VIDEO: Samrøða við Jógvan Martin Olsen um FSF Fótbóltsskúlan 2025

(Video) Hoyr samrøðuna FSF-varpið hevur gjørt við Jógvan Martin Olsen

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Mánadagin 23. og týsdagin 24. juni skipar FSF fyri einum serligum fótbóltsskúla á Tórsvølli, sum verður fyri gentur og driengir í aldursbólkunum U9, U11 og U13

 


– Vit fara at leggja dent á spæl, gleði og kapping, og endamálið er, at tá børnini fara heim aftur, so eru tey nøgd og troytt, sigur Jógvan Martin Olsen, ið er ein av samskiparunum av fótbóltsskúlanum hjá FSF.

 

Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Pláss er fyri 96 luttakarum í hvørjum aldursbólki.

 

Umframt fótbóltsskúlin hjá Fótbóltssambandi Føroya, skipað KÍ, FC Suðuroy, 07 Vestur og NSÍ eisini fyri fótbóltsskúlum í summar. Tilmeldingin gongur væl, men enn eru nøkur pláss eftir.

 

TILMELDING

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna Heðin Arge hjá FSF-varpinum hevði við Jógvan Martin Olsen um FSF fótbóltsskúlan:

 

##med2##

 

Mynd: FSF