sum koma til landið - tað veri seg antin í biografarnar ella sum videofilmar ? longu frammanundan hava eitt aldursmark. Og tískil heldur hon, at talan er um dupultarbeiði, tá Filmseftirlitið setur aldursmark [...] ? Vit hava valt at skjóta upp at avtaka Filmseftirlitið, tí at tann moralski sensururin, sum tey áseta er nógv øktur seinastu árini, sigur Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna í mentamálum. Hon greiðir [...] at leggja dent á upplýsingararbeiðið. ? Vit mugu upplýsa børnum og foreldrum teirra vandarnir við hesum, sigur hon. Hon og Bill Justinussen, landsstýrismaður, hava tosað um at koyra hesa uppgávuna yvir á
so skjótt frá okkum. Hann boðaði tá frá, at nú skuldi hann hava meira tíð saman við sínum kæru. Næstan hvønn dag um middagsleitið, tá farið var til døgurða, sóust vit á Hoyvíksvegnum. Góvu okkum tíð til [...] sum var á Abbatrøð. Tíðin gekk, vit komu til mans og hava framvegis bústað í grannalagnum. Børnini hjá okkum eru komin nógv saman upp gjøgnum tíðina, og hjá báðum okkara hava børn sett búgv aftur í grannalagnum [...] Karl Johansen var føddur í Havn tann 3. januar 1935, hann gjørdist sostatt 67 ára gamal. Vit eru grannar og hava verið tað, síðan eg sum smádrongur flutti til Havnar. Sjálvt um Karl var nakað eldri enn
meira og minni, altíð veri. Fólk hava partvíst valt at broyta umstøðurnar og partvíst rætta seg eftir broyttum umstøðum. Hesa gongd mugu vit góðtaka og liva við, hvørt tað eru vit ella onnur ið broytast [...] einki sum vit kunna halda í og vita okkum trygg við. Kann tað sum var gott í gjár, vera ónt í dag, ella tað sum er ónt í dag, vera gott í morgin? Um so er, hava vit veruliga grund til at óttast, tí tá er munurin [...] Vit skula velja hvørja ríkisrættarliga støðu okkara land skal virka undir, ein møgulig oljuvinna dagar í havsbrúnni, og á so mangan annan hátt bjóðar dagligi dagurin okkum broytingar. Vit broytast eisini
seinni setir fyritøkan hús nummar 22 upp, og hetta eru samstundis fimtu húsini, sum Brigada Hús byggir á Kambsdali. Brigada Hús hevur sett hús upp ymsastaðni kring landið. - Tá vit settu fyrstu tvey húsini [...] sum ætla sær eini hús frá okkum, og soleiðis byggja vit bara fyri viðskiftafólk, har avtalur eru komnar upp á pláss frammanundan. Hann vísir á, at avtalur verða gjørdar um húsini, og tá viðskiftafólk halda [...] eg hugsaði ikki stórvegis um, at tað kundi gerast trupult at selja hús á Kambsdali. Tað sigur Beinir Nolsøe Olsen. Kambsdalur var tá ikki júst so attraktivur, sum Beinir Nolsøe Olsen hevði hildið. Sjálvur
kendist spennandi at kunna tosa við og fáa eina fatan av, at vit hoyra til øll - eisini vit í hesum oyggjum - í einum stórum heimi. Summarið 1976, tá ið amerikanarar hildu 200 árið at Sambandsríkið varð stovnað [...] og heystið sama ár, Carter varð valdur forseti, høvdu vit feðgar verið uttanlands, í Danmark. Mín fyrsta uttanlandsferð. 4 ár seinni, heystið 1981, tá eri eg 15, nevndi, minnist eg, í Argja skúla, Kristian [...] at nú hevði Carter tapt móti einum Ronald Reagan. Reagan komu vit at hoyra nógv meiri um. Og súsið av altjóða politikki kendist nær, tá ið týðandi fundur varð hildin í grannatjóð okkara fyri vestan heystið
VoxPop. At Eyðfinn var sera vitandi inn tónleik, vita vit øll, sum kendu hann. Og at hann dugdi væl at brúka sína vitan, hoyrdu vit so væl, tá hann saman við James Olsen – teir vóru morgunvertir [...] keypti Eyðfinn hús norðuri í Sundunum í Kollafirði, har hann treivst væl. Í 2007 fylgdi Eyðfinn við, tá Miðlahúsið keypti Rás2 frá Petur Jacobsen, og har starvaðist hann til 2014, tá hann fór at arbeiða [...] 20. juni 1969 – 23. august 2021 Ikki varnaðust vit, at nakað var galið hjá Eyðfinni, tá hann fór í summarfrí beint eftir ólavsøku. Longu týsdagin eftir endaði hann á Landssjúkrahúsinum við blóðtøppi
redaktiónir og blaðfólk úti kring landið. Vit hava spjatt kreftirnar fyri á tann hátt at røkka alt landið. Nú vit hava fingið atgongd til góð høli í høvuðsstaðnum hava vit eisini roynt at savna fleiri góðar kreftir [...] sum nýggi bústaðurin hevur við sær. Vit hava tí eisini gjørt broytingar í bygnaðinum. Eitt nú hava vit niðurlagt redaktiónir okkara í Saltangará og í Sandavági. Vit varðveita tó redaktiónirnar í Suðuroynni [...] meira sjónlig kring landið. Vit vilja vit hesum eisini takka teimum mongu í Saltangará og í Sandavági og í umhvørvunum har, sum hava stuðlað okkum. Tað skal vera okkara vón, at vit við hesum broytingum ikki
siga, at landsliðið fer úr Vágum mikumorgunin, og tá verður kósin sett beinleiðis til Chisinau. -Vit hava havt samband við fótbóltssambandið í Moldova, og vit vita ikki annað, enn at dysturin verður har hóskvøldið [...] sum í løtuni er á FM1, og hann leggur aftrat: -Um tað vísir seg, at dysturin verður fluttur, so laga vit okkum til nýggju støðuna. Landsliðið fer avstað við leiguflogfari, so tí viðvíkjandi verður eingin [...] seinnapartin á Tórsvølli. https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/tad-er-ovist-hvussu-tad-verdur-vid-landsdystinum/
Jóansøkuna er kærkomið, tað veri seg at selja, framsýna, framføra v.m. Tey, ið hava áhugað at luttaka, kunnu venda tær til Kristin, teldupost: [email protected] ella tlf. 611092. -Vit hava eisini ein dreym um at [...] sjálvboðin hjálparfólk við í Jóansøkuna. Her hugsa vit serliga um at fáa borgarar og feløg , sum frammanundan ikki hava við ítrótt o.a.at gera, at taka eitt tørn, tá økið skal gerast klárt, ella eina vakt sum [...] Tvøroyri hevur seinastu tíðina verið í holtur við at fyriskipa Jóansøkuna 2011. -Vit halda okkum nú vera komin so mikið langt, at vit kunnu byrja at lýsa tiltakið, siga fyrireikararnir. Við tí ætlan, at gera
Tað veri seg grønar vikur, konudagur, bindiklubbadagur og annað, og felags fyri øll tiltøkini hevur verið, at undirtøkan hevur verið stak góð. Aftur í ár verður eitt líknandi hugskot sett í verk, tá Tora [...] sum endar við einum vaskikonukvøldi. Hesin serligi dagurin byrjar spakuliga klokkan 9 um morgunin, tí tá er Norðurlandahúsið opið, so fólk kunnu hittast og fáa sær ein drekkamunn við onkrum afturvið. Sjálv [...] at allar vaskikonurnar eisini kunnu fara á felagsfundin, sum er á Vaglinum klokkan 15. Henda dagin hava eisini fleiri handlar í miðbýnum serlig tilboð til tær vaskikonur, sum er við til tiltakið. Um kvøldið