Pisurøða í Viðarlundini í Havn 25-06-2015
Tað er bæði gott og neyðugt at stremba og seta sær mál. Men lukkan er ikki bara tengd at hesum at koma uppá tindarnar. Tað góða lívið snýr seg ikki bara um at vera fremst og best. Tí uttan ósjónligu hetjurnar í gerandisdegnum hevði okkara samfelag dottið sundur.
Herfyri hoyrdi eg ein føroyskan vinnulívsmann, sum setti seg niður at brúka høvdið seinast í hálvfemsunum. Hann hugsaði uttanfyri boksina. Hann vildi bróta upp úr nýggjum, og heilt ítøkiliga skilti hann ikki, hví føroysk fiskiskip tveittu tveir triðingar av veiðuni fyri borð aftur. Tíggjutals túsund tons av mati í havið hvørt ár. Kvotur, sum reiðarar fáa fyri einki. Hann fekk eitt hugskot, og síðani 2002 hevur hansara virki útflutt fyri 1,3 milliardir krónur – primert til Afrika, men eisini til evropeiska meginlandið.
Tá tú fert inn á heimasíðuna hjá hesi fyritøkuni, so er slagorðið stutt og greitt: brúka høvdið!
Og hendan fyritøkan brúkar síni høvd í bókstavligari merking. Tí hon úflytir einki minni enn….. turkað toskarhøvd! Høvdavirkið í Leirvík – ársins virki í 2005 – keypir og foredlar tað, sum onnur tveita burtur. Og tá eg ringdi til virkisleiðaran, Jákup Andrias Jacobsen, og spurdi um eg kundi fáa eitt toskarhøvd, so sendi hann ein fullan posa heilt suður til café latte-stættina í kontórshavn, sum antin er í SMS, á Facebook, ella – mest sannlíkt – báðastaðni í senn.
So nú kunnu havnafólk við sínum egnu eygum síggja, hvussu eitt toskarhøvd sær út, og tit kunnu enntá sleppa at nema við tey eftir røðuna.
Brúka høvdið
Góðu studentar og góðu HF’arar:
Í trý ár hava tit brúkt høvdið, og nú heysta tit fruktirnar. Tit eru millum heimsins hepnastu ungdómar í heimsins mest gávumildu útbúgvingarskipan. Eg havi búð eitt nú í London og í Ísrael, og tá eg greiði mínum útlendsku vinum frá, at vit føroyingar ikki eru niðurbundnir í lestrarskuld í mong, mong ár eftir loknan lestur, so vildu tey givið hálvan armin fyri at vera ung á hesi merkiligu planetini, sum tey rópa Skandinavia.
Spurningurin er so, hvat nú? Hvat skulu tit gera við hetta ólukku prógvið? Hvør er næsti leikur í tykkara lívi?
Ein tann slitnasti boðskapuin á pisufundum sum hesum man vera, at tit skulu fylgja tykkara hjarta, og tað havi eg sjálvur eisini sagt fyrr á hesum røðarapallinum. Finn tað, sum tær dámar at gera, og sum verðin kann fáa gleði av. Og um tú ikki hevur funnið tað enn, halt so á at leita. Eitt gott lív er at gera tað, sum tú vilt, og at vilja tað, sum tú gert.
Hetta er alt samalt púra rætt, men eg havi eg hug at leggja nakað afturat. Tí sjálvandi skulu tit fylgja tykkara hjarta, men tit eiga samstundis at taka atlit til nakrar kyniskar veruleikar. Tykkara útbúgvingarval hevur nevniliga avleiðingar fyri tykkara møguleikar seinni í lívinum. Summar útbúgvingar eru smælari enn aðrar. Summar eru minni eftirspurdar enn aðrar. Og einaferð eru tit liðug. Einaferð skulu tit brúkast til okkurt. Einaferð fara tit at skriva umsóknir til kræsnar og selektivar arbeiðsgevarar. Tað er stuttligt at lesa og læra, men man lesur ikki bara til stuttleika. Summi fylgja sínum hjarta so blint, at teirra avgerðir við tíðini gerast meiri avmarkandi, enn tey høvdu ímyndað sær.
So tá tit nú leggja frá landi, skulu tit sjálvandi brúka tykkara hjarta, men gloymið ikki høvdið.
Og heilin, hann skal ikki bara brúkast í sambandi við val av útbúgving. Søgan um Høvdavirkið er ein søga um, at tað loysir seg at hugsa út um givna veruleikan, trúgva uppá síni hugskot og fara í gongd. Tað eru slík fólk, sum reisa varar og leggja nakað eftir seg.
Norski rithøvundurin Nordahl Grieg skrivaði, at “Verden tilhører dem, der gider”. Heimin eiga tey, sum tíma. Sum tíma at vera virkin, og sum einki hava ímóti onkuntíð at villast. Um tú ongantíð torir at fara í holt við okkurt, sum kann miseydnast, so kundi tú tað sama verið ein steinur ella eitt træ her í Viðarlundini. Ikki at tora er tað allar størsta niðurlagið.
Eg veit ikki, hvussu tað er í dag, men tá eg las í Keypmannahavn, var hugburðurin mótvegis Føroyum sera destruktivur millum føroysk lesandi. At lima seg inn í hatta provinsiella grenjið á Oyrasundskollegiinum, sum altíð vísir á skeivleikar við Føroyum, men sjáldan á loysnir, er lítið uppbyggjandi. Á asfaltinum í Keypmannahavn tosa tey nógv um globalisering. Á Høvdavirkinum í Leirvík liva tey globaliseringina.
At liva er at líða
Men tað verður ikki bara lætt. ”At liva er at líða” segði týski heimspekingurin Arthur Schopenhauer. Og tað at nema sær útbúgving er eisini at líða. Um tit ikki duga at fóta tykkum í mótgongd, so verður avrikið hareftir. Uttan mun til, hvat tit velja, so fara tung tíðarskeið at koma. Og tað er tá, at tit prógva, hvørjum tilfari tit eru gjørd úr.
Hóast tað er ein bagatell, so kann eg nevna, at sjálvur dumpaði eg mína allar fyrstu próvtøku á universitetinum. Eg græt og illa lat og var sannførdur um, at hetta fór ongantíð at ganga. Men pápi mín bað meg taka tað róligt og segði við einum smíli: ”Heini, tú ert ikki ein rættiligur studentur á universitetinum, fyrr enn tú hevur dumpað – og reist teg aftur.”
Og tí er hart arbeiði eisini ein dygd, sum eg vil senda við tykkum á ferðini.
Og vit vera dag og dagliga mint á, at hart arbeiði loysir seg. Hygg at seinastu avrikunum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, ella kvinnuliðnum hjá Havnar Fimleikafelag, sum herfyri gjørdist nr. 11 í heiminum. Eitt annað dømi er komandi rektarin á nýggja miðnámsskúlanum í Marknagili, Bogi Bech Jensen, sum hevði lesitrupulleikar og í heila tikið stórar trupulleikar í skúlanum, áðrenn hann gjørdist granskari, professari – og nú rektari. Og hygg at alirisanum Bakkafrost, sum saman við restini av alivinnuni mundi farið á heysin fyri 10-15 árum síðani, men sum í fjør útflutti fyri 2,6 milliardir krónur.
Ósjónligu hetjurnar
Men lukkan er tíbetur ikki bara tengd at hesum at koma uppá tindarnar. Tað góða lívið snýr seg ikki bara um at vera fremst og best. Øll eru ikki úrmælingar, og øll kunnu ikki vera úrmælingar. Í dag koma alt ov nógv fólk út í svárar trupulleikar, tí teirra væntanir til lívið eru púra órealistiskar. Góða pisa, tað snýr seg um at finna tað, sum tú hevur hug til at gera, og gera hetta so væl sum gjørligt – eftir førimuni. Eg hugsi um allar tær ósjónligu hetjurnar í gerandisdegnum, sum fáa okkara vælferðarsamfelag at hanga saman. Fólk, sum ongantíð stjala yvirskriftir, men sum vit ikki kundu verið fyri uttan.
Pedagogarnir, sum taka sær av okkara børnum hvønn dag. Sjúkrarøktafrøðingarnir, sum eru har, tá sjúka rakar og lívið fer í stand-by. Heimarøktirnar, sum taka sær av okkara gomlu, tí vit sjálvi ikki hava stundir. Kommunumenninir í litríkum vestum, sum alt árið og í øllum veðri gera býin reinan og nossligan, uttan at nakar gevur sær far um teir. Øll hesi tannhjulini í tí stóra maskinarínum, sum vit rópa vælferðarsamfelagið. Og detta tey frá – ja, so dettur alt sundur. So góðu pisur, hesar yrkisleiðir eru minst líka neyðugar og týdningarmiklar, nú tit sjálvi skulu velja.
Nú vit tosa um skrellimenn, leita mínir tankar aftur til eina palestinska flóttalegu, sum eg vitjaði í 2008, tá eg búði í Miðeystri. Illa luktandi ruskdungar so langt sum eyga rakk, tí ongir skrellimenn vóru at beina ruskið burtur. Fjøllini av ruski vóru regulerar bakteriubumbur, sum fyrst og fremst raktu børnini. Og tá tey blivu sjúk, vóru eingir faklærdir sjúkrarøktafrøðingar at taka sær av teimum.
Eitt gott og virðiligt lív er ikki bara at vinna Nobel-heiðurslønina, at blíva føroyameistari, evropameistari, professari ella vinnulívskanón. Herfyri skrivaði ein av mínum kollegum á donsku Weekendavísini soleiðis í eini ógvuliga persónligari klummu:
“Eg droymdi um at ganga á mánanum, takka fyri Nobel-heiðurslønina og skora sigursmálið í avgerandi dystinum. Eg endaði sum pápi at fýra, eg smyrji matpakkar hvønn morgun, og tað er eisini heilt ókey.”
Í 2003/04 arbeiddi eg á einum barnaheimi í Suðurafrika fyri heimleys og HIV-smittað børn í einum fátækrabýlingi uttanfyri Cape Town. Á hesum heiminum arbeiddi ein stór afrikansk kvinna mitt í tretivunum við tí ógvuliga hóskandi navninum, Precious (sum eg eisini havi nevnt fyrr á hesum røðarapallinum). Hon hevði ein einstakan dreym her í lívinum, og tað var at læra heimleysu børnini enskt, so tey einaferð kundu fáa møguleikan at sleppa í skúla. Í langa tíð høvdu hinar kvinnurnar á barnaheiminum savnað pengar til ta gávuna, sum Precious ynskti sær meiri enn nakað annað: eina enska orðabók. Og tá Precious hevði føðingardag og fekk hesa orðabókina, græt hon av gleði. Nú kundi hon realisera sín dreym – at hjálpa neyðstøddum børnum úr fátækradømi.
Sjálv fekk Precious ongantíð eina útbúgving, og fyri hana var vegurin úr slumminum ógjørligur at finna. Men hon var eitt glaðari, meiri lívsjáttandi og meiri inspirerandi menniskja enn t.d. mín professari á King´s College í London, sum hevur alt hugsandi akademiskt bringuprýði. Don’t get me wrong, fátækradømi er av tí ónda, men ein fátæk kvinna í slumminum í Suðurafrika kann liva eitt virðiligari lív og geva heiminum meiri enn ein gronutur professari í London.
Og soleiðis kann eitt menniskja, sum í útgangsstøðinum hevur øll odds ímóti sær, vinna á teimum forðingum, sum vit menniskju hvør í sínum lagi eru dømd til at liva við. Lívið er hamrandi órættvíst, men tað snýr seg um hugburð. Tað snýr seg ikki um, hvør tín lagna er, men hvussu tú ber tína lagnu.
Fylg tínum hjarta
Og so koma vit til seinast til hjartað, sum sjálvandi eisini skal nevnast.
Fyri trimum vikum síðani luttók eg á einum ST-fundi í Saudi Arabia, og alla seinastu viku var eg á ST-høvuðsborgini í Geneve í Sveis, í báðum førum í sambandi við eina granskingarverkætlan á King’s College, University of London, sum eisini er fíggjað úr Føroyum. Ein orsøk til, at eg í dag sleppi at gera tað, sum eg tími at gera, er, at eg fylgdi mínum hjarta, tá eg eftir bachelor-prógv í samfelagsfrøði valdi at taka eina smæla útbúgving í religiónsvísindi í London. Ein útbúgving, sum als ikki er skræddaraseymað til ein tódnaðan arbeiðsmarknað.
Fyri tey flestu av tykkum er tað allarhelst okkurt heilt annað, sum tit brenna fyri. Uttan mun til, um tín hugur stendur til løgfrøði ella listasøgu, handilsskap ella humanbiologi, stórar maskinur og hamarar, ella eitt turkað toskarhøvd, so eru míni ráð einføld: finn tað, sum tú brennur fyri, og sum verðin kann fáa gleði av.
Sum frá líður fara tit eisini at sanna, at tað er ferðin heldur enn málið, sum hevur týdning. Eg plagi onkuntíð at ganga túr við dóttrini her í plantasjuni – hon verður fýra nú á ólavsøku – og tað kann saktans taka okkum ein heilan og holdigan tíma at koma frá brúnni har niðri og niðan í dunnuhylin við minnisvarðan. Hon skal nevniliga kanna hvørja einastu detalju á vegnum niðan. Blomstrini, sniglarnar, droparnar á bløðunum, hømiliur og mosa, síl og mýggjabittar. Fyri meg snýr tað seg bara um at koma niðan – og koma oman aftur. Men í grundini er tað eg, sum forsømi lívið, og hon, sum livir lívið.
Tað er bæði gott og neyðugt at seta sær mál – tað er sjálv fortreytin fyri at vit yvirhøvur mennast og okkurt kemur av skafti – men gloymið ongantíð sjálva ferðina.
Tí áðrenn vit vita av, er alt yvirstaðið. Eina løtu sum hesa kundu vit ynskt okkum, at tíðin legði sínar veingir, sum Pól F yrkir, men tað ger hon bara ikki. Vit royna at trýsta á pausu. Vit royna at drepa tíðina, men tað er í seinasta enda tíðin, sum ger av við okkum øll. Tín tíð er avmarkað, so ikki søpla hana burtur við at liva lívið soleiðis, sum onnur vilja hava teg at liva.
Finn tína egnu leið. Brúka hjartað. Brúka høvdið. Ger títt besta. Og njót løtuna, sum í grundini er okkara einasta ogn undir sólini.
So hjartaliga tillukku við próvnum, gott summar, og góða ferð víðari í lívinum!