spældi við U21 landsliðnum og við A-landsliðnum herfyri, hevur valt at flyta aftur til StÍF. Hann hevur spælt við Team Sydhavsøerne, men felagið hevur ikki yvirhildið sínar avtalur. Málið er framvegis at royna [...] Sydhavsøerne, greiðir Kjartan Johansen frá. Høgri bakkurin, sum nú eisini spækir nógv á høgra vongi, hevur framvegis eina vón um at sleppa av landinum at spæla. - Um alt gongur sum tað skal, so fari eg vónandi [...] strandingum í steypakappingini, sum stendur fyri framman. Ynski er at koma til eitt lið, har hann hevur møguleika at fáa ein størri leiklut, enn hann hevði í Team Sydhavsøerne. - Fyrst og fremst vóni eg
Eitt nú hevur bandin Loyal to Familia roynt at rekruttera ungar dreingir frá Mjølnerparken í sín part, og tað vilja Brothas ikki finna seg í. Ein onnur síða av søkini er, at Loyal to Familia hevur gjørt [...] n. Hetta hevur kostað Brothas milliónir í inntøku seinastu mánaðirnir. Løgreglan í Keypmannahavn er ikki í iva um, at bandakríggið í Keypmannahavn snýr seg um hassj marknaðan. Løgreglan hevur sett up eina [...] eina flytiføra løgreglustøð á Nørrebrúgv og hevur nýtt flogfør og tyrlir at rannsøkja økið, biðið um størri manning, og rannsøkt, handtikið og skuldsett bandalimir. Løgreglustjórin í Keypmannahavn, Anne
Í sambandi við, at Anna Danielsen hevur starvast sum dagrøktari hjá Klaksvíkar kommunu í 25 ár, varð mikukvøldið 23. august skipað fyri hátíðarløtu í spælistovuni hjá dagrøktarskipanini, skrivar Klaksvíkar [...] fram ein heilsan til Annu og handaði henni gávubræv og eitt blómutyssi frá kommununi. Anna Danielsen hevur starvast í tveimum umførum sum dagrøktari, tað fyrra skeiðið var frá 1986-1992, og tað seinna frá [...] hetta var í 1997, greiðir heimasíðan hjá kommununi frá. Nógv er broytt, hesa tíðina Anna Danielsen hevur verið dagrøktari. Fyrstu árini vóru børnini í aldrinum 0-7 ár. Tá skuldu dagrøktaranir gera døgurða
Nú hevur Havnar Bio latið upp fyri atgongumerkjasøluni til føroyska spælifilmin "Dreymar við havið", sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað. Filmurin verður vístur í Havnar Bio frá 6. september til 13. september [...] ið eisini var við í Vetrarmorgun, er Ragna. Handritið hevur Marjun Syderbø Kjelnæs skrivað í tøttum samstarvi við leikstjóran. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum P [...] flytur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, ein heimur uttan Mørk. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma
Rúsan hevur eitt stórt úrval av ginn. Men er tað rætt, at Rúsan eisini selur Tonic at blanda við? Tað var ein spurningur, Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, reisir, nú Løgtingið hevur aðal [...] varð víst á, hvussu stóran týdning tað hevur, at foreldur eru nógv saman við børnunum. Katrin Kallsberg sigur, at tað er staðfest, hvussu stóran týdning, tað hevur fyri atburðin hjá børnunum. – Vit skulu [...] kunnu brúkast í Føroyum. – Og vit eiga at tora at eftirmeta Rúsuna. Sjálvandi er tað fínt, at Rúsan hevur eitt stórt úrval av ginni. Men hví skal Rúsan eisini selja tonic at blanda við? Hava vit ikki privatar
við einum nýggjum liðskipara. Team Rynkeby hevur nevniliga avgjørt, at gera Rúna Juul til liðskipara. Rúni hevur súkklað til Paris tvær ferður og sum heild hevur hann verið ein hollur stuðul hjá súkklarunum [...] súkklarunum undir venjingunum og hann hevur lært teir ein hóp, siga tey í Team Rynkeby Uppgávurnar hjá liðskiparanum, og hinum súkklarunum og fyrireikarunum, eru mangar og fjølbroyttar. Eitt er at samansjóða [...] hugsað um, hví teir ymsu umsøkjararnir hava søkt um at sleppa á liðið. Og er tað onkur, ið framvegis hevur hug at søkja, er tað ikki ov seint, tí seinasta freistin at søkja er 20. august, siga tey í Team Rynkeby
Onkur hevur kanska varnast eina nakað sjáldsama sjón, tá Kroatia hevur spælt í HM í ár. Millum allar menninar á venjarabonkinum, situr ein ljóshærd kvinna. Iva Olivari er einasta kvinnan, sum nakrantíð [...] nakrantíð hevur sitið á bonkinum í einum HM dysti í fótbólti fyri menn. Fyrrverandi jugoslaviski ungdómsmeistarin í tennis er í dag liðleiðari hjá kroatiska a-landsliðnum. – Eg havi ikki upplivað mismun, men eg [...] samrøðu við tíðindastovuna AFP. Hon byrjaði at arbeiða fyri kroatiska fótbóltssambandið í 1992 og hevur verið liðleiðari hjá A-landsliðnum síðani 2012. Hon vísir á, at tað er ikki neyðugt at spæla fótbólt
Aletico Madrid hevur fingið bann í fýra dystir, eftir at hann bleiv burturvístur í fyrru hálvfinaluni móti Arsenal. Bann er eisini staðfest, eftir at Atletico Madrid kærdi dómin. Diego Simeone hevur verið venjari [...] venjari hjá Atletico Madrid síðani 2011. Í tí tíðini hevur hann vunnið Europa League í 2012, og verið í Champions League finaluni í 2014 og 2016. Marseille hevur ikki verið í eini evropesiskari finaluni síðani [...] heimavøllinum hjá Lyon. Hetta er fyrstu ferð síðani 2009, at hesi bæði feløgini møtast. Ikki síðani 1996 hevur eitt felag úr Fraklandi vunnið ein evropesiska finalu. Tá vann PSG Cup Winner’s Cup kappingina, sum
Tað hevur ligið í kortunum, at Hegga Samuelsen skuldi vera odddamaður, tá ið 07 Vestur næsta kappingarár aftur fer at royna seg í fremstu røð, eftir at liðið síðani 2014 hevur verið í næstbestu deildini [...] greitt, at 07 Vestur skal hava nýggjan venjara: -Vit hav samráðst um at leingja samstarvið, men tað hevur ikki eydnast at finna semju, og harvið er tað greitt, at vit skulu hava ein annan venjara, sigur 07 [...] spælarum, og at ungdómsarbeiðið skuldi styrkjast. Á heimasíðuni 07vestur.fo verður sagt, at Hegga hevur gjørt eitt megnararbeiði, bæði í barna- og ungdómsarbeiðnum og sum venjari hjá besta liðnum. Lagt
tað tó gingið niður at bakka fyri í dag 24 ára gamla Wilshere, sum hevur spælt lítið og onki av fótbólti seinastu árini, tí at hann hevur verið so illa darvaður av skaðum. Í dag er Jack Wilshere fyribils [...] hesum kappingarárinum eru nógvir góðir leikarar um boðið til miðvallaraplássini hjá felagnum. Hetta hevur elvt til, at Arsène Wenger og Wilshere eru blivnir samdir um, at leikarin verður útleigaður til annað [...] stórfeløgini, AC Milan og Roma, men Wilshere valdi Bournemouth fram um hesi feløg. Jack Wilshere hevur í dag verið til læknakanning hjá Bournemouth, og fyri løtu síðani var leigusáttmálin, sum er galdandi