Løgmansrøðan

­ Staðfestu hagtølini, skjótt minkandi arbeiðsloysið, vaksandi fyritakssemið í

samfelagnum, tørvandi andstøðuuppskotini og øll onnur fyribrigdi prógva

henda veruleika, at samgongan og landsstýrið hava verið á beinari kós í

politikki og málsetningum sínum. Hetta m.a. segði Edmund Joensen,

løgmaður, í røðu sínari tá tingið varð sett ólavsøkudag. Hetta er síðsta

løgmansrøða og síðsta tingseta í hesum valskeiði. Løgtingsval skal vera í

síðsta lagi 7. juli 1998, men í hesum sambandi róði løgmaður upp undir, at

løgtingsval kanska verður fyrri enn so:

 

­ Staðfestu hagtølini, skjótt minkandi arbeiðsloysið, vaksandi fyritakssemið í samfelagnum, tørvandi andstøðuuppskotini og øll onnur fyribrigdi prógva henda veruleika, at samgongan og landsstýrið hava verið á beinari kós í politikki og málsetningum sínum. Hetta m.a. segði Edmund Joensen, løgmaður, í røðu sínari tá tingið varð sett ólavsøkudag. Hetta er síðsta løgmansrøða og síðsta tingseta í hesum valskeiði. Løgtingsval skal vera í síðsta lagi 7. juli 1998, men í hesum sambandi róði løgmaður upp undir, at løgtingsval kanska verður fyrri enn so:


­ Eingin orsøk er at nevna nýval, nú minni enn eitt ár áðrenn valskeiðið er úti. Tó skal tað ikki vera nøkur loyna, at eg sjálvur leggi munandi størri vekt á at tryggja vunnin framstig og at halda fram við einum sunnum framburðspolitikki enn at toyggja valskeiðiðheilt út til juli mánað, segði Edmund Joensen Í røðu sínari á ólavsøku segði Edmund Joensen annars:

Siður er, tá nýggj tingseta byrjar, at Føroya løgmaður gevur tinginum eina frágreiðing um gongdina og støðuna í samfelagnum, og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Av tí at løgtingsval verður áðrenn næstu ólavsøku, verður hetta seinasta løgmansrøðan í hesum valskeiði.

Aftaná løgtingsvalið tann 7. juli 1994 og eftir drúgvar samráðingar við Fólkaflokkin, sum haraftrat skrivaði undir eitt samgonguskjal, eydnaðist tað at skipa eina samgongu undir leiðslu Sambandsfloksins við Javnaðarflokkin, Verkamannafylkingina og Sjálvstýrisflokkin. Javnaðarflokkurin var sostatt við til at leggja lunnar undir tann framburðspolitikk, sum er rikin í hesum valskeiði. Hóast tað gongur út um alt vit og skil, hví Javnaðarflokkurin stakk í sekkin í juni mánaði í fjør, tá positivu úrslitini av rikna politikkinum longu vóru sjónsk, fari eg aftur takka teimum fyri teirra lut, ta tíð, tað vardi. Men bæði javnaðarmenn og føroyingar sum heild sakna eina frágreiðing um hetta fyribrigdi. Aftaná at Javnaðarflokkurin hevði tikið stuðul sín aftur, helt samgongan fram sum minnilutasamgonga við fullum heimildum.

Maður kemur í mans stað. Fólkaflokkurin, sum ikki fekst við frá byrjan, og sum hevði staðið á síðulinjuni út við tvey ár, dugdi nú at síggja fyrimunirnar av rikna politikkinum og valdi at koma upp í samgonguna fyri at stuðla heldur enn at steðga positivu gongdini. At tað var rætt at gera nýggja samgongu við somu endamálsorðing, sum undanfarna samgonga hevði, er eingin ivi um.

Lat meg beinanvegin undirstrika, at eg eri fegin um búskaparligu vendingina í samfelagnum, sum er vorðin so týðilig í hesum valskeiði, og somuleiðis undirstrika, at við Sambandsflokkinum á odda fyri báðum samgongunum hava allir fimm samgonguflokkarnir sín lut í positivu úrslitunum.


Gongdin í hesum valskeiði

Ongin føroyingur hevur gloymt ta støðu, sum Føroyar vóru komnar í, áðrenn løgtingsvalið í 1994. Føroyar vóru sum einasta land í vesturheiminum farnar so ruddiliga á húsagang, og harafturat settar undir útlendska umsiting so seint sum í nítíárunum og við tilsøgn frá einum politiskum meiriluta í Føroyum.

Vit mistu frælsið á flestu økjum, eisini rættin til at skipa fyri fiskivinnuni á sjógvi og landi, á fíggjar- og búskaparøkinum og vit góðtóku harafrat bindingar uttaneftir um eina framtíðar oljuvinnu undir Føroyum.

Politiska støðan og gongdin í landinum kundi lýsast við einum orði: Kaos. Ongin leiðsla og ongi haldbar uppskot til loysnir. Ein avskeplað øsing, sum mest hevur verið vend móti dønum, og sum ikki á nakran hátt kundi skapa framburð aftur í Føroyum.

Í dag er støðan ein heilt onnur. Heimastýrið er vunnið aftur, og føroyingurin hevur fingið treystið aftur. Avtalur, ið undanfarin landsstýri gjørdu við donsku stjórnina, vórðu nú broyttar til felagslýsingar, sum loystu okkum burturúr tyngjandi bindingum. Vit eru tí ikki longur undir útlendskari umsiting, vit skipa sjálv fyri okkara høvuðsvinnu, og fyri búskapar- og fíggjarmálum, og vit hava vunnið okkum fullan rætt aftur til sjálv at skipa fyri eini møguligari oljuvinnu. Vit hava vunnið okkum meginpartin aftur av tí frælsinum, sum føroyingar áttu, áðrenn samfelagið fór á húsagang.

Men støðan er tó ikki nøktandi enn. Hóast vit kunnu fegnast um, at nettouttanlandsskuldin er minkað munandi, er skuld landskassans framvegis alt ov stór. Endalig greiða skal fáast við danir á tí partinum av skuldini, sum stavar frá bankabjargingini, og tí partinum, sum av røttum er okkara.

Tá hugsað verður um byrjanarstøðuna og tungu uppgávurnar at loysa, er ikki at undrast á, at talan av og á hevur verið um ávísan turbulens á ferðini. Seinastu tíðina hevur tó verið friðarligari.

Ráðharraábyrgdin hevur nú eitt ár á baki. Løgmaður hevur tvær ferðir givið landsstýrismonnum ábreiðslu, sum landsstýrismenninir hava tikið til eftirtektar. Eitt misálitisuppskot varð á fyrsta sinni sett fram móti landsstýrismanni í løgtinginum. Hetta royndist tó sum leysaskot.

Henda stutta lýsing av støðuni frá byrjan av valskeiðnum og til broyttu støðuna í dag, er samstundis ein lýsing av gongdini higartil í samfelagnum, og hvussu neyðugt tað er, at henda gongdin heldur fram.

Tað hevur alstóran týdning at halda fast um settu kósina, serliga nú valárið nærkast. Eg ætli mær í samgonguni - og andstøðuni við - at gera alt, sum eg kann og um neyðugt forða fyri

ov nógvum turbulensi, nú tað stundar móti løgtingsvali. Tað, sum tekur langa tíð at byggja upp, er skjótt at bróta niður. Tað, sum hesir fimm flokkar hava bygt upp í trý ár, eigur ikki at verða lorað útaftur á fjórða ári. Tað hevur størri týdning at halda fast um náddu politisku og búskaparligu framstigini, enn at toyggja valskeiðið út til juli mánaða. Hesir fimm flokkaranir, sum hava verið í hesum samgongum, kunnu óræddir leggja náddu úrslitini fyri veljaran. Tað, sum veljarin skal taka støðu til, er ikki, um tað hevur gingist væl í hesum valskeiðnum - tí tað er eyðsæð, tað hevur tað - men veljarin skal taka støðu til, hvørjir flokkar hava styrki til at halda fast um tey náddu framstigini og tryggja harðvunna framburðin í Føroyum. Styrkin stendur í støðufestinum og ikki í løttum lyftum.


Úrslit

Í stuttum fari eg at grundgeva tað, sum longu er nevnt í røðuni, áðrenn tey ymsu málsøkini verða útgreinað.

Fyrst nøkur ítøkilig dømi um úrslit trý tey farnu árini, síðani nøkur mál, sum ætlanin er at náa í hesi tingsetu.


Ta umsitingarvald, sum danir høvdu fingið í áður gjørdum avtalum, fyrst og fremst viðvíkjandi okkara høvuðsvinnu og eini framtíðar føroyskari oljuvinnu, rættaðu vit uppaftur í felagslýsingini.

Løgtingsfíggjarlógin hevur víst avlop trý ár á rað. Føroyar kunnu nú greiða allar sínar skyldur. Felagslýsingin við donsku stjórnina um javnvág á fíggjarlógini í 1998 er sostatt væl og virðiliga hildin.

Gjaldsjavnaavlopið var ein góð milliard í fjør. Seinastu tølini vísa, at talan verður um eina _ mia.kr. í ár, aftaná at byrgt er upp fyri ICES-tilmælunum.

Handilsjavnaavlopið var út við 300 mió.kr. í fjør. Sjálvt við tí stóra virkseminum verður roknað við avlopi aftur í ár, einar 250 mió.kr.

Nettouttanlandsskuldin er nógv minkað, úr 4,3 mia.kr. í 1995 niður í góðar 3 mia. kr. í 1996.

Fólkatalið veksur av álvara aftur. Vøksturin í ár verður meir enn 500 fólk. Í áttatiárunum var miðalvøksturin 450 fólk árliga.


Arbeiðsloysið minkar. Í 1993 var tað eini 20-25%, í fjør 11,6%, og seinastu upplýsingarnar siga 9% í ár.

Skattatrýstið er minkað uppaftur meira í ár. Harafturat er grundlønin hjá pensjónistum nú skattafrí.

Skattahámarkið er lækkað niður aftur á 50%, og marginalskattatrýstið er lækkað.

Fíggjarognaravgjaldið, sum upprunaliga kostaði borgarunum umleið 130 miljónir kr. árliga, er endaliga avtikið.

Uttanlandsmál fáa nú størri leiklut í føroyskum politikki. Arbeiðið er raðfest, og samstarvið millum landsstýrið og uttanríkismálaráðið er skipað við føroysk/danskari embætismannanevnd.

Passtrupulleikar hjá m.ø. føroyskum sjómonnum, handverkarum og lesandi, sum virka í ES-londum eru loystir umsitingarliga. ES-pass verða nú útflýggjað í Føroyum og í Danmark eins og føroysk pass verða útflýggjað í Danmark.


Tiltøk í hesi tingsetu

Vit hava alla orsøk at fegnast um hesi risaframstig, dømini tala fyri seg; men enn eru nógv týdningarmikil mál at viðgera. Nevnast kunnu m.o.:

Framtaksgrunnurin

Í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin stendur, at tær verða endurskoðaðar 3 ár eftir, at grunnurin varð settur á stovn. Løgdeildin er farin í holt við at gera uppskot til endurskoðaðar viðtøkur fyri grunnin.


Fiskidagaskipanin

Síðan vit aftur fingu loyvi til sjálvir at skipa okkara fiskivinnu á sjógvi og landi, hevur verið nógv stríð og lítil semja um, hvat ið gerast skuldi. Høvuðsspurningurin hevur verið, sum danir eisini førdu fram, um vit eru førir fyri at skipa soleiðis fyri, at vit uppá longri sikt fáa sum mest burturúr okkara tilfeingi.

Vit hava í einar 14-15 mánaðir roynt eina fiskidagaskipan. Fyri fáum døgum síðani fingu vit aftur váttan um, at tað er torført hjá vinnuni, fiskifrøðingum og øðrum at semjast um felags loysnir.

Tað er sjálvsagt politiski myndugleikin, sum skal skera ígjøgnum. Tað er tað, hann er valdur til. Hetta hevur áður víst seg at vera torført, og tað sær einki mætari út nú. Hagtøl vísa, at meir enn 30% av teimum fiskidøgum, sum vórðu tillutaðir fyri seinasta fiskiár, ikki eru nýttir. Ymiskt er hjá skipabólkunum, frá knøppum 20% til meir enn 70%. Í fjølmiðlunum hoyrir og sært tú politikkarar í fullum álvara kjakast um eina minking uppá 12,5% til 15%. Tíverri sær tað út sum um flokkar eru samdir um hetta, og at hetta er

galdandi fyri ein stóran meiriluta í løgtinginum. Veruleikin er, at ein avmarking undir 30% í miðal er ongin minking at tala um. Hví ikki leggja kortini á borðið og siga sum er, at Føroya løgting gongur ikki við til

avmarkingar í veiðini eftír tí tilfeingi, sum vit og okkara eftirkomarar skulu liva av. Tað hevði verið reiðiligari fyri veljaran og serliga fyri teir útlendingar, sum fíggja føroyska virksemið, og sum skulu meta um okkara kredittvirði, tá okkum tørvar meiri fígging. Tí tað verður endin við hetta lag.

Blokkstuðulin

Í felagslýsingini frá 3. november 1995 avtalaðu ríkisstjórnin og landsstýrið at áseta støddina á blokkstuðulinum til og við 1998. Eisini varð avtalað, at ein arbeiðsbólkur áðrenn 1997 er lokið skal gera uppskot til, hvussu blokkstuðulin verður ásettur framyvir. Hesar samráðingar skulu avgreiðast í ár. Løgfrøðiliga grundarlagið undir blokkstuðulinum er heimastýrislógin. Blokkstuðul er samsýning fyri, at vit umsita og hava ábyrgd av málsøkjum fyri danir. Talan er í høvuðsheitinum um tey tungu økini sum heilsuverkið, almannaverkið og skúlaverkið. Blokkstuðulin er næstan ein triðingur av fíggjarlógini. Tað er greitt, at sjálvt ein lítil niðurskurður í blokkstuðulinum hevði havt álvarsligar búskaparligar fylgir við sær. Ein donsk/føroysk embætismannanevnd arbeiðir við málinum og roknað verður við, at nevndin verður liðug í heyst. Politiskar samráðingar millum ríkisstjórnina og landsstýrið verða í vetur. Afturgjalding av almennu skuldini Sambært felagslýsingini frá 1995 verður spurningurin um afturgjalding av uttanlandsskuldini tikin uppaftur í ár. Hóast ríkisstjórnin hevur sagt seg vera sinnaða at leingja tíðarskeiðið, tá lánini skulu verða afturgoldin, verður farið undir samráðingar við ríkisstjórnina um tíðarskeið og treytir sum skjótast. Tilmæli verður nú gjørt, sum verður grundarlag undir politiskari viðgerð í landsstýrinum. Samráðingar við ES um nýggjan sáttmála. Politisk undirtøka er nú fyri at samráðast við ES um nýggjan sáttmála. Víst verður til uttanlandsfrágreiðingina, har viðurskifti Føroya við ES og ætlanir á hesum øki eru nærri lýst. Handilssáttmálar við eystanlond Samráðingar um handilssáttmálar við 10 eystanlond byrja í fyrru helvt av september mánaði. Ætlanin er at fara undir samráðingar við Estland sum fyrsta landið, og næst í røðini verður Póland. Kolvetnisvirksemi Stutt undan ólavsøku varð frágreiðing hjá oljuráðleggingarnevndini: ³Fyrireikingar til oljuleiting² handað løgmanni. Løgtingsmenn hava fingið frágreiðingina til kunningar, og málið verður viðgjørt í løgtinginum í heyst. Dentur verður lagdur á, at oljupolitikkur byggir á holla vitan og á gjølligar fyrireikingar. Henda frágreiðing er sera umfatandi við fullfíggjaðum uppkasti til uppskot til løgtingslóg um kolvetnisvirksemi við viðmerkingum. Harumframt er gjøllað greitt frá ymsum spurningum, sum hava týdning fyri oljuvirksemi í Føroyum, og tilmæli eru gjørd um mál hjá landsmyndugleikum at taka støðu til. Frágreiðingin fevnir um meginpartin av tí, ið er neyðugt til tess at fyrireika ein føroyskan oljuleitingarpolitikk sum heild. Eftir at gera eru serligu treytirnar fyri fyrsta útbjóðingarumfarið til oljufeløg um oljuleitingarloyvi og uppkast til løgtingslóg um inntøkuskatting av kolvetnisvirksemi. Hesum tilfari verður brúk fyri, tá støða verður tikin til, hvørji havbotnsøki útbjóðingarumfarið skal fevna um, og nær umfarið skal verða. Landsoljufelag Landsstýrið fer nú at seta nevnd at gera tilmæli um, hvussu eitt landsoljufelag verður skipað við atliti til ognarviðurskifti, stýring, handilsliga og samfelagsliga og leikluti tess í samband við ta politisku og umsitingarligu skipanina og vinnulívið. Støða verður í næstum tikin til, nær og í hvørjum líki uppkastið til løgtingslóg um kolvetnisvirksemi verður lagt fyri tingið. Bankaskuldin Løgtingið samtykti einmælt at áleggja landsstýrinum at biðja ríkisstjórnina gera eina dómarakanning av partabrævaumbýtinum av Sjóvinnubankanum og Føroya Banka. Úrslitið var, at vit fingu eina bankakanningarnevnd, sum í høvuðsheitum skal kanna umstøðurnar viðvíkjandi partabrævaumbýtinum millum Den Danske Bank og Fíggingargrunnin frá 1992. Úrslitið av kanningini verður grundarlag undir eini meting av, um rættarlig ábyrgd kann gerast fyri myndugleikar, virki og persónar, ið høvdu sín lut í málinum. Tann parturin av skuldini, sum stavar frá bankabjargingini, verður tikin upp, tá bankakanningin er liðug. Formaðurin í kanningarnevndini hevur boðað frá, at kanningarúrslitið verður greitt seinni í heyst. Tað førir við sær, at uppgerðin av bankaskuldini, sum ikki kann gerast, fyrr enn bankakanningin er liðug, dregur út. Sjálvur haldi eg ikki, at ein bankakanning var neyðug, um ætlanin við henni skuldi verða at áleggja ábyrgd, tí ábyrgdin er greið frammanundan. Bankamál eru og hava altíð verið felagsmál. Tað eru sosatt ríkismyndugleikarnir, ið hava allar heimildir og alla ábyrgd av hesum øki. Hetta er í sjálvum sær nóg góð grundgeving fyri, at danir mugu átaka sær tann partin av uttanlandsskuldini, sum skyldast bankabjargingunum. Hetta slóðu danir eisini fast við sjeytummaseymi, tá Føroya landsstýri á sumri 1992 legði upp til at yvirtaka málsøkið við atliti til at gera Føroyar til eitt serligt skatta- og búskaparøki. Hetta er staðfest í brævi frá ríkismyndug-leikunum. Fyri at fáa danir at góðtaka hetta nú aftaná á tað, sum er farið fram, er neyðugt, at føroyskir politikarar eru samdir um hetta sjónarmið. Hetta átti ikki at verið so trupult. Eitt einmælt løgting hevur longu tikið fyrivarni fyri rentunum, sum stava frá bankabjargingunum. Rættindi í altjóða sjógvi Í løgmansrøðuni í fjør varð mint á teir møguleikar, sum liggja í okkara tillutan av umleið 2.500 fiskidøgum við Svalbard og eini kvotu uppá 1.500 tons av rækjum í russiskum sjógvi. Hetta eru møguleikar fyri 100 millióna virði, sum vóru nærum ótroyttir, hóast vit hava ein ov stóran veiðiflota. Eg fari at endurtaka frá í fjør, at tað hevur stóran týdning at vera við, har møguleiki býðst, eisini fyri at tryggja sær rættindi til framtíðar kvotur, og fyri at útvega føroyingum arbeiðspláss. Fiskavirking á landi Í løgmansrøðuni í fjør vísti eg á, at alt ov nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum. Skotið varð upp, at vit settu í gildi eina skipan sum ta íslendsku. Tað er ongin ivi um, at tørvandi loysnir á hesum øki hava kostað og kosta framvegis føroyingum nógv arbeiðspláss. Nú sær út til, at skjøtil verður settur á, tá fiskiárið byrjar. Norðhavssild Øktu møguleikarnir fyri at fáa stórar nøgdir av norðhavssild uppá land í Føroyum hava givið grundarlag fyri at byggja upp ein stóran sildaídnað her á landi við møguleika fyri nógvum arbeiðsplássum og stórari virðisøking til samfelagið. Her er eisini hent ov lítið, umráðandi er at fáa gongd á. Tilfeingisdepil Stórir møguleikar eru í at gagnnýta strategisku støðu Føroya í Atlantshavi og gera Føroyar til ein tilfeingisdepil. Málið er at styrkja vinnuna í altjóða kappingini og at fáa okkara lut í tí virksemi, sum natúrliga er um okkara leiðir, eitt nú útgerð, umvælingar, framleiðslu, flutning o.s.fr., tað verði seg innan fiskivinnu, oljuvinnu ella aðrar vinnur. Størri orka má verða løgd í hetta arbeiðið. Nýskipan av landsumsitingini Nýggja stýrisskipanarlógin tekur fyrivarni fyri tillaging og umskipan av landsumsitingini í samband við ráðharraábyrgdina, við tað at ein skái varð lagdur í lógina. Hesin skái varð nýttur til at fyrireika nýskipanina av umsitingini, sum síðani er farin í gongd. Arbeiðið við bygnaðarbroytingunum, sum sostatt er ein neyðug fylgja av stýrisskipanarlógini, heldur fram. Seinasti aðalstjórin, sum skal stjórna fíggjarmálastýrinum, verður settur fyrsta dagin. So er eftir at evna aðalstýrini endaliga til. Ein týdningarmikil partur av nýskipanini er, at ein felags starvsfólkapolitikkur verður skipaður fyri at tryggja, at starvsfólkið trívist og mennist, so at almenna fyrisitingin fer at styrkjast í dygd og virkni. Bygnaðarbroytingarnar skulu vera ein íløga í framtíðina, so at almenna fyrisitingin kann gerast meira skikkað og rationel. Í longdini verður hetta ein sparing. Niðurstøða Sjálvandi kundu nógv onnur mál verið nevnd, bæði mál, sum hava eydnast og onnur mál, sum ikki hava eydnast til fulnar. Í fjør helt onkur fyri, at løgmansrøðan 1996 var alt ov bjartskygd. Sum tað týðiliga sæst, hava úrslitini síðani víst, at so var ikki. Tað hevur eydnast okkum at vent búskaparligu gongdini nærum 180 stig. Ongin ivi um tað. Búskaparráðið staðfestir eisini, at hagtøl fyri fyrra hálvár 1997 vísa, at framgongdin er støðug, hóast ikki eins stór og víðfevnandi og í 1996. Fyri meg er spurningurin ikki, um tað hevur eydnast higartil; men um vit eru før fyri at halda fast við ein fíggjar- og búskaparpolitikk, sum er neyðugur fyri at varðveita tey framstig, sum eru nádd, og fyri at tryggja støðug framstig. Hetta vendi eg aftur til seinni. Uttanlandsmál Í vár legði løgmaður á øðrum sinni frágreiðing um uttanlandsmál fyri løgtingið. Frágreiðingin var til aðalorðaskiftis, beint áðrenn tingið fór í summarfrí. Víst verður tí til uttanlandsfrágreiðingina, har uttanlandsmál farna árið longu eru lýst. Somuleiðis verður víst til frágreiðing um norðurlandamál, har tey viðurskiftini eru nærri lýst. Her skal tí bert verða trivið aftur í tey mál, har nýtt er komið fram. Marknasamráðingar Í samráðingunum við bretar um landgrunsmarkið hevur enn ikki eydnast at fáa semju í lag millum Føroya og Bretlands. Ikki er nógv hent í málinum síðani ólavsøku í fjør. Eftir samráðingarfundin í London í mai 1996 gingu ikki færri enn 14 mánaðir, fyrrenn tað lá fyri hjá bretum at møta á nýggjum fundi. Ein av grundgevingunum fyri drálinum var bretska parlamentsvalið í mai í ár. Á fundinum í Keypmannahavn um miðjan juli tosaðu partarnir av nýggjum um semingsloysnir. Bretar siga seg vera hugaðar at samráðast skjótt nú til tess at fáa greiðu á, um til ber at fáa eina semingsloysn yvirhøvur, ella um farast má til triðjapart at fáa ein úrskurð. Tíðin má nú vera búgvin til at fáa endaliga greiðu á, um tað er møguligt at fáa bretar at góðtaka eina semingsloysn, sum vit føroyingar kunnu meta sum rættvísa og rímiliga. Næsti samráðingarfundur verður í september. Síðani fari eg at tríva í tey einstøku málsøkini hjá landsstýrismonnunum. Fíggjar- og búskaparmál Skuld landskassans Bruttoskuld landskassans var 6.346 mió kr. við árslok 1996. Fíggjarogn landskassans í landsbankanum og aðrastaðni var 908 mió kr., soleiðis at nettoskuldin var 5.438 mió kr. Nettoskuldin vaks fram til 1995, tá hon var 5.585 mió kr. Í 1996 minkaði hon 147 mió kr. Landskassans úrslit eru munandi batnað hesi seinastu árini, tí síðani 1995 hevur yvirskot verið á fíggjarlógini. Eftir avtalunum við donsku stjórnina fær landskassin statslán til at fíggja afturgjalding av lánum uttan fyri Føroyar, meðan endurfígging í Føroyum og hall skulu útvegast við lántøku á føroyska og danska kapitalmarknaðinum, tvs. við lánsbrøvum. Við árslok eru øll uttanlandslán, sum landskassin hevði frá útlendskum bankum, umløgd til lán frá danska statinum, sum tá vóru 5.600 mió kr. Landsstýrið hevur útgivið tvinnar lánsbrævarøðir yvir 2 ár. Tann fyrra uppá 310 mió kr., sum í navnvirði gekk frá 1994 til 1996, er afturgoldin. Tann seinna uppá 300 mió. kr. í navnvirði gongur frá 1995 til 1997. Harumframt gongur ein lánsbrævarøð við statsveðhaldi til apríl 1998. Landskassahallið er minkað so mikið nógv, at ikki var neyðugt at selja lánsbrøv í fjør. Tá vóru lánsbrøvini afturgoldin av gjaldføru fíggjarognini, tvs. av kistubotninum. Fyri at umfíggja lánsbrøvini, sum ganga út í desember 1997 og apríl 1998, verða lánsbrøv fyri umleið 600 mió kr. útgivin. Meirrentan fyri landskassans lánsbrøv sammett við statslán var 2,25% p.a. í 1994. Hon er síðan minkað til minni enn 1% p.a. fyri eitt 2 ára lánsbrævalán. Hendan gongdin boðar frá einum betri kredittvirði. Broytingin í seinastu samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina var, at avtalurnar broyttust til felagslýsingar. Tað førdi nógv minni politiskar bindingar við sær, og hevur skapt linna í viðurskiftunum Føroya og Danmarkar millum. Hesin linni og bøtta búskapargongdin hava styrkt munandi um kredittvirði Føroya uttanlands, og tá serstakliga í Danmark. Nettorentuútreiðslurnar eru settar til 397 mió. kr. á fíggjarlógini í ár, sum svarar til 14% av inntøkunum. Nettorenturnar verða kanska nakað lægri enn hetta, nú rentustigið er lækkað. So hvørt altjóða bankalán eru fallin til gjaldingar, eru statslán tikin, og rentan ásett so hvørt. Høvdu øll statslánini verið tikin í ár, hevði árligi rentukostnaðurin hjá landskassanum verið stívliga 50 mió. kr. minni enn í dag. Hetta vísir, hvussu viðbrekin, landskassin er fyri rentubroytingum við tí stóru skuldini. Fyri húsarhaldini og teir almennu kassarnar er vert at vísa á, at ein stórur partur av rentulættanum, sum tey hava kent, stavar frá tí óvanliga lágu rentuni, sum er í løtuni. Fer rentan upp, fer tað at kennast meint. Fyri allar partar av samfelagnum er tí sera umráðandi at konsolidera seg. Skattamál Bruttoskattalíknandi skipan varð sett í gildi á nýggjárinum. Uppskot um at serskatta hjún kom ikki aftur úr fíggjarnevndini og fall tí burtur. Tað verður lagt framaftur í heyst. Tá verða uppskot um automatisering av sjálvuppgávu og ognaruppgerð, uppskot um álíkningarmyndugleika og kærunevnd, rættartrygd borgaranna og aðrar broytingar í skattalógini løgd fyri tingið. Endamálið er at fáa eina einfalda, rættvísa og liðiliga skattaskipan. Arbeitt verður við serligari skattaskipan fyri fiski- og sjómenn, soleiðis at teir ikki av skattaávum flyta í onnur lond, har skattatrýstið er munandi lægri. Skattalætti uppá 55 mió.kr. varð givin á nýggjárinum. Skattahámarkið varð lækkað úr 52% niður í 50% og marginalskattatrýstið lækkaði úr 67% niður í 60%. Tilboð um skattalætta aftur fyri lønarafturhald verður lagt fyri arbeiðsmarknaðin, bæði tann almenna og privata. Hetta verður sjálvandi bert gjørt, um allir partar sjálvbodnir taka undir við tí. Uppskot um broytingar í lógini um meirvirðisgjald, serliga um meirvirðisgjald á tænastuvinnuni, verður lagt fyri tingið í heyst. Barnafrádrátturin verður hækkaður. Á nýggjárinum varð nýggj fíggjarstýringarskipan sett í gildi. Alt roknskaparhaldið og øll fíggjarstýringarskipanin vórðu gjørd av nýggjum. Nógvir trupulleikar hava staðist av umleggingini, men nú røkist fyri, at flestu trupulleikarnir eru ruddaðir av vegnum. Tó verður roknað við, at meginparturin av árinum gongur, áðrenn skipanin virkar eftir ætlan. Tá hava vit eisini eitt fíggjarligt stýringaramboð, sum er neyðugt fyri at lúka ásetingarnar í nýggju stýrisskipanarlógini um avgerð og ábyrgd. Lønarmál Lønar- og starvsfólkadeildin á Løgmansskrivstovuni hevur í mong ár umsitið landsins lønar- og starvsfólkamál. Henda deild varð býtt sundur í tvinnar deildir, eina lønardeild og eina starvsfólkadeild, tá lønarmál og sáttmálasamráðingar í februar mánaði vórðu flutt frá løgmanni til landsstýrismannin í fíggjarmálum. Sáttmálarnir við flestu almennu fakfeløgini vórðu uppsagdir í mars mánaði. Felagssemja varð gjørd við 18 fakfeløg, har ásett er, at lønarafturberingin verður: 1. januar 1998 0,75% 1. juli 1998 1,25% 1. januar 1999 2,25% Tilsamans 4,25% Sostatt verður lønin 1. januar 1999 tann sama sum undan niðurskurðinum í 1993. Seinastu tvey árini hevur ein ávís lønarhækkan verið; men lutfalsliga hækkaði tøka lønin meir. Í 1996 var tað serliga tí, at landsskatturin lækkaði, og í ár bæði tí at landsskatturin lækkaði og tí, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum hækkaði. Seinastu skattalættarnir hava givið løntakaranum munandi meiri pening um hendi. Verður hugt nærri at tøku árslønini, hevur ein skattalætti somu ávirkan, sum ein lønarhækking. Nú ið tøka lønin er munandi økt bæði í 1996 og 1997, eiga komandi batar at verða nýttir til eftirlønar- og útbúgvingarskipanir. Roknað verður við, at tey, ið fáa fólkapensjón, gerast fleiri, og samsvarandi fækka tey, ið skulu gjalda fólkapensjónina. Fyri at tryggja sær ein peningaligan tryggan aldurdóm, er ein góð eftirlønarskipan neyðug. Summi almenn fakfeløg hava eina skipan, har arbeiðsgevarin rindar 10% av lønini og arbeiðstakarin 5% í eftirlønargrunn. Onnur hava tilsvarandi skipan, har býtið ístaðin er 8% og 4%. Landsstýrið miðar ímóti, at øll almenn fakfeløg hava eina skipan, har býtið er í minsta lagi 4% í part til arbeiðstakara og arbeiðsgevara. Í frágreiðingini frá búskaparráðnum varð nevnt, at 900 almenn størv vórðu fleiri í almenna sektorinum síðani 1994. Kanningar vísa nú, at hesi tøl eru heilt burturvið. Ein villa vísti seg beinanveg, at umleið 500 fólk vóru skrásett ov nógv í hagtalsskipanini. Aðrar villur eru eisini ávístar. Vónandi fer tann umskipanin av hagtalsarbeiðnum, sum verður gjørd í samstarvi við Danmarks Statistik at bøta um hetta, so at slík tøl verða meira eftirfarandi framyvir. Kommunumál Skattainntøkur Skattainntøkurnar hjá kommununum eru hækkaðar. Í 1992 vóru tær 562 mió. kr., og í 1996 uml. 670 mió. kr. Í fíggjarætlanini 1997 verður roknað við, at skattainntøkurnar verða uml. 655 mió. kr. Gongdin higartil í ár í kommunuskattinum bendir á, at inntøkurnar verða hægri enn roknað er við á fíggjarætlanini. Fyribils skattainntøkurnar hava fyrra hálvárið verið uml. 365 mió ella 61 mió. kr. í meðal um mánaðin. Meðal kommunuskattaprosentið er tað sama í ár sum í fjør: 19,85. Rakstrar- og íløguútreiðslurnar eru hækkaðar úr 411 mió. kr. í 1996 upp í 444 mió. kr., sum avsettar eru á fíggjarætlanini í ár. Kommunuskattur Skuldin bindur framvegis kommunurnar. Í 1997 fara uml. 1/3 av inntøkunum at rinda rentur og avdráttir. Politikkurin er, at kommunurnar skjótast gjørligt eiga at fáa størri fíggjarliga rúmd til sjálvar at taka avgerðir. Kommunurnar eiga ikki at taka upp nýggj lán og eiga ikki at nýta allan inntøkuvøksturin at økja um rakstrar- og íløguútreiðslurnar nú, men at nýta vøksturin í inntøkunum at rinda skuldina aftur soleiðis, at tær í longdini fáa størri frælsi til sjálvar at raðfesta inntøkurnar. Hesin politikkur fer at halda fram í 1998. Kommunubygnaður Arbeiðið hjá nevndini at gera nýggjan kommunubygnað gongur sum ætlað, og er fyrsti partur av arbeiðinum, útgreining av verandi kommunuskipan, um at verða liðugur. Hetta verður stutt eftir ólavsøku sent kommununum og øðrum áhugaðum til ummælis. Roknað verður við, at endaliga álitið við uppskoti um nýtt ábyrgdar- og uppgávubýti og um nýtt kommunuuppbýti verður liðugt í vár. Uppskot til nýggja lóg um býarplanir og byggisamtyktir verður lagt fyri løgtingið í hesi tingsetuni. Nevnd er sett at gera uppskot til eina landsbyggireglugerð. Fiskivinnumál Fiskidagaskipan Lógin um vinnuligan fiskiskap er í ár broytt soleiðis, at fortreytir nú eru fyri at skipa fiskiflotan, og at virkingar- og søluliðið fær betri umstøður at virka undir. Ætlanin er framvegis, at við tøkniligari skipan skulu búskaparligu málini í fiskivinnuni verða rokkin. Víst varð á, at fiskidagaskipanin í verki hevði betri møguleikar at virka enn kvotaskipanin. Ein meinbogi við lógini hevur verið, at fiskirættindini ikki eru umsetilig í meira enn 5 ár. Hetta verður nú broytt, og í uppskotinum til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap verður miðað ímóti, at kvotur og fiskidagar í undirbólkunum verða frítt umsetilig í 15 ár, at fiskidagarnir fyri komandi fiskiár verða 121/2% færri, at skipanin við innaru og ytru fiskidagaleiðini verður óbroytt, og at økisfriðingarnar í lógini verða óbroyttar. Tó verða tiltøk sett í verk til tess at friða gýtingarleiðirnar hjá toski, hýsu og upsa. Veiðin eftir svartkalva verður minkað umleið 20% og veiðin eftir kongafiski verður minkað sera nógv. Veiðin á Føroya Banka verður á sama støði næsta fiskiár. Hesi reguleringartiltøk eru ætlað at tryggja, at fiskastovnarnir undir Føroyum verða gagnnýttir burðardygt, og at skipanin við fiskidøgum og stongdum økjum tryggjar, at endamálini í lógini um vinnuligan fiskiskap verða rokkin. Veiðiflotin Landsstýrið fer at leggja uppskot fyri løgtingið um nýggja lóggávu at endurnýggja veiðiflotan, soleiðis at hann verður betri samansettur til tess at stimbra fiskivinnuna sum heild, so hon gevur størri íkast til samfelagið. Almenni stuðulin til fiskivinnuna má leggjast um, so at allir tættir, sum stuðla ovurorku, verða tiknir burtur og bert teir, sum eru verulig inntøkutrygd og sum stuðla menning og nýskapan, verða varðveittir. Tí verður lógarverkið viðvíkjandi rakstrar- og lønarstuðli til fiskivinnuna, herundir inntøkutrygdarlógirnar, eftirkannað. Samanumtikið verður mett, at veiðitrýstið á landleiðini er ov stórt, og vit gagnnýta ikki veiðimøguleikarnar á fjarleiðunum í nóg stóran mun. Tó eigur at verða havt í huga, at nógvir av teimum veiðimøguleikum og teimum kvotum, sum føroysk skip kunnu veiða uttan fyri 200 fjórðinga fiskimarkið verður umbýtt við tilfeingið á landleiðunum í teimum fiskiveiðiavtalum, sum Føroyar hava. Avtalurnar við onnur lond ávirka eisini føroysku fiskimøguleikarnar í føroyskum øki. Veiðimøguleikar Viðvíkjandi fiskivinnusamráðingum verður víst til frágreiðingina um uttanlandsmál, har fiskivinnusamráðingar farna árið eru gjølla lýstar. Her verður bert nomið við tey mál, ið eru til viðgerðar. Hóast striltið hevur gingist at fáa avtalu við Baltisku londini, so eru fiskivinnusáttmálarnir á einum góðum búskaparligum støði. Føroyar fingu at enda eina betri avtalu við Noreg, har avtalan við Russland er tann týdningarmesta. Møguleikar eru nú serstakliga fyri øktum veiðimøguleikum eftir uppsjóvarfiskasløgum so sum norðhavssild, svartkjafti, lodnu og makreli. Haraftrat veksur veiðivirðið av uppisjóvarfiskasløgum støðugt. Rækjuveiðan á Flemish Cap stendur við og hevur stóran týdning fyri rækjuflotan. Veiðimøguleikarnir við Svalbard standa við, men Noreg hevur boðað frá eini nýggjari skipan, sum fer at minka um veiðimøguleikarnar. Hetta er tó í tráð við ta veruligu veiðuna hjá londunum, sum hava veitt á hesi leið. Landsstýrið hevur ikki góðtikið hetta, men fer at samráðast við Noreg um hetta mál. Stórur áhugi er fyri at menna okkara fiskiskipaflota eftir svartkjafti, norðurhavssild og makreli. Skip eru komin til landið og onnur verða útskift, sum fara at viðgera henda fisk til hægri søluvirði. Hetta er skilagott, men í viðgerðini av hesum verður neyðugt at taka hædd fyri millumlanda fiskivinnuavtalm. Økt samstarv við russar um norðhavssild og makrel kann fáa størsta týdning fyri okkara veiðimøguleikar eftir hesum fiskasløgum og fyri samvinnu um rættindi í Barentshavinum í framtíðini. Makrelur er í føroyskum sjógvi einar fýra mánaðir um árið, men tað, at vit hava eina bindandi avtalu við ES um býtið av makrelinum ger, at vit ikki fáa brúkt hetta tilfeingið, sum vit kundu ynskt. Svartkjafturin verður skjótt eitt virðismikið tilfeingi. Vit skuldu havt nógv størri veiðiorku sjálvir á hesum stovni. Nakað bendir á, at so verður, tí er neyðugt at hugsa um at fáa henda ferðandi stovn býttan, áðrenn veiðikapasiteturin hjá øðrum verður øktur. Samanumtikið kann sigast, at føroysk skip hava størri veiðimøguleikar eftir uppsjóvarfiski í 1997 enn nakrantíð. Tað er umráðandi, at hesin partur av veiðiflotanum verður mentur, og at skipað verður so fyri, at kvoturnar verða fiskaðar, bæði fyri at fáa virðini til høldar og fyri at standa seg betur, tá kvotur verða