið Thor hjá reiðarínum Thor í Hósvík er selt einum keypara í Svøríki. Thor skal eftir ætlan umbyggjast til frystilínuskip og fer síðani til tunfiskiskap í Vesturafrika. Frystulínuskipið Leitisteinur [...] Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri sølunum av báðum skipunum, ið partafelagið Thor í Hósvík átti.
Alt maskinaríið á garnaskipinum Thor verður í løtuni skift út. Tað er Símun Pauli Berg, tekniskur leiðari fyri fiskiskipini hjá Thor-samtakinum, ið stendur fyri arbeiðnum, sum hevur verið gjørt á Oyri [...] fyri oljuleka burtur. Umframt hetta dálka nýggju motorarnir hjá Thor munandi minni og spara nógva olju, sigur hann. Ætlanin er, at Thor skal verða liðugur á skipasmiðjuni í komandi viku. Síðan fer skipið [...] Oyri. Nú stendur skipið á skipasmiðuni hjá Mest, har Thor eisini fær nýggja skrúvu. - Nýggja skrúvan er ikki oljustýrd við umstýring, men melur hvør sín veg - ávikavist við framdrift og afturdrift. Hetta er
brúnna av bryggjuni og upp á Thor Omega aftur, og hetta tók ikki langa tíð. Frammanundan er so nýggja sektiónin við kømrunum, sum Mest hevur bygt, komin upp á pláss umborð á Thor Omega. Veitingarskipið er [...] bygt á Skála og varð latið eigarunum – Thor í Hósvík – í februar í 2009. Skipið hevur verið í sigling, síðan tað varð bygt og hevur ferðast víða um heimin. ##med2## Thor Omega hevur ofta verið brúkt til at [...] Hans Andrias Kelduberg, reiðari í Thor, segði herfyri, at umbyggingin er neyðug fyri at nøkta tørvin og uppfylla krøv til viðurskiftini. - Umbyggingin ger eisini, at Thor Omega kann brúkast sum "gistingarhús"
blaðið ikki visti tá, var, at tað var føroyska skipið Thor úr Hósvík, sum bjargaði útgerðini. Partafelagið Thor í Hósvík, sum eigur millum annað Thor, hevði avtalu um vaktarhald hjá seismikskipinum Geo Arctic [...] uppaftur. Fyri hetta arbeiðið hevur manningin á Thor fingið heilsu frá felagnum, sum eigur seismikskipið, sum misti hesa dýru útgerðina. Annars hevur Partafelagið Thor seinni keypt tann í Føroyum so kenda Lars [...] North Star úr Klaksvík leigað. Men av tí, at North Star fekk eitthvørt brek, sum skuldi umvælast, varð Thor, sum annars fiskar svartkalva, tikin úr fiskiskapi og virkaði sum vaktarskip nakrar dagar. Og tað
einari fjølmentanarligari bakgrund. Thor hevur skrivað, komponerað, tikið upp og ljóðblandað øll løgini. Á fløguni eru 16 løg, og meginparturin av tekstunum eru á enskum. Thor er ættaður úr Føroyum, Noregi og [...] fløguni er ein forkunnug samanseting av rapp, hip hop og akkustiskum tónleiki. Fløgan hevur sambært Thor sjálvum verið leingi ávegis. Hon er framleidd og innspæld í Føroyum, Danmark og Kanada, har hann hevur [...] og Danmark. Í løtuni býr hann í býnum Iqaluit í Norður Kanada. Thor sigur seg ikki hava sætt nakran føroyskan "urban" tónleik og vónar tískil, at tey ungu fara at dáma hansara tónleik. Ikki minst tí at
navngivið í Assens seinnapartin leygardagin. Skipið fekk navnið Thor Omega. Fyrra skipið er Thor Alfa. Í sambandi við navngevingina hevði Thor boðið handverkarum og øðrum við til Assens. Sosialurin og Rás2 [...] Sosialinum týsdagin og í vinnusendingini á Rás2 seinnapartin týsdagin at kunnað um áhugaverdu løtuna, tá Thor Omega varð doypt og siglt varð til Middelfart. Skipið er eins og tað fyrra langtíðarchartrað til stóra
Tað siglur sjálvt. Helst verður seinni siglt til Hanstholm. ?Tað er Thor í Hósvík, sum eigur trolaran Thor Sentry. ??Fakta um Thor Sentry: ??Skipið er bygt á Ulstein Verft í 1961 ?Fyrrverandi nøvn: ?2002 [...] Fýra rútar brotnaðu, og øll navigatiónsútgerðin varð oyðiløgd, tá føroyski standbybáturin Thor Sentry varð raktur av einum herviligum brotasjógvi seinnapartin í gjár. Skipið varð tá stætt umleið 200 km [...] har tað hevði arbeiðsuppgávu við eina oljuleiðing. Tað var kl 16:20 føroyska tíð, at manningin á Thor Sentry sendi út neyðarkall, tá ein sera stórur sjógvur hevði brotið rútar á brúnni. Orkan var í økinum
Thor Simonsen er eitt av mest spennandi nýggju nøvnunum á føroyska tónleikapallinum, herfyri var Thor í Danmark har hann luttók á norðurlendskum hip-hop festivali á Norður Brygjuni Har framførdi hann síni [...] tónleikin, ið Thor ger. -Eg framleiði sjálvur Hip-pop og eitt slag av chill-out/acustic tónleik, men sum John Coltrane segði: ?There?s only two kinds of music; good music and bad music,? sigur Thor og flennur [...] reaktiónina frá lurtarunum. Tónleikurin hjá Thor Simonsen er nýmótans og nakað fyri seg. Hann gav í fjør fløguna International út, og vónandi verður tónleikurin, ið Thor hevur skrivað síðan hetta at hoyra í nærmastu