partur av norska fjallalendinum er fryst alt árið, og frostið ger sítt til at halda lendinum. Men tann veksandi hitin á Jørðini fær nú jarðfrøðingar at ávara um, at hvørvur frostið úr jørðini, kann tað [...] at omanlopið kann koma fyrr, enn teir fyrr hava væntað. -Omanlopið verður tað størsta í søguligari tíð í Norðurnoregi, og flóðaldan verður ovurstór, sigur Lars Harald Blikra, sum er granskari á norska
skapandi kraft í gongd á so nógvum økjum. Prixið var ein týðandi partur av hesum ráki, og umboðaði tann tónlistarliga partin, sigur Jón Tyril. - Áðrenn prixið, var tað so at siga ógjørligt hjá einum bólki [...] kundu spæla sítt egna tilfar, vísur Jón á. - Vit sóu eina kreativa veking, tá ið Prixið av fyrstan tíð fór av bakkastokki. So stóran týdning leggur
Flagspallinum leygardagin á Summarfestivalinum, verður síðsta framførsla hjá gentubólkinum í eina tíð. Orsøkin til, at Poppkorn fer at hava ein steðg í framførslunum er, at forsangarinnan Lillian, fer [...] genturnar vóru glaðar fyri, at síðsta framførslan áðrenn steðgin eydnaðist so væl. Fløgan hjá Poppkorn er tann mest selda føroyska fløgan seinasta árið, og bólkurin vann á Planet Awards planetina sum besti nýggi
Tann stóra framgongdin í russiska búskapinum hevur nú havt við sær, at russiska stjórnin hevur sagt seg vera til reiðar at gjalda alla sína skuld eftir trimum árum. Tey fyrstu avdrøgini verða goldin longu [...] russiska stjórnin væntar at fáa avsláttur, eftir sum hon er sinnað at rinda skuldina eftir so stuttari tíð.
gjørdist úrslitið 2-2. Tí skuldu vestmenningar vinna við í minsta lagi 3-1 á Klaksvík 2, og tann dysturin tók langa tíð at avgreiða. Í nærum fýra tímar máttu bestu klaksvíkingarnir bíða og vóna, men tá 4. borðið
Við hesum stiginum ynskir kommunan til eina og hvørja tíð at tryggja allari kommununi vatn - og haraftrat reint vatn! Bygdaráðið hevur samtykt at fara undir fleiri stórar íløgur í ár. Ein av hesum íløgum [...] strandingar. Har hevur kommunan í løtuni fleiri smærri brunnar, men hesin nýggi fer so líðandi at gerast tann størsti teirra. Í løtuni rúma vatngoymslurnar á Strondum um 1300 tons. Ætlanin var at fara undir hesa
móti skerda SÍ-liðnum, vann Mjølnir sær sætið í steypafinaluni hjá monnum. Talan gjørdist ongan tíð um tann spennandi dystin, sum fleiri annars høvdu roknað við. Fremsta orsøkin var kanska, at sørvingarnir
verið strævið, tá mann ongan tíð hevur vunnið nakrar lættar sigrar. Og hvat var tað so, sum brádliga riggaði hjá tykkum? Vit skora upp á nakrar av møguleikunum. Tað er væl tann størsti munurin. Hini úrslitini
kl. 16 og einar tríggjar tímar fram. Onnur venjingin verður sunnudagin fyri ólavsøku, 24. juli somu tíð. Miðað verður eftir at fáa eitt eins stórt kór og í fjør, tá tað var rættiliga væl mannað. Í ár er [...] á mannfólki til verkið, ið syngjast skal. Fyrireikararnir hava nevniliga ætlan um at syngjast skal tann góða gamla ólavsøku-kantatan hjá Waagstein og Mitens frá 1930, og til hesa krevst nevniliga eitt gott
sum hava atgongd til internetið, siga, at Margretha drotning eigur at fara frá um ikki alt ov langa tíð, so Fríðrikur krúnprinsur og Mary Donaldson sleppa á trúnuna, áðrenn tey verða ov tilkomin. Kanningin [...] danir eru væl nøgdir við ta komandi drotningina. 54 prosent eru á einum máli um, at hon bar seg væl tann fyrsta dagin fyri almenninginum, men heili 83 prosent siga seg vænta, at hon fer at klára seg væl