nina«, hetta ódjórið, sum føroyskir politikarar settu at reka føroyingar av landinum, uttan at geva sær stundir til neyðugt umhugsni. Og so tá ið øll hildu, at nú stóð alt Føroya fólk saman um eina dó [...] javnað-arflokkurin, 360 stig og góðtók eitt danskt uppskot, sum danir søgdu vera líka gott ella betri. Hetta hóast tað var staðfest frammanundan, at danir høvdu ligið einastaðni millum dyljan av sannleikanum [...] fleiri, sum bíða spent eftir. Jóannes Eidesgaard verður kanska ein av teimum, sum skulu stytta okkum um bíðitíðina. Gott val. Norðoyri 21/9 Dánjal J. Hansen
km/t-tríggjar kilometrar um tíman-, so upp í móti hesum turru tølunum nyttar lítið at Landsverkfrøðingurin »ivast ikki í, at hetta fer at taka ferðina av ferðsluni«. Freistandi er at spyrja, um ikki skeitt verður [...] i, tá hon kemur upp á um 50 km/t, og her er tað eisini at ein stórur partur av skúlaungdóminum í Hoydølum skal ferðast. Við øðrum orðum sagt, tá ferðin við vátum vegi fer upp um hesar nevndu 55 og 50 km/t [...] við hugtakinum »Miljøprioriteret gennemfart«, hvar teir við ymiskum forðingum hava roynt at minkað um bilferðina, har landavegir fara ígjøgnum býirnar. Í fjør sendi Vejdirektoratet út ein bókling »Rapport
í Sosialinum 13. sep-tember, sum hann nevndi »Føroyskt« og føroyskt. Har harmast um, at orðaskiftið, sum tók seg upp um bókmentir og at skriva bøkur, var dovisligt og ikki umrøddi tað, sum hann nevnir [...] lesa fyri børnunum? Hetta eru so álvarsamar ákærur móti Bókadeildini, ið gevur út meginpartin av føroyskum barna- og ungdómsbókum, at eg haldi tað vera rætt at siga eitt sindur um, hvussu samskiftið er [...] til forlagið við einum handriti, verður fyrst av øllum støða tikin til, um tað er nóg gott at geva út. Við hvørt hava vit uppskot um broytingar o.t., men vanliga verða flest øll upprunahandrit givin út.
minuttir um dagin. Servarin - ambætarin, ið hann verður nevndur á føroyskum, sum Sosialurin liggur á, liggur hjá FarCom í Havn. Men um stutta tíð verður eitt sonevnt spegl sett upp í Danmark. Hetta merkir [...] ivi um, at internetið hevur stóran týdning fyri skrivaðu fjølmiðlarnar, sum nú hava høvi at leggja alt tilfarið út á netið. Á henda hátt kann Sosialurin kappast bæði við Útvarpið og Sjónvarpið og um stutta [...] - so skjótt sum gjørligt. Við at brúka internetið ber til at koma út til allar lesararnar í senn - um heimin allan. Internetbrúkararnir kunnu enntá fáa blaðið áðrenn tað er prentað. Í royndartíðini er
flúgva við næsta summar. Hetta er eitt flogfar av sama slagi sum tað, Atlantsflog sjálvt eigur. Magni Arge sigur, at seinastu árini hevur verið flogið hvønn dag á tamb um summarið. Hetta av tí, at bert eitt [...] til Noregs í vetur. Á tíðindafundi seinasta fríggjaklvøld varð kunnað um tiltøkini, Atlantsflog og DFDS fara undir í vetur, og um flúgvingina hjá Atlantsflog komandi summar. Magni Arge, stjóri í Atlantsflog [...] hálvum juni til hálvan august, verður flogið tvær ferðir um dagin til Kastrup. Og sambandið við Jylland verður eisini víðkað. Hugsað er ivaleyst um, at nógvir føroyingar búgva og lesa í Jyllandi, og hjá
bati afturímóiti tí, tað var. Alt hetta merkir aftur, at bøndurnir á smábygd verða ikki kappingarførir við bøndur í meginøkinum. Tummas Frank Joensen heldur, at við hetta lag verða útoyggjarnar skjótt avtoftaðar [...] oljufeløgini selt somu nøgd av olju á meginøkinum, sum skúvoyingar brúka -80.000 til 100.000 litrar um árið, hevði tað kostað 0,5 oyra meiri fyri liturin at koyrt hana út í meginøkinum í lønum til bilførarar [...] avtoftaðar. Taka stigini sjálvir Tummas Frank Joensen er sannførdur um, at skulu umstøðurnar batna, mugu útoyggjafólk sjálvi taka stigini til, at faá broytingar í. Tað nyttar ikki at vit kasta alla ábyrgd
umhvørvið og søguna so væl. Um áhugin uttanlands - eisini við teimum vøkru náttúrulýsingunum, fær fólk at fara í biohøllina, er ikki givið frammanundan. Tað hevði bøtt um heildina, um filmurin varð styttur eitt [...] kvinnuni, er tað fyrsta hann sær í mannamúgvuna, sum er komin at fregnast um nýggja prestin. Spurningurin hjá havnarfólkunum er, um nú harra Pál fer at finna náði hjá Barbaru. Hon tekur nýfjeppin ímóti honum [...] spenningi og kærleika. Her er ikki talan um tann einasta eina sanna kærleikan, sum tolir alt, ber yvir við øllum og yvirlivir øll vandasker. Her er hinvegin talan um kensluligan løtuvinning, fyri í sjálvsøkni
tekningina hjá Óla P. Hetta er bert í týsdags, hósdags og leygardagsblaðnum. Knøtturin einføld leiting gevur atgongd til leitiskipanina. Her ber eisini til at leita í gomlum bløðum. Talan er um eina sonevnda [...] í greinum. *Til ber eisini at skráseta seg sum haldara av internetblaðnum. Hetta verður gjørt við at trýsta á Skráset. Hetta er ein ókeypis skipan í royndartíðini - í nakrar vikur framyvir. *Oman fyri [...] fimm sambindingarlið (link). Her er talan um greinar, sum eru skrivaðar aftan á at blaðið er dagført, og sum so verða lagdar afturat so hvørt. Talan kann vera um tíðindi, sum eru komin upp eftir at blaðið
1997. Spenningurin um FM heitið og silvur krónurnar er útloystur, og tað skal ganga verri enn illa hjá GÍ, tá FS Vágar kemur at vitja teir, um fýrafaldu meistararnir ikki fáa skreyt um hálsin aftur í ár [...] tað, so kunnu teir í hvussu so er gleðast um, at teir hava tryggjað sær luttøku í Intertoto Cup komandi ár. Og so er spurningurin, um tað er so nógv at fegnast um. B36 tók ikki skaða av luttøkuni í summar [...] ivaleyst lættir um hjartað um, at tað eydnaðist Juliani Johnsson í síðstu løtu at fáa mál á Vágseiði næstseinasta sunnudag. HB vann seinna umfarið í grannastríðnum 3-2, og tað frøast teir um. B36 hevði ikki
og so jublaðu tey í HB húsinum. Seinni um kvøldið vóru allir spælararnir hjá B36 og HB bodnir oman á Rio Bravo. Teir stríðast á vøllinum, men talan er ikki um grannaklandur ? í hvussu so er ikki ímillum [...] stórvegis. HB hevði lotið meiri ímóti fyrra umfarið, sum var tamt og ikki serliga undirhaldandik, sjálvt um spenningurin var stórur. B36 var nógv skert, og serliga eyðsýnt var tað, at John Petersen ikki var [...] samanspæl við John Hera Dam í síðsta minuttinum fyri hálvleik úr heilt spískum sera hegnisliga lyfti upp um Kaj Leo Johannesen. Meiri ferð og fleiri mál Seinna umfarið var nógv meiri undirhaldandi, enn fyrra