legði út- og sjónvarp saman. Hetta var ivaleyst neyðugt og tíðin vil vísa, hvussu samanleggingin fer at ávirka fjølmiðlaøkið. Her er ivaleyst ein størri liberalisering á veg og vit kunnu bert vóna, at hendan [...] hava tungt við at varðveita vónina. Blaðið ynskir øllum Føroya fólki eitt gott og signað nýttár og takkar samstundis øllum, sum vit hava havt samband við fyri gott samstarv við vónini, at vit við framhaldandi [...] heilsuøkinum er nýggja landssjúkrahúsið størsta einstaka hendingin og vónandi fara politikkarar at játta tað, sum raksturin fer at kosta - um ikki, er lítið vunnið. Á altjóða pallinum hevur verið lítil friður
kortið, so at vit kunnu fáa ein nýggjan Hvalbiartunnil sum skjótast. - Tað, at tað hevur gingið so gott at bora har norðuri, skuldi kanska skunda undir, at farið verður fyrr í gongd við at gera Hvalbi [...] væntað at bora Viðareiðistunnilin. Hóast tað politiskt er raðfest fyri fleiri árum síðani, at tað er Hvalbiartunnilin, ið er næst í røðini, so hevur verið nevnt, at tað er upplagt, nú alt virksemi og amboð [...] amboð eru í Norðoyggjum, at tunlarnir Norður um Fjall verða tiknir framum. Hetta hevur fingið Hvalbiar kommunu at ressast við, og í tíðindaskrivi í dag, minnir kommunan á, at tað er ein nýggjur Hvalbiartunnil
i. ? Men tað plagar at verða so, at hevur ein »dumma« seg gjøgnum árið, so kann verða vísur í at verða við í kabarettini. Sum skilst, so er evnið í kabarettini rættiliga lokalt, men fyri tað kann hon verða [...] klokkan 14 og tað verður Páll Thomsen, fyrrverandi fyrstilærari í Nólsoy, sum fer at seta stevnuna. Undir setanini fara Nólsoyar sangkór og Glymur at syngja. Skjøtil settur á Tað hevur gingið væl at fáa pengar [...] Leo Poulsen leggur dent á, at kappingin er eins nógv til skemtunnar, sum til álvara. ? Tað var René Hansen, sum vann kappingina seinasta ár, men tað er óvist, um hann fer at verja heitið ár, sigur Leo
hugsa sær at lagt av, og tað ber til at fara inn á heimasíðuna at lesa hesi ráðini. Heimasíðan eitur www.folkaheilsa.fo. Eitt gott hugskot er at gera heimið roykfrítt. Tað er ein lættur máti at verja børn [...] árini hevur tað eydnast Klaksvík rættiliga væl at forða fyri, at ung fara at roykja. Til heystar fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einum fundi fyri umboð fyri Kommunufelagnum og skúlum at eggja øðrum [...] øðrum plássum í landinum til at taka hetta góða úrslit til sín. Roykjarar verða eggjaðir til at royna at leggja av í ein dag. Hvørt ár eydnast tað milliónum av fólki at leggja av uttan stórvegis hóvasták.
harðar og sera torførar politiskar avgerðir, sum eingin flokkur ella samgonga higartil hava megnað at taka. Tíðin fer at vísa, hvørt leiðsluførleiki og politiskur ryggur er í samgonguni til at taka hesar [...] num, at ein kundi væntað nakrar tungar politiskar útmeldingar frá flokkinum, ið hevur fyrisætið í samgonguni. Vanligt er, at flokkar á landsfundi seta út í kortið ta kós, ið skal verða hildin og taka fram [...] Líta vit fyrst at teimum málum, ið verða tikin fram, so má ásannast, at flokkurin í fyrstu atløgu hevur fingið gongd á fyrsta part av sínum Europapolitikki. Í samgonguskjalinum er ásett, at ein serfrøðingabólkur
fyri, at tað kom rættiliga óvart á hann, at løgmaður krøkti bæði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin av ísenn, tí tað fer uttan iva at avmarka hansara møguleikar rættiliga nógv, skuldi tað miseydnast at skipa [...] tað verða uttan iva so tung spor hjá løgmanni at ganga, at tað er ein spurningur um hann yvirhøvur fer at seta seg í eina slíka støðu, tí tað er ikki tað besta útgangsstøðið í eini samráðing. Jógvan Mørkøre [...] sæð fyri sær, at løgmaður fór at tveita annan flokkin á dyr og at royna víðari samráðingar við hinum flokkinum og so Tjóðveldinum afturat. Tað var altíð vandi fyri, at Fólkaflokkurin fór at leggja so hart
num. Hann vónar, at málið fer at fáa eina sakliga og seriøsa viðgerð, men dylur heldur ikki fyri, at tað er ikki so lætt at viðgera málið, nú ein so stórur partur av samráðingunum og innihaldinum í málinum [...] 10 boringum? ? Tað sær út sum um at man við nútímans tøkni og serstakliga 3D seismikki er førur fyri at avmarka vágan, áðrenn tú fer undir boringina, soleiðis at tað er meira sannlíkt, at tú rakar við, [...] tá tú fer í gongd. Og tað eru einstøk feløg, sum nevna, at tey vilja eitt lutfall, sum er eitt til tvey. Tað er tað tey miðja móti. Merkir tað ikki, at krøvini vit kunnu seta oljufeløgunum kunnu vera
sær at umsita møguligan komandi oljugrunn osfr. Tvs. at føroyingar fara at hava brúk fyri at venja seg í nógv ár til at gerast sjálvstøðugir. Hans Engell heldur eisini, at ein stór oljuvinna fer at fáa [...] løgtingsval fer at bera í sær. Eisini danskir politikarar og vanligi danin eru spentir um úrslitið av valinum, tí tað fer uttan iva at hava stóran týdning fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í [...] hevur brúkt ein samráðingarhátt og eitt tónalag, sum danir, ið kenna føroyingar, vita, ikki er tað rætta. Tað kann væl vera, at tað hevur ljóðað gott í donskum oyrum, at her var ein forsætisráðharri, sum
Danmark, og Torkil vónar at onnur av teimum er kviðin. So verður spennandi at vita, hvussu leikur fer. Tær báðar lamurnar eita Lama og Alpaca, og eru ávikavist 1 og 2 ár. Hetta merkir, at tær ikki eru heilt [...] útbúgvin timburmaður, og arbeiðir fast við tí. Ætlanin við lamunum er ein roynd, ið eg ætli at gera. Um tað ber til at fáa tær tamdar, so er ætlanin at skipa fyri gongutúrum um fjøll og at hava tær við á ferðini [...] lamur eta gras, hoyggj, breyð og grønmeti. Og um tær fáa eitt sindur av kraftfóðri, er tað eisini bara gott. “Tað er næstan sum ross” sigur Torkil. Lang bíðitíð Hugskotið til at innflyta lamurnar til landið
hetta er í stuttum at siga, at eg havi altíð havt eitt gott netverk. Tað er samansett av nógvum ymsum fólkum, stovnum, fyritøkum o.ø. bæði í Føroyum og uttanlands. Gott netverk tryggjar, at man sum politikari [...] ymisk sjónarmið, og at mál verða vend væl og virðiliga. Sjálvandi leiti eg mær eisini kunnleika hjá serkønum innan tey ymsu samfelags– og fakøkini. Á tann hátt verða politiskar støðutakanir og avgerðir undirbygdar [...] er tað ein dygd, ið m.a. Tjóðveldi kann njóta gott av. Tann flokkurin hevur traditión fyri at gera brúk av journalistum og samskiftisfólki, m.a. í Løgtinginum. Tað er eisini ein royndur lutur, at í nevnda