Eidesgaard við at mala seg upp í ein krók

- Miseydnast hendan royndin hjá Jóannesi Eidesgaard at skipa samgongu, noyðist hann helst at geva skarvin yvir og lata Høgna Hoydal ella onkran annan taka yvir, heldur politiski viðmerkjarin hjá Sosialinum

- Miseydnast hendan royndin hjá Jóannes Eidesgaard at skipa samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Tjóðveldisflokkin, noyðist hann helst at leggja kongin.

Tað heldur Jógvan Mørkøre, politiskur viðmerkjari hjá Sosialinum.

Hann heldur sostatt, at royndin at skipa eina CHE samgongu, helst er seinasti møguleikin hjá Eidesgaard at skipa samgongu á hesum sinni.

Miseydnast hendan royndin, vænti eg, at hann verður noyddur at geva skarvin yvir og at lata Høgna Hoydal ella onkran annan royna at skipa samgongu ístaðin.


Tungt at venda aftur

Í alla farnu viku royndi Jóannes Eidesgaard at endurstovna ABC samgonguna, men brádliga fríggjadagin krøkti hann bæði A og B av í senn.

Jógvan Mørkøre heldur, at tað er ein spurningur um tað ikki var eitt mistak av Jóannesi Eidesgaard at geva bæði Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum durafjórðingin í senn.

Miseydnast hendan royndin at skipa eina CHE samgongu, er ógvuliga ilt at hugsa sær, at Løgmaður hevur aðrar møguleikar.

- At fara aftur til antin Sambandsflokkin ella Fólkaflokkin, fer mest at líkjast eini biddaraferð og tað verða uttan iva so tung spor hjá løgmanni at ganga, at tað er ein spurningur um hann yvirhøvur fer at seta seg í eina slíka støðu, tí tað er ikki tað besta útgangsstøðið í eini samráðing.

Jógvan Mørkøre dylir sostatt ikki fyri, at tað kom rættiliga óvart á hann, at løgmaður krøkti bæði Sambandsflokkin og Fólkaflokkin av ísenn, tí tað fer uttan iva at avmarka hansara møguleikar rættiliga nógv, skuldi tað miseydnast at skipa eina CHE samgongu.

Hann hevði heldur sæð fyri sær, at løgmaður fór at tveita annan flokkin á dyr og at royna víðari samráðingar við hinum flokkinum og so Tjóðveldinum afturat.

Tað var altíð vandi fyri, at Fólkaflokkurin fór at leggja so hart út á sjálvstýrisleið og at fáa blokkin skerdan, at Sambandsflokkurin ikki kundi vera við.

Hinvegin var eisini vandi fyri, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru at leggja so hart út á fiskivinnuøkinum og kanska á øðrum økjum við, at Fólkaflokkurin fór í baklás.

- Sostatt hevði tað ikki verið óvæntað, vissi tað ikki hevði eydnast at samansjóða sjónarmiðini hjá fyrst og fremst Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.

Tí hevði tað heldur ikki komið óvart á Jógvan Mørkøre, vissi samráðingarnar um ABC samgonguna í farnu viku, endaðu við, at Løgmaður og Javnaðarflokkurin slepti øðrum av hinum báðum flokkinum og helt fram við hinum.

- Hann kundi slept Fólkaflokkinum fyri at samstarva víðari við Sambandsflokkin og Tjóðveldið um vinnumálini, og serliga fiskidagaskipanina, ella hann kundi slept Sambandsflokkinum og arbeitt víðari við eini sjálvstýrismálum øðrum málum, sum hann kundi samst við Fólkaflokkin Tjóðveldið um.

Jógvan Mørkøre metir, at í báðum førum hevði Tjóðveldi verið eitt gott boð, tí við Tjóðveldinum hevði bæði borið til at tikið stig á sjálvstýrisleið, men tað hevði eisini borið til at funnið semjur um fiskvinnumálini.

- Tí haldi eg, at tað var heilt óvæntað, at báðir flokkarnir fingu sekkin í senn, sigur Jógvan Mørkøre. Men hann sigur tað við tí fyrivarni, at hann ikki veit, hvat er farið fram handan leiktjøldini.

Samstundis halda allir partar kortini tætt inn at kroppinum, so tað kann vera torført at meta um støðuna.

Tí kunnu tað sjálvandi vera viðurskifti, sum vit ikki vita nakað um, sum gera valið hjá løgmanni logiskt.

Men samgongumøguleikarnir eru nógvir og tað hongur altíð sum ein hóttan yvir samráðingunum, tí kemur stígur í onkustaðni, liggur altíð onkur annar klárur.

Orsøkin til at Løgmaður nú er farin eftir Fólkaflokkinum og Miðflokkinum kann vera, at hann annars stúrir fyri, at alt hetta politiska spælið kann enda við eini fullveldissamgongu.

Hinvegin hevur tað verið eitt ávíst fríggjarí ímillum Sambandi og Tjóðveldið og tað kundi verið ein ávísur logikkur hjá Javnaðarflokkinum í at roynt eina samgongu ímillum teir báðar flokkarnar.


Høgni ella onkur annar

Skuldi hendan royndin at skipa CHE samgongu, miseydnast, er spurningurin, hvat so hendir.

- So verður tað ein spurningur, hvørjir hinir flokkarnir vísa á sum næsta samráðingarleiðara og tað kann verða tórført at meta um.

Spurningurin er so kanska meiri, hvønn teir smáu flokkarnir fara at vísa á.

- Teir plagdu ikki vera so altráðir eftir at vísa á Tjóðveldið, men í hesum førum kann tað vera, at Miðflokkurin er sinnaður fyri eini sjálvstýrissamgongu og sostatt fer at vísa á Høgna Hoydal.

Men tað er eisini greitt, at tann, sum so fær samráðingarrættin, fær samstundis ein fyrimun í telvingini um at løgmansessin og har plaga teir stóru flokkarnir at vísa á teirra egna formann.

- Tí kann tað einsvæl gerast ein spurningur um persónar sum um flokkar og har kann tað vera ein spurningur um, hvat teir ymsu flokkarnir vilja góðtaka.

Veljarakanningarnar hava víst, at Høgni Hoydal hevur havt vaksandi undirtøku fyri at gerast løgmaður, samstundis sum bæði sambandsformaðurin, Kaj Leo Johannesen og fólkafloksformaðurin, Jørgen Niclasen, havi staðið nógv veikari.

- Tað kann verða tann stóri møguleikin hjá Tjóðveldinum at fáa løgmann fyri fyrstu ferð í søguni, heldur Jógvan Mørkøre.