»Føroyskt« og føroyskt

Viðmerking til grein hjá Dan R. Petersen

Dan R. Petersen skrivaði grein í Sosialinum 13. sep-tember, sum hann nevndi »Føroyskt« og føroyskt. Har harmast um, at orðaskiftið, sum tók seg upp um bókmentir og at skriva bøkur, var dovisligt og ikki umrøddi tað, sum hann nevnir »sensur og einrætting«.

Dan hevur ta fatan, at »á almennum og hálvalmennum forløgum valdar ein grótharður sensurur, sum ikki hevur sæð sín líka síðan Stalintíðina«. Hann sigur rættlesaran avgera, hvussu teksturin kemur at vera, og er høvundurin ikki samdur við rættlesarar, so verður handritið liggjandi, til høvundurin er blivin moyrur, kanska eftir fleiri ár.

Dan vónar við hesi grein at traðka onkran á tærnar og provokera til debat.

Undirritaði er leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, kanska eitt av teimum hálvalmennu forløgunum, sipað verður til? Eisini verður Bókadeild Føroya Lærarafelags beinleiðis nevnd: Dan sigur málið í teimum flestu(!) bókunum hjá Bókadeildini vera so tungt og stirvið gamlamannamál, at foreldur sita føtur í spenni og umseta til »føroyskt«, tá ið tey lesa fyri børnunum?

Hetta eru so álvarsamar ákærur móti Bókadeildini, ið gevur út meginpartin av føroyskum barna- og ungdómsbókum, at eg haldi tað vera rætt at siga eitt sindur um, hvussu samskiftið er millum Bókadeildina og høvundar ella týðarar:

Tá ið ein høvundur kemur til forlagið við einum handriti, verður fyrst av øllum støða tikin til, um tað er nóg gott at geva út. Við hvørt hava vit uppskot um broytingar o.t., men vanliga verða flest øll upprunahandrit givin út. Vit skriva so sáttmála við høvundan, har m.a. stendur, at vit tilskila okkum rætt til at lata handritið málsliga viðgera, men høvundurin hevur rætt til at fáa handritið aftur, tá ið tað er málsliga viðgjørt.

Hetta merkir í veruleikanum, at høvundurin tekur støðu til rættingarnar og tekur við teimum, hann heldur vera skilagóðar ­ so einfalt er tað. Flest øll eru fegin um hesa málsligu leiðbeining, práta við vegleiðaran og koma kanska fram til uppaftur frægari úrslit. Tó eru nøkur heilt fá dømi um fólk, ið eru vorðin firtin, hóas tey greitt hava fingið at vita, at tey eiga tekstin og avgerðarrættin, men tey kunnu teljast á einari hond seinasta 10 ára skeiðið. Meir enn 500 bøkur og bløð hevur Bókadeildin givið út hesi árini. Og alla hesa tíðina er ikki eitt tað einasta handrit forða at koma út av málsligum áðum!

Tað undrar ikki meg, at onkur heldur nakrar av fleiri hundrað bókum vera tungar, men tað eru undantøkini. Málið í bókunum er ymiskt, alt eftir hvør hevur skrivað ella týtt. Og fólk eru eisini ymisk á máli um sama tekst. Eg havi upplivað, at foreldur hava ringt og takka fyri onkra bók, sum alt húskið stuttleikaði sær óført við at lurta eftir, meðan lisið varð upp. Júst somu bók hevur onkur annar sagt vera tunga og stirvna at lesa. Vit eru jú øll ymisk. Tað er hugsandi, at málnevndarlimur, sum verður lagdur undir at skriva tekst »tungan sum betong og fløktan sum ein kisustamp«, tosar øðrvísi við børn síni enn t.d. Dan Petersen.

Sjálvur havi eg drúgvar royndir at lesa upp fyri børnum, eisini tekstir, sum eg sjálvur havi týtt. Men tá ið tað ræður um smábarna- og myndabøkur, so er tað sjáldan, eg lesi júst soleiðis, sum skrivað stendur. Tað veldst um so nógv: Hvussu gamalt er barnið? (tú kanst væl lesa somu bók fyri 2-6 ára gomlum barni, men sjálvandi lagar tú málið eftir aldrinum). Hvussu er barnið ella tú sjálvur fyri? Skal tú skunda tær, ella hevur tú góðar stundir at práta um myndirnar? o.s.fr. Ikki Dan Petersen at siga, men tekur tú eina nýggja bók upp í hondina við opnum sinni, fæst altíð okkurt gott burturúr. Lesur tú við bara tí í huganum at sleppa at ilskast um málið, so er lítið vunnið?

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur í ár út meira enn tretivu bøkur og teknisøgur afturat. Skrivað ella týtt hava t.d. Ebba Hentze, Axel Torgarð, Jákup í Skemmuni, Birgit Arge, Carl Johan Jensen, Lydia Didriksen, Sonja Schneider, Hildigunn Niclassen, Niels J. Thomsen, Eyðna Magnussen, Heine Petersen, Sjúrður Gullbein, Lena Jacobsen, Marianna D. Dahl, Eyðun Andreassen, Óla Jákup Niclasen, Pauli Nielsen o.o.

Heldur Dan Petersen veruliga, at øll hesi fólk høvdu funnið seg í, at málið verður broytt, stílur og týdningur avlagaður? Ella er tað so livandi galið, at hann bara endurtekur okkurt sum onkur onkuntíð hevur sagt ­ og hevur ikki lisið bøkurnar, sum hann niðurgerð »flest allar«? Er tað so, nyttar lítið at kjakast. Tó vænti eg, at tá ið Dan Petersen hevur lisið tað, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út í síðstuni, man hann fara at taka undir við Maluni Poulsen, sum skrivar: »Bókin er áhugaverd og vælskrivað, og tað sera livandi myndamálið er ein styrki?« (brot úr ummæli av Søgum úr Port Janua eftir Rakel Helmsdal, Føringurin nr. 20) ­ ella Hugin Eide: »Málið er so nátúrligt og líkatil, at tú heilt gloymir, at hetta er ein umseting?« (brot úr ummæli av Dikku hjá okkum eftir Astrid Lindgren. Ebba Hentze týddi, Føringurin nr. 15).


Niels Jákup Thomsen