hava bæði HB og B36 sett hvør sítt uppskot um nýggjan nevndarlim fram. HB hevur skotið Bjarka Mohr upp til sessin, og tó at hann hevur sínar røtur í B71, so man hann nú so smátt kenna seg sum havnarmann. Seinastu [...] aktivur í bestu mansdeildini leikti Bjarki við HB, og hann hevur eisini búð í Havnini í drúgt áramál. Uppskotið hjá B36 er Per Hansen, sum í nógv ár hevur verið virkin í nevndararbeiðinum hjá B36. Her er hann [...] hann er ein maður, sum nevndin í B36 hevur stórt álit á. Seinasta uppskotið kemur úr Eysturoynni, har Magnus á Stongum er í uppskoti til nevndarsess. Magnus hevur í nógv ár lagt stóra orku í fótbóltin
Eitt fólk hevur latið lív, umleið 20 hava fingið skaða, og umleið 300 eru sett í varðhald. Bóndafelagið í Paraguay krevur, at tað almenna skal lata teimum fátæku bøndrunum meiri jørð. Stjórnin hevur sagt, [...] Svøríkis at arbeiða fyri letlendskar fyritøkur. Eitt nú hevur ein letlendsk fyritøka fingið arbeiðið at byggja ein skúla norðan fyri Stockholm, og hon hevur fingið sær letlendskar handverkarar at byggja skúlan [...] 10.000 svenskar krónur afturat um mánaðin. Svenska stjórnin hevur boðað frá, at hon tekur undir við lønarkravinum hjá fakfeløgunum, og tað hevur fingið øði í letlendsku stjórnina. Hon hóttir nú við at fara
Fahrenheit Nine/Eleven, sum hevur verið so nógv umrøddur, og sum hesar seinastu vikurnar hevur verið at sæð í Havnar Bio. At fokus serliga var á hesum filminum, ið hevur sum mál at seta George W. Bush [...] uppgerð millum John Kerry og George W. Bush. Sitandi forsetin hevur í veljarakanningunum verið eitt vet frammanfyri avbjóðaran. Men munurin hevur verið so mikið lítil, at einki er avgjørt, nú amerikanararnir [...] valstríðið og serliga spurningurin um, hvør skal verða forseti, hevur seinastu vikurnar ikki bara upptikið tey í USA. Kring allan heimin hevur verið fylgt væl við í valstríðnum og veljarakanningunum. Tað
venjari á Toftum, og síðani tá hevur hann ikki verið venjari í fremstu røð. Petur er ein av tíggju venjarum í Føroyum, sum hevur tað sonevndu elituvenjara útbúgvingina. Hann hevur tey seinnu árini saman við [...] ókendur í ÍF. Har hevur hann bæði verið formaður og venjari. Hann var formaður frá 1978 og til 1982. Tað var um ta tíðina, tá ið vøllurin í Fuglafirði varð gjørdur av nýggjum. Petur hevur í tveimum skiftum [...] fleiri av hinum elituvenjarunum arbeitt sum instruktørur, og samstundis hevur hann verið venjari í øðrum deildum enn tí fremstu. Í ár hevur hann havt ábyrgdina av unglingunum og 3. deildarliðnum hjá. Í 1999
undirtøku í Klaksvík, og tað kann væl hugsast, at tað eisini hevur við tað at gera, at KÍ og Statoil samstarva. Gestur segði, at felagið hevur eisini arbeitt við at fáa ein annan stóran stuðul, men tað tíverri [...] hjá KÍ. ? Tað hevur verið ein ávís tilgongd, men sjálvandi eisini frágongd, men vit meta, at hópurin er rímuliga breiður til komandi kappingarár, og eisini er hann nakað yngri enn hann hevur verið, greiddi [...] Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, beyð vælkomin og síðani greiddi hann stutt frá samstarvinum, sum er og hevur verið millum KÍ og Statoil. Hann fegnaðist um at sáttmálin nú var komin í hús. ? Høvuðsstuðulsavtalan
designaðir og teknaðir á Kambsdali. Fleiri sáttmálar Alivinnan hevur tikið væl ímóti hesum bátum og hevur nú bílagt fleiri bátar. Tvíkiljan, sum KJ hevur latið Pan Fish í Føroyum, er soleiðis hin fyrsta av trimum [...] slagnum, Hydro-Cat, ið nú er vørumerkið hjá hesum bátum. Skrokkarnir eru smíðaðir í Letlandi, og síðan hevur KJ gjørt bátarnar lidnar í leigaðum hølum hjá Skarðhamri á Borðoyarvík. Tað er KJ, sum eigur alt konseptið [...] heim við Skipafelag Føroya, og tað tekur einar 2-3 mánaðir at gera teir lidnar á Skarðhamri. Nú hevur KJ-Hydraulik so gjørt sáttmála um enn ein Hydro-Cat, sum verður nýbygningur nr. 21. - Tað er Funnings
2001, og tey hava dyggiliga sett dám á steypakappingina. B36 hevur vunnið steypakappingina í 2001, 2003 og 2005 og HB í 2004. Høvuðsstaðurin hevur vunnið tíggju av tólv gullsettum. NSÍ og GÍ hava vunnið hvør [...] seinastu seks árini. Tvey tey seinastu árini hevur landskappingin fevnt um 27 umfør í staðin fyri tey 18, sum vóru á skránni til og við 2004. Longda kappingin hevur roynst framúr væl. Bæði í 2005 og í 2006 [...] VB/Sumba skal verja borg, og hóast ikki alt í fyrireikingunum hevur lagað seg soleiðis, sum tað varð ætlað, so hava suðuroyingarnir gott mót. AB hevur longu gjørt hol í sjógvin í steypakappingini. Hvørki argjamenn
veit eg, at Atli Hansen eisini hevur gjørt. Men kortini hevur hann verið í mongum stríði í flokkinum. Soleiðis eru spælireglurnar nú einaferð. Um ein góðan mánað, hevur Sambandsflokkurin landsfund, og [...] sitandi floksleiðslu í Sambandsflokkinum. Tað hevur hann fullan rætt til. Eg ivist ikki í, at Atli kennir til galdandi mannagongdir í Sambandsflokkinum, tí hann hevur fyrr verið formaður í tingbólki floksins [...] hevði framgongd, men tá hoyrdist einki frá Atla Hansen, hóast hann nú hevur ilt av, at ein onnur veljarakanning vísir, at flokkurin hevur afturgongd. Henda seinna kanningin fær hann at skriva, at nakað er
Stjórnin hjá Hamid Karzai hevur bara ræðið í økinum við høvuðsstaðin Kabul, og Karzai segði herfyri, at teir lokalu krígsharrarnir eru ein stór hóttan ímóti landsins eind. Stjórnin hevur lovað at taka vápnini [...] mannalív, og sambært IMB hevur ágangurin í ár verið tann ógvusligasti í meiri enn tíggju ár. Norska reiðarafelagið sigur við tíðindastovuna ANB, at eingin norskur sjómaður hevur latið lív í sjórænaraálopum [...] Klebnikov. Hann hevur eisini alla tíðina hildið uppá, at hann hevði einki við morðið á Vladimir Listyev at gera. Langur róður Tann 38 ára gamli norðmaðurin Fred Ingolf Strømland hevur sett sær fyri at
síggja. Kjakið er prógvið Um kjakið, sum hevur verið, síðani Ole Wich fyri viku síðani gjørdi tað nú víðgitna homoFObia-merkið, sigur hann, at hetta partvíst hevur prógvað, hvussu skjótt eitt kjak kann avsporast [...] er skjótt, at hetta fer á skeiva kós, sigur Ole. Hevur rokkið málinum Aðra staðni á hesum blaðsíðum sigur Sjúrður Skaale, at eftir hansara fatan hevur Ole Wich nátt máli sínum við at gera homoFObia-merkið [...] hetta prógvar, at hatta merkið er list. Tí tað at nýta føroyska Merkið í hesum hevur givið mær eitt amboð, sum veruliga hevur trongt ígjøgnum í fatanini hjá fólki, og tað var jú eisini tað, sum eg vildi