er tað at siga, at tað sæst týðiliga at Føroya Skúlabókagrunnur, sum stendur fyri teimum allarflestu útgávunum av hesum slagnum, ikki hevur "seson" á jólum, men at tey á grunninum miða eftir at fáa bøkurnar [...] givnar út í desember í fjør?! tað er ilt at vita. Í hesum sambandi er vert at leggja sær í geyma, at í ársins síðsta mánaði verður aftur bókmentafagnaður í sambandi við at 100 ár tá eru liðin síðan teir báðir [...] føroyska bókaútgávu. Til hetta er stutt at siga, at vit hava fýra høvuðskeldur, at halda okkum til: 1. løgtingslógina frá 1952 um landsbókasavnið, sum m.a. sigur, at landsbókasavnið skal skráseta alt prentað
listamanni er at byrja at mála eitt hvítt lørift. Eg brúki ofta lørift sum palett, tá ið eg máli aðrar málningar, og tá ið eg so taki hesi lørift í brúk, so eru tey ikki hvít longur. Tá er ofta lættari at byrja [...] viðurkennir, at atelierið hjá honum eisini er ein staðfesting av, at hann er blivin meira etableraður sum listamaður. Øll kalla seg listafólk 53 ára gamli Kári Svensson byrjaði sum heilt ungur at mála, og [...] viljað hetta allatíðina, men tað er ein long og strævin tíð at fara ígjøgnum, áðrenn tú heldur, at tú ert komin nakran veg sum málari og kanst fara at kalla teg listamálara. - Í dag eru orð sum listaverk,
Men eg kann vissa tykkum um, at kvinnur, ið avgera at fara upp í politik, sanniliga eisini ætla sær at vera har.?- At vera mamma at heimabúgvandi børnum og hava so langan veg til arbeiðsplássið, haldi eg [...] suðuri. Hugsi ikki, at ein kvinna hevði gjørt tað sama, haldi, at hon hevði flutt til Havnar. Og tá eg so síggi uppmøtingina hjá nøkrum av monnunum, skilji eg væl, at tað ber til at búgva her suðuri. Men [...] førleika, ið ger, at tær megna nógv einsamallar, eru vanar við at taka avgerðir alla tíðina. Men um tølini siga, at tað eru kvinnur við høgari útbúgving, ið fara upp í politik, er hópurin ikki at finna í Suðuroynni
fortreyt fyri, at vit eru eydnusom? Eg haldi ikki, at ljósa tíðin er ein beinleiðis fortreyt fyri, at vit eru eydnusom. Men av tí, at vit lata okkum stýra so nógv av veðrinum, tykist ljósa tíðin at vera fortreytin [...] andi, at flytifuglurin kemur aftur, og at fólkalívið livnar sum heild. Lívsdygdin verður eisini størri, tí sólorkan ger meg betur føran fyri at vera til staðar í lívinum. Hon gevur mær hug at spæla og [...] Føroyum, sum segði, at Føroyar bara vóru nakrir klettar til flytifuglarnar at hvíla seg á. Eg royndi at búgva bæði í Norra og Danmark, men var ikki eydnuríkari har. Tað segði mær so, at veðrið er ikki tann
er undanvindur, hevur man lyndi til at sláa bremsurnar í, tí man óttast, at í morgin er lotið dovna. Kanska torir man bara ikki at trúgva uppá, at tað knappliga fer at ganga so øgiliga gott? – Eg vildi so [...] - Eina bók sum var hent at fara til, og sum sjálvsagt eisini hevði eksistentiellan týðning. Eina bók við yrkingum sum kom út í eini millión eintøkum. Eina bók sum fólk høvdu tørv á, - eina bók, sum sálin [...] er ein roynd hjá filmsskaparanum at lýsa yrkjaran, ið hevur orðið so vælsignað í sínum valdi. - At fara afturum facaduna og at kanna tær mekanismur, ið dríva mannin til at skapa. Jóanes verður av Oddfríða
Lisbeth, eftir at úrslitið gjørdist, at Sambandsflokkurin fór úr átta tingmonnum niður í sjey. Náttina eftir valið gjørdi hon av at fara úr formansstarvinum. Tað var eisini um somu tíð, at hon fór at hugsa um [...] føroyskt umboð á fólkatingi, hevur hon valt at gevast í royndunum at røkka fleiri árum á Christiansborg. - Tað er av persónligum orsøkum, at eg havi valt ikki at stilla upp. Mín heilsustøða er heldur ikki [...] Spurd, svarar Lisbeth, at hon ikki angar nakað hesi nógvu árini í politikki.. - Tað nyttar lítið at angra. Eg havi arbeitt upp á mín máta, og eg eri ikki broytt sum menniskja hesi árini í politikki. Eg
ljósari dag, at nú er brátt summar í hondum«. Vit gleða okkum til summarið, vit fegnast, tí dagurin leingist og náttin styttist, vit gleðast, at hinir heiðafuglarnir koma, at seyðurin fer at lemba, at lív kemur [...] góðu áhoyrarar! Fyrst fari eg at takka fyri tann heiður, mær er sýndur, at halda Grækarismessurøðu her í høvuðsstaði okkara, og eisini fari eg at takka skótunum fyri, at tey so trúliga skipa fyri hesum [...] Keypmannahavn um hesi viðurskifti, og tað er mín vón, at komið verður til eina globala niðurstøðu og samtykt, sum kann gagna veðurlagnum og náttúruni sum heild. At enda kann eg bara mæla okkum øllum at gera sum
og torir at skapa nýggjar rættir við føroyskum rávørum. Summi hálova hansara kreativu evnum, meðan onnur halda, at tað als ikki er matur, hann ger. - Tað kemur fyri, at onkur sigur við meg, at tað, sum [...] førum er tað soleiðis, at tá tey hava roynt gourmetmat, gerast tey positivt ovfarin og koma síðani aftur. Tey finna útav, at tað er ikki neyðturviliga dýrari at eta gourmet, enn tað er at eta á eini meira vanligari [...] londum hevur mann til dømis hjálpt hesi vinnuni soleiðis, at MVG á mati er sett niður. Øll hesi londini blóma veruliga, greiðir Leif Sørensen frá. Hann heldur tað vera spell, at rættir hansara úr føroyskum rávørum
havt framúr evnir at eygleiða og skriva. Ynskir tú tær bøkur í jólagávu? - Ja, eg ynski mær onkra bók í jólagávu. At seta seg væl til rættis við nýggjari bók og góðum kaffimunni við jólagóðgæti afturvið [...] lógir. Hvørja bók hevur tú á náttborðinum beint nú? - Ein av bókunum, sum eg enn einaferð havi liggjandi á náttborðinum, er - Men lívið lær - hjá Heðini Brú. Herbert Olsen heldur, at rithøvundurin hevur havt
aftur hagani. Eg haldi at eg eri betri við lívið enn so. Men innanífrá skilji eg væl hesi fólkini, sum eru heilt harúti í togunum. Tá eru tey farin so langt út, at eingin útvegur var at hóma beint tá. - - [...] og umhugsi at fara aftur í ár. Eg haldi at tað er fantastiskt at kunna koma saman við øðrum sum eru í sama báti sum eg, og sum veruliga skilja ta støðuna sum ein er í. - Tey behøvast ikki at hava somu sjúkuna [...] kenna og vita hvussu tað er at vera sjúkur, og hava soleiðis eina felags grund at tosa út frá. - Jú, eg gleði meg til hetta skeiðið, sigur John, sum ætlar sær at taka útgerðina at mála við á skeiðið. Sum