Á Windsor Park í norðurírska høvuðsstaðnum Belfast vann Linfield í kvøld 2-0 ímóti Víkingi. Fyri einari viku síðani vann Víkingur 2-1 á heimavølli ímóti Linfield. Samantalt vann Linfield 3-2, og harvið er tað greitt, at leikluturin hjá Víkingi í Europa er av á hesum sinni.
At leikluturin hjá Víkingi í Europa er av ber við sær, at Poul Kallsberg nú gevst í felagnum. Poul Kallsberg var fyrr í summar seldur til Hillerød IF í næstbestu donsku deildini. Tá varð sagt, at Poul fór at halda fram í Víkingi, inntil leikluturin hjá felagnum í Europa á hesum sinni var av. Tað er hann nú, og so flytur Poul Kallsberg til Danmarkar og Hillerød IF. Poul Kallsberg hevur verið í Víkingi síðani kappingarbyrjan í 2023.
Tá ið Atli Gregersen fyrr í ár skrivaði undir sáttmála við FSF um, at hann skuldi vera hjálparvenjari hjá Eyðuni Klakstein landsliðsvenjara var ein av treytunum, at hann skuldi gevast at spæla á besta liðnum hjá Víkingi, tá ið leikluturin hjá Víkingi í Europa var av á hesum sinni. Nú er leikluturin hjá Víkingi í Europa av á hesum sinni.
Næsti dystur hjá Víkingi í heimligu kappingini verður mánakvøldið, tá ið tað vrður grannauppgerð í Sarpugerði millum Víking og NSÍ.
Tølini siga, at Linfield hevði greiða yvirvág í kvøld. Linfield hevði 16 royndir ímóti málinum hjá Víkingi og níggju hornaspørk. Víkingur hevði sjey royndir ímóti málinum hjá Linfield, og Víkingur vann eitt hornaspark.
Síðstu lítlu løtuna royndi Víkingur at spenna álopsbogan, og tað vóru onkrar spentar støður frammanfyri heimamálið, men tað eydnaðist ikki føroyska liðnum at skora málið, sum hevði borið longda leiktíð við sær.
Linfield – Víkingur 2-0 (2-0)
1-0: Kieran Offord 22.
2-0: Sjálvmál 38.
Dómari úr Kekkia: Marek Radina
Linfield samantaldur við málmuninum 3-2
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Ingi Arngrímsson (Rani Hansen, 88.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard (Stefan Radosavljevic, 73.), Sølvi Vatnhamar, Árni Nói Atlason (Arnór Brandsson, 88.), Poul Kallsberg – Jákup Johansen (Jørgen Nielsen, 73.)