Garnaskipið Thor hjá reiðarínum Thor í Hósvík er selt einum keypara í Svøríki.
Thor skal eftir ætlan umbyggjast til frystilínuskip og fer síðani til tunfiskiskap í Vesturafrika.
Frystulínuskipið Leitisteinur hjá sama felag í Hósvík, sum seinastu tíðina hevur verið brúkt sum vaktarskip í frálandavinnuni í Brasilia, er eisini selt.
Leitisteinur skal eisini brúkast til tunfiskiskap í Vesturafrika.
Tað er Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum hevur skipað fyri sølunum av báðum skipunum, ið partafelagið Thor í Hósvík átti.