Tú kennir mannagongdina, Atli

Kaj Leo Johannesen
floksformaður

Atli Hansen, hevði mánakvøldið eina sera kritiska grein í Dimmalætting móti sitandi floksleiðslu í Sambandsflokkinum. Tað hevur hann fullan rætt til.
Eg ivist ikki í, at Atli kennir til galdandi mannagongdir í Sambandsflokkinum, tí hann hevur fyrr verið formaður í tingbólki floksins, og var tá millum annað við í eini roynd at fella táverandi floksformann og løgmann, Edmund Joensen (sum hann var varamaður fyri á tingi).
Sambandsflokkurin er ein demokratiskur flokkur, har veljarin hevur loyvi at geva floksleiðsluni ta ummæli, sum hann heldur hana hava uppiborið. Men eg má harmast, tá eg síggi persónar taka blaðið frá munni, hvørja ferð tá okkurt er at finnast at, meðan somu persónar eru kúrrir, tá tað annars gongur væl. Tað eru bara nakrar fáar vikur síðani ein veljarakanning vísti, at Sambandsflokkurin hevði framgongd, men tá hoyrdist einki frá Atla Hansen, hóast hann nú hevur ilt av, at ein onnur veljarakanning vísir, at flokkurin hevur afturgongd. Henda seinna kanningin fær hann at skriva, at nakað er galið við leiðsluni, og at okkurt álvarsligt má henda á komandi landsfundi.
Um tingini eru so einfalt samanskrúvaði, so havi eg hug at spyrja Atla Hansen, um hann meinar, at einki var galið við floksleiðsluni í desember?
Atli heftir seg millum annað við undirtøkuna, sum formaður Sambandsfloksins fær sum løgmansevni í veljarakanningum. Hesin spurningur, har fólk verða spurd, hvønn tey helst vilja hava sum løgmann, er í nógvar mátar óviðkomandi. Føroya løgmaður verður nevniliga ikki valdur á beinleiðis vali, og tí eru tað heilt onnur viðurskifti, sum eru avgerandi fyri, hvør verður løgmaður. Men sjálvandi er tað altíð óhugaligt hjá mær at síggja, at undirtøkan er lítil, eins og tað eisini man hava verið óhugaligt hjá Atla, tá hann á valinum í 1998, aftaná fýra ár sum tingbólkaformaður, misti heili 44,5% av atkvøðunum. Men sjálvsagt gavst hann ikki við at stilla upp av teirri orsøk.
Undirtøkan, sum floksformenn fáa sum løgmansevni kann svinga nógv. Fyri tað fyrsta, so svitast ikki, at tann sum situr í løgmanssessinum, tá kanningin verður gjørd, fær dygga undirtøku. Harnæst er tað ein spurningur, um ein hevur verið løgmaður ella landsstýrismaður fyrr. Síðani er tað ein spurningur um aldur (bæði persónligur aldur og aldur í politikki) o.s.fr. Ongar av hesum fortreytum tala til mín fyrimun.
Undirtøkan sum løgmansevni er ikki bara ein spurningur um leiðaraevni hjá floksformanninum. Edmund Joensen fekk lítla undirtøku eftir at hann hevði sitið sum løgmaður, men kanska var hetta ein avleiðing av, at hansara bakland (Atli Hansen íroknaður) ikki gav honum tann neyðuga stuðulin?
Eg havi í øllum førum í míni formanstíð roynt at gjørt mítt besta fyri flokkin, og tað veit eg, at Atli Hansen eisini hevur gjørt. Men kortini hevur hann verið í mongum stríði í flokkinum. Soleiðis eru spælireglurnar nú einaferð.
Um ein góðan mánað, hevur Sambandsflokkurin landsfund, og tá kunnu allir limir í flokkinum koma á fund og siga sína hjartans meining um leiðsluna. Men tey sum ikki eru limir longur, mugu tíverri halda seg til blaðgreinar. Harímillum telist Atli Hansen, sum meldaði seg úr flokkinum tveir dagar aftaná seinasta landsfund.
Nú Atli er so harmur um støðuna í Sambandsflokkinum, fari eg at heita á hann um at melda seg inn aftur í flokkin, soleiðis at vit kunnu lyfta í felag. Hetta hevði tænt flokkinum munandi betur, enn tað at standa á síðulinjuni og spæla leiklutin sum almennur atfinnari.
Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum í Sambandsflokkinum - eisini tær Atli Hansen.