var ein møguleiki fyri, at fíggjarnevndin fór at viðgera uppskoti fyri síðani at leggja tað fyri tingið aftur. Flestu mundu vita, at tað lá annað aftan fyri hesa avgerð, enn at fáa málið aftur í tingið [...] Tingfundur er lýstur at vera á ólavsøku. Í stýrisskipanini er ásett, at Løg tingið fer undir nýggja tingárið ólav søkudag klokkan 13, tá tingfundur verður settur, og tá løgmaður heldur ólavsøkurøðu [...] tingið. Hetta var fyri at »súlta« málið. Orsøkin var, at samgongan vildi útseta málið. Men um løgmaður hevði tikið málið aftur, so hevði onkur úr andstøðuna biðið um at fingið tað fyri tingið aftur, so sum
tíðindastovan AFP, at tað júst eru innflutningstollurin hjá amerikanska forsetanum, sum víst verður til í fráboðanini. BRICS-londini lýsa eisini tollin sum ólógligan og valdsligan. Tey halda, at tollpolitikkurin [...] India, Kina og Suðurafrika. Tað varð stovnað í 2009 við Russlandi sum upphavsmanni. Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu [...] miðli sínum, Truth Social. - Eitt og hvørt land, sum stuðlar anti-amerikanska politikkinum frá BRICS-londunum, verður álagt ein toll uppá tíggju prosent afturat. Tað verða eingi undantøk frá hesum politikki
í tunnlinum, men bæði veðrið og góða luttøkan gjørdi, at vit settu alt upp við inngongdina. Gott er at fáa hjálp frá Bragdarkvinnum til hetta, bæði til at baka køkur og at varta upp. Ein rennikapping gongur [...] 2013. Tá var Marnar Djurhuus skjótastur niðan á og rann teinin á 43.04. Í dag rann Jacob Ejby Stengaard so skjótt sum 39.38! So hann tók tað so dyggiliga! Og hann hevði ikki meira enn fingið luft, so kom [...] maðurin var Torbjørn Hentze við tíðini 44.31. Sera flott runnið og hjá Rógva og Torbjørn var hetta pr hjá báðum. Jacob rann fyri fyrstu ferð og hevði ikki upplivað harðari túr. Allir tríggir eru í Bragdinum
sunnudagin biðin um at greiða nærri frá tollætlanunum. Her varð sagt við journalistar, at hægri tollurin kemur í gildi 1. august, men at Trump í løtuni arbeiðir við at áseta nýggju satsirnir og at skriva undir [...] USA fer komandi dagarnar at arbeiða við at leggja síðstu hond á fleiri handilsavtalur, og onnur lond fáa boð um hægri toll innan 9. juli. Tað segði forsetin í landinum, Donald Trump, sunnudagin. Eftir [...] CNN, at fleiri stórar fráboðanir um handilsavtalur kunnu koma komandi dagarnar. Hann segði eisini, sambært Reuters, at góð framgongd hevur verið í amerikanska samrøðuni við ES. – Trump forseti fer at senda
Tað er láturligt, at Elon Musk hevur stovnað ein nýggjan politiskan flokk. Tað segði amerikanski forsetin, Donald Trump, sunnudagin, sambært tíðindastovuni Reuters. – Eg haldi, at tað er láturligt at stovna [...] forsetaflogfarið, Air Force One. – Ein triði flokkur fer bara at leggja afturat ørkymlanini. Hann hevur tað kanska stuttligt við tí, men eg haldi, at tað er láturligt. Mánakvøldið legði Trump fleiri orð afturat [...] keddur av at síggja tað fara heilt av sporinum hjá Elon Musk, og hann er í grundini vorðin ein miseydnaður seinastu fimm vikurnar. Hann vil enntá byrja ein triðja politiskan flokk, hóast tað ongantíð hevur
hildið eitt gott eyga við U21-landsliðsliðskiparanum, Áka D. Samuelsen sum hevur gjørt tað framúr væl við Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Norski Stian André de Wahl veit hetta at siga um Korona [...] Korona Kielce og teirra áhuga fyri Áka D. Samuelsen: ##med2## Áki hevur skotið seks mál og hevur lagt upp til trý mál í 13 dystum fyri Ranheim. Fyrsti dysturin hjá Korona Kielce í bestu pólsku fótbóltsdeildini [...] fótbóltsdeildini verður leygardagin 19. juli móti liðnum hjá Andriasi Edmundssyni, Wisla Plock. So fáa vit at síggja um talan verður um eina føroyingauppgerð.
lærarum og næmingum. – Við talgildisbúgving meinast í hesum førum at hava førleikar til at meta um og nýta vitlíki á ein viðkomandi og skynsaman hátt, sigur hann. – Okkara skúlaskipan leggur upp til, at næmingar [...] verið nýtt at svara uppgávuni heilt ella lutvíst, sigur hann. Størstu avbjóðingarnar eru sostatt: • At skipa skrivligt arbeiði, soleiðis at vitlíki gerst hent og munadygt hjálparamboð. • At fáa meira ferð [...] møguligari endurskoðan, og í hvønn mun kann arbeiðið verða framt innan verandi játtan til økið? Landsstýrismaðurin sigur í svari til spurning 1, at í skúlahøpi kann vitlíki vera sera hent og munadygt hjálparamboð
serfrøðingar at reisa spurningin um, hvørt undirmanning var ein stuðlandi faktorur í, at veðurstovan ikki segði frammanundan, hvussu nógvari flóðaldu Texas fór at verða rakt av fríggjadagin, og harvið ikki [...] áarbakkarnar og floymdi leguna. Eisini manglar ein ráðgevi frá leguni. Tað siga CNN og tíðindastovan Reuters frá. Talið av staðfestum deyðum hevur verið støðugt vaksandi síðani fríggjadagin og kom upp á í [...] Burnet County og Kendall County. Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði fyrr í dag undir neyðyvirlýsing orsakað av flóðalduni. Samveldisneyðhjálpin varð síðani virkin, soleiðis at hon kann senda
tíðindastovuni Reuters. Í USA fer hann at hitta forsetan í landinum, Donald Trump. Netanyahu sigur áðrenn hann fer avstað, at hann heldur, at Trump kann hjálpa Ísrael at náa sínum málum við samráðingunum [...] eru millum Ísrael og hernaðarrørsluna Hamas. Katar meklar samráðingarnar saman við USA og Egyptalandi Netanyahu legði afturat á flogvøllinum uttan fyri Tel Aviv, at Ísrael fer ikki at góðtaka eina vápn [...] eftir í Gaza, harav tíggju verða hildnir at vera á lívi. Hamas boðaði samstundis frá, at rørslan hevði svarað positivt uppskotinum til avtalu og var til reiðar at fara undir samráðingar. Men Hamas hevði eisini
hjá teimum, og tað eydnaðist, og vit kunnu ikki siga annað, enn at vit eru nøgdir við javnleikin, tá ið fyritreytirnar verða havdar í huga, sigur André Olsen venjari hjá HB, sum nú fer at fyrireika seg [...] Eftir fínt avrik fóru vit at hugsa um, at vit høvdu so nógv at missa. Vit høvdu spælt væl, og HB hevði ikki verið vandamikið. So fór HB at spæla væl. At vit ikki vunnu er stórt vónbrot, sigur Jákup Martin [...] við nógvum høgum sendingum bóltin inn um B36 verjuna, og í tveimum førum eydnaðist tað at skora og harvið at javna til 2-2. Í fyrra førinum var tað innskifti Jonas Enkrud, sum setti bóltin í málið eftir