uppúr, og so er bara at fáa sær pappírsdukkuna av Malju og øllum vinum hennara, trakktorinum, kúnni, hestinum og mongum øðrum at spæla við. Í alt eru 26 smálutir. Tá ið ein er liðugur at spæla, er pláss fyri [...] mennandi smábarnabólk í føgrum litum til foreldur og tey minstu at hugna sær við. Í bókin eru fleiri hurðar í ymsum litum. Ætlanin er so, at børnini skulu banka uppá og vita, hvat goymir seg aftanfyri hurðarnar [...] uppá er komin út í næstan øllum londum á okkara leiðum, og hevur rithøvundurin Anna-Clara Tidholm vunnið nógvar virðislønir fyri hesa bók og aðrar bøkur av sama slagi. Niels Jákup Thomsen hevur týtt bókina
bókin má langt síðani vera fermd til at flota. Sjálvur William Heinesen bað staðiliga Heina um at gevast við at tekna, skriva og rokna fyri onnur, og heldur fara undir at skriva "okkurt ordiligt" sjálvur. [...] fyrsta degi varð lagt merki til hansara krøv til sín sjálvs, hetta at alt sum hann hevði við at gera, tað skuldi bara vera í lagi, og at har skuldi eingin koma afturumaftur, ella gera tað betri. Soleiðis [...] hann var als ikki nøgdur við okkurt í málinum. Hetta umframt tað, at hann tá var komin so mikið til árs, at honum ikki dámdi so væl at verða sagdur ímóti. Men Otto gav eina púra greiða forkláring um m
Trygva øll hesi mongu ár sum grannar fingu partvís innlit í hansara tankar á óteljandi løtum við gleði, látri og góðum søgum. Trygvi hevði humor og deildi henda við okkum. Hansara forstáilsi fyri bókmentum [...] báðum Eyðun og Marjun og familjum tykkara. Vit kunnu onki annað siga enn, at Trygvi vil liva víðari hjá okkum í størsta takksemi, at hann bleiv vinur og granni. Harrin styrki tykkum øll í sorgini. ----- [...] bókmentum kom til sjóndar á okkara mongu grannafundum og útferðum. Hann dugdi væl at skriva og orða seg. Hann brúkti ikki tíðina hjá fólki til innantómt prát. Hann var ein gløggur eygleiðari. Í førum vóru
eydnast tað høvundinum heilt væl at halda spenninginum til síðstu síðu. So far so good. Tað heilt góða við hesi bók er, at hon hevur støði í gerandisdegnum hjá føroyskum børnum, at hon er skrivað á einum máli [...] dreymi um at gerast útvarpsmaður, tá ið hann verður stórur. Bjarki nýtir hvørt eitt høvi at herma eftir teimum, og yndisútvarpsmaðurin er ein, sum eitur Elis. So er longu fingið sligið fast, at skemt er [...] bókini, og her hevur høvundurin sera gott hegni at nýta slíkt, sum frammanundan er samtaluevni millum fólk, at geva søguni nakað, sum ger hana stuttliga og lætta at lesa. Lýsingar av gerandisstøðum, eitt nú
tí honum kemur at tørva nógv at standa ímóti við, tá blóðpengapensionistarnir fara at varnast, at hann hevur somu niðurstøðu, sum svartabók sigur at Erlendur Patursson hevði, nevniliga at Tjóðveldisflokkurin [...] ongar burtursæð frá, at vit yvirtóku jólaheilsurnar. Men hesi blindu eygu vóru so helst eisini orsøkin til, at tjóðveldismenn gjørdust so skitzofrenir, at tað brast innanhýsis. Rokni við at tú Páll, fært okkurt [...] Hvat er so tað at fara til amerikumenn ella bretar at biðja teir verja okkum framyvir og lata okkum pening afturfyri, sum Høgni Hoydal nú ber í uppskot. Eg veri ikki tann, sum sigur, at tað at selja landið
framvegis røsk, so hon fer at hjálpa teimum ungu í handlinum. Men hon bedýrar, at hon fer ikki at blanda seg! Um at koma heim Bjarni heldur, at eitt tað besta við at vera komin heim er, at hann aftur sleppur niðan [...] einum bygdardrongi tá í tíðini var ikki so nógv at velja í uttan at fara til skips. Karl vildi hava okkurt annað at dúva á, og hann fór tískil til Klaksvíkar at læra til skómakara hjá beiggja sínum Eliesari [...] síðan níggju ár við Austerlitz. Karl hevði nógv at gera við at umvæla skógvar, tá ið hann var heima. Tað var so nógv, at onkuntíð plagdi Edvard beiggin, at hjálpa honum. Hann sigldi eisini nógv ár við Bartal
kirkjugangari og segðist at duga meira enn at mata seg. Ikki færri enn trý kvæði verða her prentað fyrstu ferð. Hitt gamla kvæðið, Ílints tættir og tvey, sum Tróndur yrkti sjálvur fyrst í hesi øldini: Gunnars kvæði [...] Tungulist. Prísur fyri bók og fløgu er 390.00 kr. Fløgan fæst eisini fyri seg. Í sambandi við hesa nýggju bókaútgávuna verður samkoma í Listaskálanum í dag kl. 16, har øll eru vælkomin. Á hesi samkomu verður eisini [...] hevur greitt bókina til prentingar og skrivað inngang og viðmerkingar um kvæðini. Hann skrivar m.a., at Á Trøðni blómaði í fleiri ættarlið føroysk kvæðamentan, og nógvir tiltiknir skiparar hava verið í ættini
býttari enn so, at teir vóru nóg realistiskir til at vita, at vildi Danmark ikki geva okkum loysing, so vildi føroyski veljarin tað hvaðna minni, tí var bara eitt at gera ? tað var at lokka, lumpa og lirka [...] hoydalsmeting yvirfyri hesi ósympatisku pengaavpressing, ja, so fara menn hálvgrátandi út í verðina sum lippandi smádreingir at forklaga fyri ST við bønarskrivi! Vert er at hava í huga, at størri hjálandaveldi [...] um siði áttu løgtingsmenn at havt høvi til at úttala seg í slíkum álvarsmáli! Ella er tað so spinnandi galið, at embætismenn hava verið undir trýsti og vórðu tvingaðir til at fara útum sína náttúrligu
gina. At liva er at líða Men tað verður ikki bara lætt. ”At liva er at líða” segði týski heimspekingurin Arthur Schopenhauer. Og tað at nema sær útbúgving er eisini at líða. Um tit ikki duga at fóta tykkum [...] fíggjað úr Føroyum. Ein orsøk til, at eg í dag sleppi at gera tað, sum eg tími at gera, er, at eg fylgdi mínum hjarta, tá eg eftir bachelor-prógv í samfelagsfrøði valdi at taka eina smæla útbúgving í rel [...] 25-06-2015 Tað er bæði gott og neyðugt at stremba og seta sær mál. Men lukkan er ikki bara tengd at hesum at koma uppá tindarnar. Tað góða lívið snýr seg ikki bara um at vera fremst og best. Tí uttan ósjónligu
vaksin sum børn, niðan í hagan at hjálpa til. Tá høvdu tey primus við sær at kóka drekka, so hetta vóru hugnaligir dagar, eisini at kunna hoyra fuglin láta. So var tað at ganga eftir torvi. Hetta kundi [...] fleiri, sum fóru at velta korn, og tað kundu vera nokk so stórir akrar. Tað var byrjað at loysa til akurs í mars. Tá ið apríl var byrjaður, var farið at bera tøð, og tað var liðugt at velta út móti summarmála [...] avlogaður, fór tær at lata av sorninum. Tær høvdu tvey treskitrø. Tær fyltu uppi eitt trog og stoyttu so niður á gólvið, so løgdu tvey seg at treskja, at banka tað sundur. Tað var tá so turt, at dumban skiltist