fiskiskap. Ein fiskar tosk og hýsu, ein fiskar kongafisk, og ein fiskar stinglaks. Allir koma at landa í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir trolbátarnir uttan ein fiska norðan
Tað upplýsir danska heilsustýri í morgin. Tað er ein vøkstur upp á 111 fólk frá í gjár. Higartil er eingin deyður av coronavirusinum í Danmark, og bara ein lítil partur av teimum smittaðu eru innløgd á sjúkrahús [...] sjúkrahús. Í Føroyum eru nú trý smittað, ein tilburður er komin afturat síðani í gjár. Tað var ein kvinna, sum kom heim við flogfari úr Danmark mánadagin. Í Grønlandi er eingin váttaður tilburður higartil
gjárkvøldið mátti ein bóndi á Selatrað í fjøllini at hjálpa nøkrum fólkum, sum høvdu gingið seg í óføri. Løgreglan sigur, at talan var um seks føroyingar, bæði vaksin og børn, sum vóru farin ein túr til gongu [...] hjálpar og tað gekk bæði skjótt og væl. Fólkini vóru væl fyri og í góðum klæðum til ein gongutúr, sum hendan og ein knappan tíma aftan á, vóru tey komin oman aftur á slætt.
Hann verður av onkrum mettur, sum ein tann vakrasti dalurin í Føroyum, men nú má hann lúta fyri framstignum. Ein nýggjur Hvalbiartunnil krevur eisini ein nýggjan veg og hann fer at liggja niðri í dalinum [...] tilkoyringarvegirnir til nýggja tunnilin tilsamans 3,3 kilometrar langir, 2,3 kilometrar Hvalbiarmegin og ein kilometur Trongisvágsmegin. Sjálvur tunnilin verður 2,5 kilometrar langur og fer at kosta eini 270
Ein kapping í frælsum ítrótti í kekkiska høvuðsstaðnum Prag endaði í sorg, tá ein dómari í kappingini varð raktur av einari kúlu á seks kilo. Kapping var í kúlukasti, tá 76 ára gamli dómarin varð raktur [...] raktur. Tað var ein yngri luttakari, ið kastaði kúluna sum fór skeivt og rakti dómaran. Hetta skrivar kekkiska tíðindasíðan novinky.cz , sum verður endurgivin av fleiri altjóða tíðindamiðlum, eitt nú týska [...] fyri at umgangast kúluna, men kortini varð hann raktur í bringuna. Dómarin small um og misti vitið. Ein lækni og fleiri áskoðarar royndu at bjarga manninum, men tað eydnaðist ikki, og hann doyði í høllini
STUTTGART: Ein maður við einum líggja loypti ótta á fólk í einum suðurtýskum býi, áðrenn løgreglan fann út av, at maðurin bara var farin í býin at slípa sær líggjan. Løgreglan fekk fráboðan um, at ein løgin [...] tey høvdu har, og at hann ikki hevði ætlanir um at brúka reiðskapið sum vápn. Ein alkoholtest vísti, at maðurin hevði fingið ein dropa í meira lagi, men týska tíðindastovan sigur ikki, hvat síðani hendi við
nakrir bilrútar eru farnir í bygdini, eins og takplátur hava fokið runt og skøvað ymiskt smávegis. Á Hotel Bakkanum í Vági er ein rútur sogin úr. Vesturi á Eiðinum stóð ein gamal føroyskur bátur, sum fyrr í [...] - Ein gamal bátur er farin í knús, sigur Niels Petur Midjord, leiaðri á bjargingartænastuni í Vági. Tað stendur nógv á í Suðuroynni í løtuni. Skaðar eru hendir á Tvøroyri í dag og tað sama er at siga úr
jóladag. Sum skilst er støðan ikki eins hættislig í kvøld, tó ein tekja aftrat er hokna undir trýstinum. Hendan myndin er frá videobrotið frá 1. jóladegi, sum ein lesari okkara sendi okkum tá ið harðast [...] Hvirlurnar eru sera harðar her í kvøld, sigur vakthavandi sløkkiliðsmaður í Klaksvík. Fyri løtu síðani fór ein tekja av húsum í Jørundsgøtu í Klaksvík. Sløkkiliðsfólk eru farin at tryggja tilfar frá tekjuni, sum
í Vágum, har ein persónbilur og ein bussur við ferðafólki av flogvøllinum, stoyttu saman. Men bilførarin í persónbilinum tók til rýmingar, men fólk fingu illgruna um, at talan var um ein av manningini [...] at leita, funnu tey mannin og hann viðgekk eisini, at tað var hann, sum hevði koyrt. Talan var um ein føroyskan bil, hann hevði lánt. Løgreglan fekk illgruna um, at maðurin var ikki heilt edrúur, so blóðroynd
høllini til ein rørsludag. Og seinnapartin verður hol sett á eitt sera stórt alment heilsuátak, har gongu, súkklu, rennitúrur eru á skránni, umframt eisini venjigartími er í Marghøllini, har ein kann styrkja [...] styrkja lendar, búk og meira, umframt at ein kann gera fitness í Pálshøll, nevnt aquafitness, eins og at heitir pottar, sauna og dampbað kann roynast. Eisini er fyrilestur á skránni, har kendur danskur s