VIDEO: Málini hjá Linfield og dundurskotið hjá Poul

(Video) Her eru nøkur av teimum fremstu hæddarpunktunum frá dystinum Linfield FC-Víkingur 2-0 (2-0)

Víkingur tapti 0-2 á Windsor Park í Belfast, og harvið samantalt 2-3 fyri Linfield, ið fyri sættu ferð í søguni hevur sent eitt føroyskt lið úr einari evropeiskari kapping.

 

HER  ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. 

 

Samlað er hetta níggjundu ferð av níggju møguligum, at eitt norðurírskt lið sendir eitt føroyskt lið úr einari evropeiskari kapping. 

 

HER ber til frá BBC Northern Ireland at síggja málini hjá Linfield og dundurskotið hjá Poul Kallsberg, ið rakti yvirleggjaran:

 

##med2##

 

Linfield – Víkingur 2-0 (2-0) - Linfield vinnur samantalt 3-2.

 

1-0: Kieran Offord 22.

 

2-0: Sjálvmál 38.

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Ingi Arngrímsson (Rani Hansen, 88.), Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard (Stefan Radosavljevic, 73.), Sølvi Vatnhamar, Árni Nói Atlason (Arnór Brandsson, 88.), Poul Kallsberg – Jákup Johansen (Jørgen Nielsen, 73.)