Stríðsmaðurin og grannin Karl Johansen farin

Minningarorð

Tíðliga fríggjamorgunin hyggi eg út gjøgnum vindeyga út á Nólsoyarfjørð, sum er fastur táttur á morgni. Í grannalagnum, niðri í Vørðsluni, síggi eg, at flaggstongin hjá Karl ber Merkið á hálvari stong.

Hvørjum mundi hann flagga fyri? Sera dátt komu boðini løtu seinri um, at Karl sjálvur var farin. Vit báðir tosaðust við dagin fyri, men sum orðatakið sigur, ongin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir.

Karl Johansen var føddur í Havn tann 3. januar 1935, hann gjørdist sostatt 67 ára gamal.

Vit eru grannar og hava verið tað, síðan eg sum smádrongur flutti til Havnar. Sjálvt um Karl var nakað eldri enn eg, so hevur tað ongantíð skilt okkum báðar. Karl var ein góður forsprákari og dugdi so sera væl at skipa fyri, tá ið nakað skuldi gerast í grannalagnum. Abbatrøð, Vørðslan og Glaðsheyggur hevur verið samlingsstað hjá okkum, sum eru uppvaksin her.

Hvør minnist ikki Vørðsluna, sum tá var okkara fótbóltsvøllur og miðdepil hjá viðhaldsfólki hjá B36, og vit høvdu vøllin hjá Traber, har eisini krokk varð spælt, og so høvdu vit Frúutrøð, tann grøna blettin, áðrenn nakað varð bygt har. Har var besta skreiðiplássið á vetri.

Á Glaðsheyggi, har gamla "sand- og kolasølan" var fyrr, høvdu vit í ártíggju eitt tað størsta bálið, sum var í Havnini á nýggjárinum, og tað var millum annað Karl, sum skipaði fyri hesum. Vit dreingir frøddust um tiltøkini og samanhaldið, sum var á Abbatrøð.

Tíðin gekk, vit komu til mans og hava framvegis bústað í grannalagnum. Børnini hjá okkum eru komin nógv saman upp gjøgnum tíðina, og hjá báðum okkara hava børn sett búgv aftur í grannalagnum.

Í mínum arbeiði sum býráðslimur og landspolitikari kom eg at hava nógvar og positivar løtur saman við Karl. Hann var ein vitigur og góður maður at spyrja til ráðs, tað veri seg innan sáttmálar og lógarsmíð, alt sum hevði nakað við dagligdagin hjá okkum øllum at gera. - Karl sat sum varalimur í fleiri valskeiðum í Tórshavnar Býráð, og tað varð altíð lurtað væl eftir, tað hann tosaði. Hann var sum sagt sera væl inni í øllum viðurskiftum.

Nógv kundi verið tikið fram um Karl hjá Talis. Karl var ein góður og trúfastur maður, hann legði alla sína orku í felagsarbeiðið hjá Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann vildi, at korini hjá hansara limum skuldi vera góð, og sat hann sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í 25 ár. Hann er nokk tann formaður, sum hevur myndað formanspostin á ein serligan hátt. Ikki hava verið nógvir arbeiðissteðgir í hansara tíð. Hann hevur næstan altíð kunnað samráðst seg til nýggjar sáttmálar. Og tað krevur hegni og sín mann.

Í samrøðu í Útvarpinum herfyri hoyrdu vit eisini, hvussu væl Karl dugdi at siga frá sínum uppvøkstri og sínum lívi. Bæði sum útróðrarmaður, sjómaður, arbeiðsmaður og fakfelagsformaður. Hann hevði m. a. siglt við trolara í Íslandi og Grønlandi. Veit eisini at Karl sigldi við Affa, verfaðir.

Karl dugdi so sera væl at siga frá søgum og hendingum. Kongabrúgvin var jú staðið, har alt hendi fyrr í tíðini. Undir neystunum varð tosað um útróður, sigling ella hendingar á keiini.

Karl arbeiddi hjá Balslev, sum helt til á havnaøkinum, áðrenn farið var niðan til Hoyvíkar. Hann hevur í heili 38 ár koyrt og borið mangan farmin til umbygging og nýbygging av húsum runt alt landið.

Ikki vardi tað meg, at Karl, sum tann 16. desember í fjør hátíðarhelt 25-ára dagin sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, skuldi fara so skjótt frá okkum. Hann boðaði tá frá, at nú skuldi hann hava meira tíð saman við sínum kæru.

Næstan hvønn dag um middagsleitið, tá farið var til døgurða, sóust vit á Hoyvíksvegnum. Góvu okkum tíð til eitt lítið prát ella vinkaðu til heilsan, tá ið vit møttust. Nú verður onkið prátið okkara millum meira, Karl hevur heilsað og sagt farvæl fyri seinastu ferð. Saknurin verður stórur hjá okkum, sum kendu Karl.

Góði Karl takk fyri góð minnir. Jesus veri við tær.

Í djúpari samkenslu við tær Thea, børnum og verbørnum, abbabørnum og næstringum fara eg at lýsa frið yvir minnið um vinmannin, grannan og stríðsmannin Karl Johansen.

Heðin Mortensen við familju