seg, teir dagarnar, hon hevur eftir í starvinum í Suðuroy. Hon skuldi annars tann 1. oktober flyta í kommunulæknastarv í Klaksvík. Aibritt á Plógv sigur, at Trivnaðarmálaráðið hevur verið í samband við læknan [...] klaga um læknan er komin til Trivnaðarmálaráðið, sigur Aibritt á Plógv. Onkur einstakur persónur hevur ringt til okkara, men vil ikki leggja navn til nakra klagu. Men tá málið varð alment gjøgnum fjølmiðlarnar [...] er setanarmyndugleiki hjá kommunulæknunum og kann eisini loysa teir úr starvi, meðan landslæknin hevur eftirlitsmyndugleikan. Aibritt á Plógv sigur, at landslæknin eisini kannar hetta málið í løtuni, og
Orsøkin var ilttrot. Streymslit var tíðliga leygarmorgunin í oynni, og hetta hevur verið orsøkin til, at fiskurin ikki hevur fingið neyðugu iltina. Hørður Wardum frá Fiskaaling sigur, at orsakað av str [...] boðini komu ongantíð fram til Fiskaaling um streymslitið. Streymslitið hevur eftir øllum at døma eisini gjørt, at telefonkervið ikki hevur riggað, soleiðis at boðini ikki komu fram umvegis skipanina. ?Vit eru [...] streymslitinum hava pumpurnar ikki megnað at pumpað sjógv til kørini, og fiskurin hevur ikki fingið nóg mikið av ilt. Streymslit er kortini ikki nakað, sum ikki er komið fyri áður, men munurin var bara, at
hevði fingið sendandi frá Niels Midjord, sum hevur teknað sjálvt húsið. ? Niels Jordan, sum hevur staðið fyri ljóðviðurskiftunum í Operahúsinum í Sydney, hevur hugt uppá útrokningarnar, og var hann samdur [...] hetta, sum ger, at ljóðviðurskiftini eru so góð, sigur Johannes Steingrund, sum er verkfrøðingur og hevur spesiali innan akustikk. Fyri at fáa opitimal ljóðviðurskifti skal ein kunna broyta eftirklangstíðina [...] verður eftirklangstíðin stytri, og og tí sjálvsagt longri, um gardinurnar eru drignar fyri. Kórsangur hevur til dømis langan eftirklang, og tá verða gardinurnar tí drignar fyri. Tá talan er um rock/pop-konsertir
er ein heilt nýggjur bilur. Bilurin hevur elegant design og koyrieginleikar, sum eru fult á hædd við evropeisku kappingarneytarnar. Mazda 6 er 7,5 cm longri og hevur 6,5 longri aksilfrástøðu enn forgangarin [...] "anti-piskesmæld" setur og airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Bilurin hevur eisini nógva innbygda trygd. Mazda 6 hevur nógva útgerð sum standard, sum t.d. aircondition, el-síðurútar framman, el-síðuspegl [...] instrumentborðinum. Sama er galdandi fyri koyrieginleikarnar, har ein nýggjur undirvognur ger at bilurin hevur meira sportligar koyrieginleikar. Bilurin fæst í útgávunum Comfort, Touring og Sport. Aluminium motorar
marknaðinum hevur havt skaðilig árin. - Í ár hava marknaðarprísirnir við svartkjafti verið í botni, og talan hevur verið um nýtt met í lágum prísum, vísir Hanus Hansen á. Við hesum í huga hevur Næraberg havt [...] Sum nevnt omanfyri á síðuni hevur JFK Trol higartil mist 9 milliónir uppá svartkjaftaævintýrið við Nærabergi síðani mars 2000, tá fyrsti túrurin varð gjørdur. Fyritøkan hevur gjørt greitt, at teir ikki [...] fortreytir at virka undir, og hóast Hanus Hansen heldur fram í verkætlanini saman við Kjell Inge Røkke, hevur hann eina realistiska áskoðan komandi árini. - Tað heila er ógvuliga ótrygt, og væntandi verður yvirskot
kommunan hevur viðgjørt umsóknir um enn fleiri virkir á havnalagnum. Alt asfalterað Hóast rættiliga nógv planeringsarbeiði og byggivirksemi hevur verið á havnalagnum á Toftum seinastu árini, hevur eydnast [...] øktur. Hetta hevur givið arbeiðsfólkunum á landi støðugari arbeiði og økta inntøku. Sama er at siga um sjófólkið, sum býr í kommununi, ið eisini hevði eitt gott ár í 2002. Útróðurin hevur eydnast væl og [...] fluttu úr kommununi. Hetta var gongdin í fólkatalinum í Nes kommunu í 2002. Vøksturin í fólkatalinum hevur ført við sær, at næstan eingi hús standa tóm í kommununi í dag. Nýggj hús eru bygd, og onnur standa
vur og eyka lesnað. Hanne Jacobsen, studenta-skúlalærari, hevur skrivað frágreiðingar og gjørt uppgávur til myndagreining. Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera siðfrøði. Hetta er arbeiðsbók [...] tí prýðilig bók, við málningum frá ymiskum tíðarrákum í listasøguni. Grafik Studio hevur gjørt permuna. Hestprent hevur prentað. Bøkurnar fáast frá Bókamiðsøluni og bókabúðunum. Grundbókin er 78 blaðsíður [...] Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið nýtt og fjølbroytt tilfar út til undirvísingina í kristni, har serligur dentur verður lagdur á at viðgera siðfrøðilig evni. Tilfarið er samansett av grundbók, næmingabók
at sigla við ferðafólki á sumri. Tað hevur ligið til Knút at hava áhuga fyri politikki, og hann hevur verið valevni fyri Sjálvstýrisflokkin í Norðoyggjum. Hann hevur kent nógv fólk, og mong hava kent hann [...] Knút hevur verið klaksvíkingur mestsum alla sína tíð, hóast røturnar koma av Eiði. Bæði foreldrini, Morentza, f. Johannesen, og Jørgen Olsen, vóru ættað av Eiði, men búðu í Klaksvík. Morentza og Jørgen [...] Karin K hjá Kjølbro. Annars tók hann handilsskúlaprógv í 1963, heimaskiparaprógv í 1974, og haraftrat hevur hann merkonomprógv. Síðani hevði Knút mangt og hvat fyri: lærdi til telegrafist, men bleiv ikki liðugur
eisini nummar eitt í síðstu viku og hevur ligið tíggju vikur á hittlistanum. Tað vil siga síðan, hon kom út. Harry Potter og fangin úr Azkaban er nummar tvey og hevur ligið 177 vikur á listanum, og síðan [...] bara fegnast um góðu undirtøkuna, tí rithøvundurin J.K. Rowling hevur syrgt fyri, at næstu árini hjá forlagnum vera gylt. Bloomsbury hevur longu staðfest, at tvær bøkur afturat koma um Harry Potter, og [...] Order of Phoenix« hevur økt søluna av teimum undanfarnu bókunum. Bókin seldi 1,77 milliónir eintøk longu fysta dagin, sum var næstan fimm ferðir so nógv sum fjórða bókin seldi, og hevur sum nevnt ligið ovast
Útnorðursráðið hevur tí altíð sýnt Norðuratlantshavinum og havumhvørvinum stóran áhuga. Útnorðursráðið hevur skiftandi høvuðsevni á skránni og í ár er tað so heilsustamstarv í Útnorði, sum hevur ráðsins áhuga [...] Hartil kemur politiskt trýst. Sum kunnugt hevur USA longu nú lagt stórt trýst á Ísland til tess at fáa landið at gevast við sildrekaveiðuni. Umframt Útnorðursráðið hevur ráðgevandi bólkur hjá Arktiska Ráðnum [...] við umhvørvinum í Arktis. Hóast Føroyar ikki kunnu sigast beinleiðis at vera partur av Arktis, so hevur nógv, sum hendir í Arktis, ávirkan á tað, sum hendir her hjá okkum. Hetta er serstakliga galdandi