skert framleiðsluna fyri at stuðla oljuprísinum. Men í ár hevur stovnurin broytt kós fyri at fáa marknaðarpart aftur. Harumframt hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, kravt, at OPEC+ skal økja um fra [...] hevði verið avtalað at hækka framleiðsluna við 411.000 tunnum um dagin. Við hækkingini í august fer OPEC+ at hava latið út 1,918 milliónir tunnur av olju um dagin síðani apríl. /Ritzau/ [...] Opec+ økja um framleiðsluna. Serliga fara tey at økja oljuframleiðsluna við 548.000 tunnum um dagin í august. Hetta varð avgjørt á virtuellum fundi leygardagin. Tað boðar Opec frá í tíðindaskrivi. Opec+ er
Føroya, Kommunufelagið og herundir leiðslurnar fyri eldraøkini kring landið umframt Heilsutrygd. – Av tí, at talan er um eina nýggja og stóra uppgávu, verður hildið, at tað er skilabest, at arbeiðið verður gjørt [...] knýttum at ellis- og røktarheimum. Royndir úr Danmark vísa, at ein sonevndur røktarheimslækni, ið regluliga vitjar búfólk, kann fylgja heilsustøðuni og sjúkugongdini hjá teimum og tryggja, at búfólk fáa [...] rkið er tað ein fyrimunur, at bert tey, sum hava tørv á innlegging, verða innløgd, sigur hon. Kommunufelagið og leiðslurnar á eldraøkinum hava víst á, at sum nú er brúka starvsfólk á ellis- og røktarheimum
kommununa, samstundis sum vit royndu at eggja fólki at flyta í Eiðis kommunu. Tað eydnaðist at steðga fráflytingini við at gera tað meira attraktivt at búgva í Eiðis kommunu, og vit fingu sum frá leið eisini [...] til at gera í kommununi undanfarin ár. - Eg trúgvi, at fólk vilja hava umboð, sum vilja og tora at taka avgerðir. Mær dámar væl at vera mitt í meldrinum, har tingini henda, og tað er ikki yvir at dylja [...] itikari. Hann var miðvísur og lærdi skjótt, og skjótt sást eisini, at hann hevði hegni og viljan at seta út í kortið og taka avgerðir. Tá hetta fyrsta skeiðið var runnið, og veljarar í Eiðis kommunu aftur
mjólkineyt. - So, tað var Nils, sum var mjólkarbóndi – og ikki Esmar og eg, men vit fóru í samstarv og bygdu okkum nýggja og stóra felagsfjósið saman. Hann sigur, at tað var í 2013, at teir tríggir tóku [...] fjósunum, og bóndin heldur, at tað er nógv lættari at hava bæði neyt, ungneyt og kálvar gangandi leys. Vildi vera bóndi Sum smádrongur og unglingi var Rói nógv í fjósinum saman við bóndanum og pápabeiggja [...] fiskiskipum, eins og eg bæði havi verið stýrimaður og avloysari sum skipari. Rói tók skiparaprógv í 2005 og gjørdist skipsførari í 2009, og tað var í 2013, at hann keypti festibræv og gjørdist festari Inni
til at gera í stand. Jón Herluf og vin-maðurin Gunnar Dølum fóru í holt við at restaurera bilin. Stórt arbeiði varð lagt í at gera bilin so væl sum gjørligt. Bilurin var so gott sum sundurtikin, og væl [...] reins-að og sveisað, áðrenn bilurin bleiv lakkeraður. Bilurin stóð lið-ug-ur og nýlakkeraður í januar 1992. Tá var hann settur í stand bæði innan og uttan. Jón Herluf er útbúgvin bilmekanikari og hevur altíð [...] vóru 572 vøru- og last-vognar, 563 mortorsúkklur, 521 persónbilar, 337 hýruvognar, 54 buss-ar, 3 sjúkra-vogn-ar og 2 brandvognar. Sum sæst so er størsti bólkurin vøru- og last-vogn-ar, og 1965 er fyrsta
hinum oyggjunum. Tað er ein orsøk til, at leikirnir vanliga verða kallaðir vinarleikir. Eg veit, at tað snýr seg um at vinna heiðursmerki, men tað hevur eisini týdning at vinna sær vinir – og skapa góð minni [...] gomul - fer Oddvør Alberta fyri fyrstu ferð at uppliva huglagið og samanhaldið, sum eyðkennir leikirnar. Men tað tykist sum, at hon longu veit, hvat tað snýr seg um. Eg las í Kringvarpinum, at hon gleðir [...] tykkara besta at fáa úrslit burtur úr óteljandi venjingum. Tað er har, at tit mennast og búnast til ítróttaligar avbjóðingar í framtíðini. Men tað er eisini ein felagsskapur, har vinaløg verða skapt. Bæði
frá kinesiskari síðu, at Kina krevur, at eftirmaðurin verður góðkendur av kinesisku stjórnini. Nógvir tibetar í útlegd óttast fyri, at Kina fer at royna at seta ein eftirmann at styrkja sítt vald yvir [...] Lama segði sjálvur, at ábyrgdin av at seta 15. Dalai Lama einans fer at liggja hjá felagsskapinum Gaden Phodrang, sum liggur í India. Indiskir ráðharrar og sendiharrar úr USA verða við til føðingardagshaldið [...] (Buddalæru, red.) og verunum í Tibet rættiliga væl. - Og eg vóni framvegis at liva í yvir 130 ár, segði hann og fekk lógvabrestir frá viðhaldsfólki sínum. Dalai Lama segði við Reuters í desember, at hann møguliga
sær ikki lynda og gjørdist meira harðligur – og so harðligur, at hann varð handtikin og skuldsettur fyri at harðskap ímóti løgreglufólki. Hann er enn í varðhaldi hjá løgregluni, sum fer at arbeiða víðari [...] einum bústaði. Maðurin fekk at vita, at hann nú fekk 1.500 krónur í bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Tað er tann minna bótin, sum verður givin, tá fólk órógva og hótta við at fara til hendurs. Men hetta [...] bústaðin. Løgreglan kom á staðið og burturvísti mannin. Seinni í nátt, klokkan fýra, varð løgreglan boðsend, tí órógv var uttan fyri eina barr í Havn. Tað vísti seg, at tað var sami maður, sum órógvaði her
sagt, at millum 10 og 12 lond fóru at fáa bræv fríggjadagin viðvíkjandi tolli. Tað er ikki greitt, um talan er um somu brøv. Í apríl kunngjørdi Trump amerikanskan innflutningstoll á vørur úr so at siga [...] so er, at vit fyrireika nøkur móttiltøk, segði Ursula von der Leyen. Seinastu tíðina hevur tað eydnast londum sum Bretlandi og Vietnam at gera handilsavtalur við USA. Avtalan millum Vietnam og USA varð [...] Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer mánadagin at senda brøv til umleið 12 lond við fráboðan um amerikanskan toll. Tað segði forsetin sambært Reuters og AFP fríggjakvøldið lokala tíð umborð á Air Force
kann tykjast at gera tað minni neyðugt at hittast til prát, andlit til andlits, og tað heldur hann vera óheppið. Tað er so týdningarmikið, heldur hann, at vit seta hvørjum øðrum stevnu og eru saman, tá [...] høvini eru, og soleiðis eigur tað eisini at vera á varmakeldu. Hann heldur, at digitali heimurin skjótt kann gera, at fólk ikki so ofta fara á dyrnar hjá hvørjum øðrum og minni og minni út at hittast saman [...] á blað tað, sum hann fer at siga við setanina. - Men, eg havi hugsað, hvat eg ætli mær at tosa um, og tað verður um orðið “stevna”, sum eisini liggur í orðinum, varmakeldustevna. Hann vísir á, at digitali