bráðneyðug í dag, sum hon var fyrr, so eru tað hóast alt fleiri ting, vit kunnu gagnnýta ullina til – eitt nú bjálving av húsum. Kári Thomsen er arkitektur, og hann leggur stóran dent á umhvørvisvinarligar [...] lúkast, um byggjast skal uttan dampsperru. Fyrst skal bjálvingin vera úr náttúrutilfari sum pappír, træ, hørr- ella nevndu seyðaull. Næst skal bjálvingartjúgdin ikki vera minni enn 40cm, og haraftrat skal
Eitt lágtrýst beint eystan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynning vestan. Tí streymar køld luft við vetrarælum sum frá líður inn yvir Føroyar av landnyrðingi. Veðrið í dag Strúkur í vindi upp í skrið [...] og regn, og seinnapartin vátaslettingur í støðum. Hitin um 5 stig, men seinnpartin byrjar hann at fella. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og
Har er í hvussu so er eitt tal, sum er blóðskeivt. Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú Portalurin hevur almannakunngjørt eina veljarakanning, sum vísir, at bæði hann og hin Fólkatingsmaðurin [...] , Magni Arge, fella á næsta fólkatingsvalið, ið verður seinni í ár. Hinvegin verða tað fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin, sum fáa fólkatingssessirnar. Men Sjúrður Skaale heldur, at enn er tað ov tíðliga [...] um Og hann spyr, hvussu ólukkan tey kunnu koma til nakra avgerandi niðurstøðu, tá ið tey vita, at eitt púra avgerandi tal er eini 30-40 prosent skeivt. Trýst HER og les meiri um, hvat Sjúrður Skaale heldur
og leiðin eisini verður løgd framvið eitt nú Vejle og Sønderborg. Tað er mangar ferðir áður sæð, at lið úr londum, ið fáa Tour de France á vitjan, fáa tillutað eitt sokallað wildcard til kappingina, og [...] og tí er í Danmark ein vón um, at eitt danskt lið sleppur við í Tour de France í 2021. Mest upplagda boð í løtuni er Riwal-Readynez, ið er einasta danska liðið á prokontinental-støði, ið er støðið beint [...] ið eg fari at arbeiða hart fyri at røkka, so vit mugu bara krossa fingrar fyri at allir brikkar fella upp á pláss, sigur hann. Torkil sigur tað merkjast á danska súkklulandslagnum, at Tour de France nú
Í Føroyum fella nógv orð um, at ein hálvur tvørámaður er valdur framum ein heilan havnarmann til HM-finaluhópin hjá danska manslandsliðnum, ið skal spæla HM-finalu ímóti Noregi í Boxen í Herning klokkan [...] millum áskoðararnar. 16 spælarar fáa heiðursmerki, so kortini er sannlíkt, at Jóhan á Plógv Hansen fær eitt gull- ella silvurheiðursmerki fyri at verða partur av HM-hópinum stóran part av tíðini. Hans Lindberg
Í miðbýnum í Havn – ella rættari í havanum hjá G oman fyri kioskina hjá Astu, stendur eitt træ, sum ikki hevur tað so gott. Træið er ein reyðbók, sum Trónd Hansen, urtagarðsmaður, plantaði á sumri í 1914
fegin sleppa at merkja fleiri grindir fyri at fáa meiri at vita um, hvussu grind ferðast, tí tað er eitt týðandi grundarlag undir stovnsmetingunum av grind. Og av tí sama hevur tað eisini stóran týdning [...] at grindadrápið er burðardygt. Seinast, tey merktu grind, var í Bø í heyst, men tann royndin var eitt sindur av einum vónbroti tí sendararnir slóknaðu so skjótt. Tað kanst tú lesa meiri um HER Men hóast [...] fremmant, sum teir sí bíta av hvørjum øðrum. Lívfrøðingurin sigur, at teir royna at fáa sendararnar at fella so væl inn í hornið á hvalinum, sum tilber. Men fáa tey tað ikki at rigga betur, mugu tey eisini umhugsa
meira, so er tað eitt gott hugskot at byggja eitthvørt, ið gevur lívd frá regni. Har eru tað tvær loysnir, ið eru verdar at hava í huga. Tað fyrra er eitt hálvtak, ið er partur húsinum. Eitt slíkt ger tað [...] fjølbroytt kunnu ljósini vera í havanum. Í havanum kann ljós lýsa upp eitt stað, ið verður brúkt til drekkamunn, tað kann framhevja eitt vakurt træ ella lýsa upp eina gøtu, ið gongur framvið húsinum [...] vinum og familju. Ein slík broyting ger, at havin við eitt verður ein størri og meira natúrligur partur av gerandisdegnum heima við hús, tí havin gerst eitt framhald av stovuni. Við eini slíkari loysn, er eisini
er vanligt at síggja fólk leita sær ráð um eitt ótal av spurningum. Hvat gólv er flott, hvørji slítast væl, um tey eru løtt at halda reint, um tað skal vera træ ella plast og um hiti skal vera undir eru [...] vanliga á laminatgólv, tí har krevst als einki viðlíkahald. Meðan træ- og laminatgólv eru millum tey mest seldu gólvini í dag, so er eitt gamalt rák á veg aftur í føroysku heimini. - Sølan av teppum er [...] síðan. Tí eru tað fleiri, ið hava ráð til tað í dag. Men samstundis sæst eisini eitt rák, har fólk gjarna gera eina íløgu í eitt dýrt gólv. - Tað eru nógv fólk, sum keypa góða góðska og brúka pengar upp á
r vísti á, at hevur ein bóndi fyrst fingið eitt festi at røkja, kann tað næstan ikki verða tikið frá honum aftur. Tí heldur hann, at tá ið ein bóndi fær eitt festi, eiga myndugleikarnir at seta krøv til [...] nú, verða at kalla ongar sum helst treytir settar, tá ið ein bóndi fær eitt festi frá Búnaðarstovuni. Og hevur ein bóndi fingið eitt festi, kann tað næstan ikki takast frá honum aftur. Bóndin skal verða [...] tá ið teir fylla 70, men beint fyri jól samtykti Løgtingið at broyta tað, so at tað ikki skal vera eitt krav, at teir skulu av garðinum, tá ið teir fylla 70, men at teir kunnu søkja um at sita longri. Men