borgarafundir í Vági seinastu árini, og royndirnar eru ringar. Tað einasta, ein borgarafundur megnar, er at fáa split í. Men tað er kanska tað, stjórin á P/F Føroya Fiskavirking er úti eftir. Tað sigur Hendrik [...] kongafiskalinju flutta av flakavirkinum í Vági á flakavirkið á Tvøroyri, gjørdu vágbingar bart. Teir settu ein stóran krana og tveir lastbilar uttan fyri dyrnar á flakavirkinum, so ongan veg slapst við kongafi [...] Mørkøre sat í nevndini fyri P/F Føroya Fiskavirking, áðrenn hann gjørdist stjóri. Og hann var eisini ein hin virknasti nevndarlimurin, og hevur tískil havt avgerandi ávirkan á gongdina hjá felagnum, sigur
Íslendsk fyrimynd Fleiri hættir eru at seta á stovn ein partabrævamarknað ella ein ?børs³, sum tað verður rópt í Danmark. Sjálv mælir Eginpeningsnevndin til ein sonevndan løggildiðan marknað. Men trupulleikin [...] Føroyum soleiðis, at til ber at stovna ein slíkan. Í arbeiði sínum hevur Eginpeningsnevndin kannað viðurskiftini í Íslandi. Har byrjaðu tey at tilrættisleggja ein partabrævamarknað longu miðskeiðis í á [...] Eginpeningsnevndin í einum áliti, sum varð almannakunngjørt mikudagin. Og nevndin skjýtur upp, at vit fáa ein partabrævamarknað settan á stovn í Føroyum. Endamálið við einum slíkum marknaði er at menna virki og
maðurin við spannini úti á bønum er ein vanlig sjón, og sannast má á heystardegi, at har sum nógv varð sáðað, varð eisini nógv at heysta, og har ein ikki sáddi heystaði ein sparsommiliga. Hettar er eisini [...] til summarferiu, tað er eins og dyrnar verða lætnar upp inn í ein nýggjan heim, og ferðamnanstovurnar borðreiða fyri okkum ígjøgnum eygu og oyru við møguleikum, tilboðini eru eins og við tað kalda borðið [...] einaferð at sita so fyri og lýða á ein mann, sum kom aftur av langfara sigling hann segði, at her á landi hava vit altíð nakað at síggja fram í móti, tað er altíð ein ella onnur sesong, sum bíðar fyri framman
henda nýggja skipan er sera illa umhugsað og tænir ongum uttan kanska peningastovnunum, at teir kanska kunnu spara nakrar krónur og kanska soleiðis fáa eitt sindur størri avlop, sum teir kunnu senda av [...] tann eina møguleikan. Teir handlar, ið hava sleðu kunnu eisini venda sær til sama virkið og keypa ein terminal, tí so slepst undan, at kortini verða send av landinum, og avroknast kann beinanvegin og
Í skúlaárinum, sum nú av álvara er farið at halla, hevur ein hægri handilsskúla flokkur á Kambsdali verið tað, teir kalla ein telduflokkur. Tað hevur verið gjørt eitt sindur burturúr hesum í fjølmiðlunum [...] royndir, ið ikki eru gjørdar í føroysku miðnámsskúlunum áður. Í fjør hevði handilsskúlin á Kambsdali ein telduflokk í fyrsta HH flokki, og í komandi ári verður royndin endurtikin í báðum fyrsta HH flokkunum [...] telduflokki í studentaskúlunum. Á síðsta lærararáðsfundi var spurningurin um telduflokk viðgjørdur, og ein av niðurstøðunum var, at skúlin skuldi spyrja seg fyri hjá næmingunum, sum koma inn á skúlan í summar
Blokkstuðulin er næstan ein triðingur av fíggjarlógini. Tað er greitt, at sjálvt ein lítil niðurskurður í blokkstuðulinum hevði havt álvarsligar búskaparligar fylgir við sær. Ein donsk/føroysk embætismannanevnd [...] haldbar uppskot til loysnir. Ein avskeplað øsing, sum mest hevur verið vend móti dønum, og sum ikki á nakran hátt kundi skapa framburð aftur í Føroyum. Í dag er støðan ein heilt onnur. Heimastýrið er vunnið [...] tað út sum um flokkar eru samdir um hetta, og at hetta er galdandi fyri ein stóran meiriluta í løgtinginum. Veruleikin er, at ein avmarking undir 30% í miðal er ongin minking at tala um. Hví ikki leggja
um, kanska halda okkurt annað. Men ein dag hendir nakað heilt óvæntað á Langoyrarfirði. Svarta Skútan er burtur. Og tað sama eru einir tíggju - tólv dreingir í bygdini. Bókin er løtt at lesa. Ein av hesum [...] Osmund Joensen sigur, at hann hevur valt at umseta ein bók, sum ein ókendur høvundi hevur skrivað. »Teir kendu munnu fara at koma kortini,« heldur hann. Eins og høvundin, Magnús Finnbogason, er eisini Osmund [...] tí hetta var ikki natúrligt. Teir mannaðu seg kortini upp og gingu upp á skipið. Men tá teir funnu ein livandi nekaratræl, svartan sum kol, við ketu um beinið, gjørdist ovboðið. Soleiðis byrjar bókin um
sigur hann. Siesta - ein roynd? Seinnapartsendingin Siesta fekk rættuliga nógvan negativan kritikk fyrr í summar, men Jógvan Jespersen sigur, at Siesta var ein roynd, sum nú kanska hevur funnið sín form [...] form út á summarið. ? Ein slík sendin er liður í eini menningargongd á sama hátt sum Náttarravnarnir eisini vóru ein slík roynd, sum hevur eydnast sera væl, sigur útvarpsstjórin. ? Eg haldi, at vit raktu
fór at fáa málini. Men tað gekk akkurát, sum tað hevði gingið fyrra umfarið. HB menninir, sum fingu ein sera nærlagdan og skilagóðan Jógvan H. Samuelsen inn á aftasta mann, vóru ágrýtnir, teir arbeiddu nógv [...] verið so dovnir og líkasælir, sum teir vóru týskvøldið. Hóast teir meiri enn helmingin av tíðini høvdu ein mann fleiri á vøllinum, enn mótstøðumenninir, so sá tað út sum um teir vóru undirmannaðir. Teir høvdu [...] Hóast teir so at siga vóru niðurspældir, so var tað um reppið, at GÍ fekk leiðslumálið og harvið kanska sigurin. Støðan var framvegis 0-0, tá Henning Jarnskor slapp leysur, hann lyfti bóltin uppum Kaj
at ein sær møguleikan av, at vit føroyingar í felag kunnu lyfta og náa eitt hægri heilsustøði úti á bygd og bý um alt landið. Tað er í tí sambandi, at ein hevur faldarar á enskum og donskum, ið ein skal [...] vitjanum úr Danmark. Tað verður tá møguligt at útbúgva føroyingar, ið eru málkønir í enskum, ið er ein fyritreyt. Tað verður eftir hetta skipað fyri, at hvør einstakur viðgerari kann arbeiða sjálvstøðugt