dagurin, vit seinast koma at gloyma. Boðini um, at tú góði Jan, vart farin frá okkum vóru so óverulig, at vit enn ikki hava fatað tað heilt. Tú vart nakað heilt fyri teg sjálvan, og tað halda vit, at nógv [...] epilepsi. Tú hevur brúkt nógv av tínari tíð á sjúkrahúsi, bæði her í Føroyum og í Danmark. Ongantíð hava vit kent ein persón, sum var líka tolin og fysiskt sterkur, sum tú, góði Jan. Tú ynskti altíð at blíva [...] trúgvi ikki, at tað var eitt mansbarn, sum iki visti hvør Jan var. Hetta kundi ein eisini staðfesta, tá ein fylgdi tær ta seinastu ferðina - umleið eini 500 fólk. Øll vóru góð við teg, tí tú vart góður við
partabrøv ?at virka sum ?lender of last resort?, tá ið fíggjarstovnar høvdu bundið pening í útlán yvir evni. Hesar uppgávurnar, sum sentralbankar hava staðið fyri, hava samstundis verið karmur um týdningarmiklastu [...] Gamla Bókhandli. Sambært allýsingini hjá Astrup Hansen av, hvat ein sentralbanki er fyri ein stødd, so hava føroyingar tískil havt Gamla Bókhandil sum egnan sentralbanka í nøkur ár. Eyðkenni við sentr [...] útreiðslum og inntøkum á lokalari fíggjarlóg. Amboðini Sentralbankar hava roynt at rættvísgjørt tilveru sína við tiltøkum, sum grundað hava verið á fakligan førleika. Týdningarmikið hevur verið at byggja upp
berjast ímóti, tá ið harðast leikar á. Sjálvandi skulu vit ikki gloyma keypmansskapin í okkara stigtakan. Ofta verður sagt, at eitt gott hugskot, ella ein góð idé, er nakað, sum nøktar ein tørv. Tá er grundarlag [...] fyrimunur at hava dyggan eginpening, tá ið byrjað verður, tí læntir pengar eru bæði dýrir og truplir at fáast við. Vantar tykkum eginpening ? roynið so heldur at fáa onnur at seta í og ásannið, at tá ið fólk [...] skulu vit rópa tað eitt slag av eginpeningi? ?Miseydnað marknaðarføring, sum verður betrað av at rætta teir feilir, sum í fyrstu atløgu vóru gjørdir. Alt hetta eru viðurskifti, sum ikki bara tit hava upplivað
hesi seinastu trý eitt hálvt árini síðani vit stungu í sekkin og komu heim aftur til oyggjarnar. Her í miðbýnum hava vit nú fleiri matstovur úr ymsum heimskrókum, vit kunnu frøa góman (fyri ikki at tala um [...] Marokko til Mykinesar. Vit kunnu ganga á kafé um dagarnar og drekka cappucino og eta tertur ella pita-breyð, sum vóru vit í suðurlondum (ella bara í Keypmannahavn), og um kvøldarnar fara vit á pub og drekka irish [...] fyri uttan. Í stórbýum (ið vegna hóskandi stødd kunnu loyva sær at nýta hetta heiti) er eitt fólkaslag, sum ikki kann fara út at spáka einsamalt, men noyðist at hava ein hund sum umbering til at flyta apostlarnar
katastrofalt, tá vit hugsa um, at nógvar broytingar eru gjørdar í seinastuni. Politikkur Politikkur er makt. Politisk makt verður demokratiskt útint við trimum amboðum: ?navngivnir persónar - ofta tað vit nevna [...] í gerandisdegnum. Tá ið avgerðir falla um hvør stjóri verður frákoyrdur og hvør ikki verður frákoyrdur, hvør landsstýrismaður fer frá og hvør ikki fer frá, verður siðvenja skapt. Tá ið fíggjarlógir, r [...] landsstýrismanninum soleiðis, at hesin hevur møguleika til í praksis at virka langsiktað skilagott. Vit hava hesi seinastu árini fingið ein hugburð inn í umsitingina, sum á ein ortodoksan og fundamentalistiskan
almennu umsitingina. Antin sleppa vit hesum førningi av hondum í óðum verkum ella viðgera vit hendan førningin við skili petti fyri petti í spurninginum um, hvønn part vit vilja menna og hvør partur skal [...] eina privatpolitiska fellu. Vit, sum varða av stovninum, sótu samstundis í eini fellu. Vit kendu gullið í tæguni, men høvdu ilt við at seta orð á heilt neyvt, hvat tað var, vit vildu verja. Formliga er eingin [...] jóri?. Har vóru trý stór ?men?. 1.Landið hevði ikki nakað stevnumið um samferðslu við bili ? tá brúktu vit bát 2.Vegabyggingin var eitt ?sosialt? tiltak, har størri dentur var lagdur á inntøkumøguleikar
við jarðarflatuna, nú hon er komin aftur í heimliga umhvørvið. Tá vit hittu hana á málið, var tað júst hin sama jarðbundna gentan, sum vit tosaðu við fyri hálvum ári síðani, og hetta man helst eisini vera [...] « vóru eftir diddunum úr Atlantshavinum. Fyri nøkrum mánaðum síðani høvdu vit her í blaðnum samrøðu við Óluvá. Hon greiddi tá frá, at hon sum so ikki væntaði sær nakað av ferðini, men at hon bert tók hetta [...] vóru eini 2.000 ungfólk við á framsýningini, og vórðu hesi so aftur býtt í smærri bólkar, alt eftir stødd og aldri. Hóast stóra luttakaratalið, so smæddust føroysku genturnar ikki burtur á nakran hátt. Gissur
brúkast um tjóðir. Kvetta vit við Danmark, so eru vit knappliga stødd einsamøll á klótuni og sum flestu aðrar tjóðir, mugu vit dúva uppá styrkina, ella tann sálarliga førning sum vit bera innan í okkum. Men [...] solidaritetskenslu og tað styrki, sum er líka so neyðug sum luftin vit anda, og sum vatnið vit drekka. Men soleiðis er ikki rættiliga í Føroyum. Tá 1. mai haldið er av um eina løtu, býður nevndin fyri Havnar [...] blokkstuðli til Føroyar árliga. Og hví skulu teir eisini tað? Hvat serstakt er við okkum, tá vit meina at vit eru verd eina milliard til gávis um árið? Er tað hitt æviga smílandi andlitið hjá Óla Jacobsen
dømis kunnu vit siga at ein 14 tumma TFT skermur svarar næstan til ein 17 tumma vanligan skerm. Farteldur hava allar LCD-skermar. Í næstu viku fara vit at hyggja at ymiskari eykaútgerð sum vit kunnu keypa [...] seinni), og tá skal grafikkortið verða serliga ætla til hetta slagi av breyt. Hvør av hesum nevndu breytum hava síni serligu stikk, so ongin vandi er at taka feil. Til seinast kunnu vit nevna SCSI-breytina [...] goymslur, tá teldan verður sløkt. Harðdiskurin skal verða ríkiliga stórur, fyri at hava pláss fyri teimum forritum tú ætlar at brúka. Menningin gongur tann vegin at forrit blíva størri og størri. Tá tú skal
Sogndal hevur spælt tveir dystir javnar og tapt ein, og tað eru teir í Sogndal ikki nøgdir við. ? Vit hava fingið ein trupulleika við deyðbóltum, tí øll málini, sum eru gjørd ímóti okkum í ár, eru komin [...] Kurt Mørkøre skoraði fyri felag sítt, Sogndal, tá liðið spældi á heimavølli móti Skeid. Men tað rakk ikki meira enn til javnleik hjá Sogndal, sum eitt skifti var á odda til 2-0. Kurt Mørkøre skoraði málið [...] væl fyri við fólki í løtuni. Álopið meta teir sum teirra besta í fleiri ár, og tað er serliga takka veri Kurt Mørkøre, sum teir halda hevur styrkt álopspartin munandi. Í teimum 15 venjingardystunum undan