í vælmaktini. Hon fylgdi væl við í politikki, bæði innan og uttanlanda. Hon var stillari fyrst hjá S. P. Zacharianssen og síðan hjá Hákun Djurhuus, og var tað, til hon var heilt gomul. Hevði tað verið [...] varð inn. Teir ansaðu eftir minum, tá ið teir sigldu. Ein dagin skutu teir 12 minur og sigldu á ta 13, uttan at tað tó hendi nakað. John var eisini heima undir krígnum. Pápin var havnafúti, og hann var
ymsum, men hetta gjørdi bert ilt verri. Samstundis hvarv Helena við 16 monnum. Í juni hvørvur Karin við 13 monnum. Av teimum átta, sum vóru við Puritan, doyðu teir seks. Tilsamans fórust 62 mans á sjónum í [...] fuglur at síggja, men vit høvdu fingið nakrar sildir. Eg hevði tikið so mikið sum eitt karðatróður, t.v.s. stødd á einum karða, av spiki við mær. So fóru vit at skera smáar bitar av spiki og at kasta teir á
tí virksemi, sum natúrliga er um okkara leiðir, eitt nú útgerð, umvælingar, framleiðslu, flutning o.s.fr., tað verði seg innan fiskivinnu, oljuvinnu ella aðrar vinnur. Størri orka má verða løgd í hetta [...] eru á fíggjarætlanini í ár. Kommunuskattur Skuldin bindur framvegis kommunurnar. Í 1997 fara uml. 1/3 av inntøkunum at rinda rentur og avdráttir. Politikkurin er, at kommunurnar skjótast gjørligt eiga