borgum? Hentleikaflagg er ikki loysnin hjá rækjuvinnuni. Tað er løgið, at eingin hevur tosað um at økt eginpeningin í hesum skipum, talan er um. Hava eigarnir ikki sjálvir ráð, so eru møguleikar aðrastaðni [...] aðrastaðni. Gongur hetta ikki, traðka konkurslógirnar til, hóast hetta sjálvsagt er harmiligt fyri allar partar. Ein húsagangur ger ikki so stóran mun fyri føroyska samfelagið, um alternativið er útflagging [...] bonus umborð á grønlendskum trolarum. Har sigla nógvir føroyingar, og trívast teir væl har. Hví ber ikki til at tosa um eina slíka skipan í Føroyum? Ein slík skipan hevði hjálpt fiskimannin í sløkum tíðum
sum øll onnur í málinum, at barakkin ikki kann latast uppaftur, tí hon skal nýtast til onnur endamál, tá umbyggingin av Landssjúkrahúsinum fer í gongd í vár. Kendi til trupulleikan Hans Pauli Strøm greiðir [...] - Landssjúkrahúsið eigur ikki at hava til uppgávu at røkja frísk fólk. Hetta er ein ólukkulig støða, sum vit mugu loysa sum skjótast, sigur Hans Pauli Strøm. Hann greiðir somuleiðis frá, at heimarøktin [...] fylgjur fyri øll, sum eru innvolveraði í málinum. Har meini eg eisini við tey avvarðandi, sum ikki vita síni livandi ráð í hesi vanlukkuligu støðu, sum bara er vorðin verri, síðan barakkin varð afturlatin, staðfestir
gerast føroysk oljuhavn. Men á Skálafjørðinum hava tey ikki slept vónini um, at tey fara at varðveita oljuvinnuna har inni. Í øllum førum ætla tey ikki at vera tikin á bóli, so vánaligar umstøður skulu vera [...] seg til oljuvinnuna. Kári Johannesen, borgarstjóri, sigur, at bygdaráðið er farið undir at endurskoðað byggiætlanina fyri kommununa. Endamálið við tí er at leggja eitt stórt økið á Skála av til havnaøki [...] har eru avbera góðar, Tað er slætt og tað skal ikki fyllast rættiliga langt út, áðrenn dýpið verður 10 metrar. Hvussu stórt hetta øki er, veit hann ikki enn, men møguleikar eru fyri at gera eitt havnaøki
, ein sær, um nú løgtingið hevur lóggávumyndugleika ella ikki, eru tvætl. Nú skulu lógirnar brúkast Sum tað sær út beint nú, so er ikki ráð til nógvar yvirtøkur - so har verður neyvan farið langt innan [...] hvat er møguligt at brúka tær til, og hvat ikki er møguligt. Tjóðveldisflokkurin og miðlarnir vilja royna at provokera støður fram, har nýggju lógirnar ikki kunnu nýtast. Til dømis sjálvstøðugan limaskap [...] vildi loysn á sjálvstýrismálinum, so skuldi tað verið so líka til, at hann í 1998 gjørdi samgongu við Javnaðarflokkin. Tað gjørdi hann ikki, men fór eftir Tjóðveldinum ístaðin. Endan á tí kærleikanum hoyrdu
fyri, at lítið kræsna fjøldin fekk okkurt at sovna av. Men fjøldin er kræsin nú. Og tað hevur Svf ikki ráð til. Tað er dagur í viku, tá ein góð føroysk sending er á skránni. Í løtuni er skráin merkt av en [...] Semja var um, at innihaldið skal ummælast, ikki tøkniligar fortreytir og frambrot. Fjøldin av teimum, ið lesur eina lýsing av tøkniligum smálutum, er helst ikki stór. Men hví havi eg trýst á útlendska rás [...] er størri enn nakrantíð, vit svimja í pengum, og tykjast ikki hugsa ella minnast 8 ár aftur í tíðina. Men hesin peningastreymurin hevur ikki sett dám á lønarlagið í Føroyum ? sambært Starvsmannafelagnum
myndugleikarnir staðiliga til, at øll, sum koma higar, lata seg kanna um aftur tá ið tey hava verið her í seks dagar – og at tey ikki fara út ímillum fólk hesar seks dagarnar til tey eru kannað aðru ferð [...] hildið, at hava fólk hug, og ráð, at ferðast, eiga tey eisini at rinda fyri at verða kannað fyri koronu, tí hendan upphæddin, sum tað kostar landskassanum, kundi verið farin til nógv onnur endamál, har hon [...] Nú skulu øll tey, sum koma til landið, sjálvi rinda fyri at verða kannað fyri koronu. Tað hevur landsstýrið gjørt av, gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt á landsfundi í Sambandsflokkinum l
Tíbetur er einki, ið forðar fyri, at tey ráð, Landsverk her gevur, verða fylgd. Jarðareigarin er Føroya Jarðarráð, og tað er bert ein formligur spurningur at fáa jørðina til eitt so gott endamál sum hetta. Tann [...] milliónir, gera ein samsvarandi 1799 metra vøll í Kirkjubø fyri? So skal meirupphæddin fáast til vega, og tað verður ikki torført, tí tað er altíð lættari at fíggja eina góða verkætlan enn eina sum almennir [...] vera verri. At taka slíkar avgerðir er nakað sum nevndir í partafeløgum hava skyldu til, og neyvan er nøkur orsøk til at halda, at nevndarlimirnir fara at sníkja seg undan síni ábyrgd.
rindaðu skuldini niður sum skjótast, tí minnast skal til, at kommunan hevur fingið 20 til 30 milliónir krónur frá hinum kommununum í Føroyum, til rindan av gamlari skuld. Eingin fíggjarætlan fyri 2006 [...] góðtikið, at hendan skuld hækkar til 72,6 milliónir krónur í 2005. Í staðin fyri at gjalda 9,8 milliónir krónur í avdrátti, hevur landsstýrismaðurin givið loyvi til, at skuldin verður niðurgoldin við [...] fíggjarligt rásarúm frá landsstýrismanninum, uttan at vita hvat pengarnir skulu nýtast til. Tað er eingin umbering fyri, ikki at gera eina fíggjarætlan eftir verandi umstøðum, tí broytast umstøðurnar,
sum viðvíkur øllum økjum í samfelagnum - at tikið stig til at sett eitt nýtt oljuráðleggingarráð, sum skal hava til uppgáva at geva myndugleikunum ráð um, hvussu vit bera okkum skilabest at eftir møgulig [...] vinnuni. Tað kann man ikki siga tey ring fyri. Tí tað ókenda ber oftani ótryggleika við sær. Men er viljin til steðar, so megna vit eisini hetta. Vit fara tí at ráða løgmanni til at taka hetta stig og [...] tann Oljuráðleggingarnevndin, sum so professionelt og skilagott ráðgav um alla oljutilgongdina fram til loyvisgeving. Sama nevnd gjørdi sær eisini tankar um tíðina eftir møgulig oljufund og er rætt at taka
játtanin til barnapsykiatriina røkkur til at diagnostisera, men ikki til at viðgera sálarsjúk børn og ung. Harumframt er alt fyribyrgjandi arbeiðið á heilsuøkinum, sum peningur ikki er játtaður til – men [...] avbera kostnaðarmikið – tað merkir ikki, at starvsfólkini ikki eru arbeiðssom ella at tey eru dovin. Heldur ikki at fysisku karmarnir eru framúr. Man tað merkja, at vit ikki hava torað ella dugað nóg væl at [...] at tá talan er um ikki loyvda meirnýtslu skal tað sjálvandi hava fylgjur – ikki minst, tá økið hevur fingið allar tær játtanir og eykajáttanir, sum hava verið umbidnar. Men tað er ikki ólógliga meirnýtslan