somu tign. Tað kann Løgmansskrivstovan ikki, og tí er líkt til, at aðalstjórin hevur havt rímiliga góð kort á hondini til samráðingarnar um nýggja starvið. Sum skilst varðveitir Rúni Joensen [...] Vinnumálaráðnum. Men tað vil løgmansstjórin ikki vátta. – Tað er ikki endaliga komið uppá pláss enn, sigur Marjun Hanusardóttir. Formliga er Innlendismálaráðið ikki til meira. Ráðið varð niðurlagt [...] at fáa upp á pláss. Í gjár fingu starvsfólkini at vita, hvar tey skulu starvast í framtíðini. Og nú er so eisini funnið eitt pláss til aðalstjóran. – Jú, vit hava gjørt eina semju, og eg eri glað fyri,
fara til Tjóðveldi kann hugsast, at talan er um tjóðskaparligar veljarar hjá Fólkaflokkinum, sum vilja geva flokkinum gula kortið, tí flokkurin er í samgongu við Sambandsflokkin. Vit hava [...] flokkurin eisini fær nógvar atkvøður frá Framsókn kann skyldast, at Janus Rein er farin úr flokkinum. Veljarakanningin er gjørd, áðrenn Janus Rein meldaði seg í Fólkalfokkin. Men á valinum var Janus [...] partur av sambandsveljarunum eru ónøgdir við, at Sambandsflokkurin er í samgongu við Fólkaflokkin – bæði tí at talan er um ein fullveldisflokk, men eisini tí, at Fólkaflokkurin hevur so stórt
verið til vildar og væl av náta í vertíðini í ár. Hóast teljing í Skúvoy í ár vísti, at munandi minni er til av náta í ár, so hava royndirnar víst, at minst líka nógvur náti hevur verið at fingið norðanfyri [...] mikið langt út, at bert ein farri av loti merkti, at nátin fór á flog, og hósdagin var vindur. So nú er vertíðin av á hesum sinni.
Janus Rein er við sínum 250 persónligu atkvøðunum tann bíligasti tingmaðurin. Hann er 54 atkvøður aftan fyri síðst valda tingmannin hjá Fólkaflokkinum, sum er Hanus Samró, og hann er eisini aftan [...] sjálvandi við at verða níggjundi tingmaður Fólkafloksins. At politikkur er eirindarleysur eru so mong dømi um. Beiskleikin í Framsókn er tí ein partur av politiska veruleikanum, har fólk fyrst og fremst [...] snikkar til og fær at passa júst til ta støðu, tú nú ert í. Janus Rein er ikki einasta politiska horan á tingi. Politiskur ótrúskapur er púra legalur, og hann sæst í so at siga øllum flokkum. Um tað fer
Árstíðarjavnað vóru tað 23.642 løntakarar í juni, ið er umleið tað sama sum undanfarnu tveir mánaðirnar. Gongdin seinastu tvey árini er annars, at løntakaratalið var veksandi frá miðskeiðis í 2011 [...] so stór og óreglulig. Tá er frægasti hátturin at samanbera við sama mánað árið fyri. Í fiskivinnuni vóru 110 løntakarar færri í mun til juni 2012. Afturgongdin er 2,8%. Tað er eisini afturgongd í by [...] 2011 var stórt fall í fiskavøruídnaðinum. Sum gongdin er í løtuni kann staðfestast, at løntakaratalið í hesum vinnugreinum er umleið 2.800 - tað er tað minsta nakrantíð. Árstíðarjavnað tøl eru reinsað
serliga har bert ein uppihaldari er í familjuni. Seinastu 4 árini er samlaða fólkatalið minkað við oman fyri 500 fólkum – ella við einum heilum prosenti. Sama tíðarskeið er talið av kvinnum í burðardyggum [...] trupulleika. Samfelagið er um at brotna av um tvøran. Øðrumegin hava fólk meira millum hendurnar enn nakrantíð fyrr – og hinumegin hava fólk ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Mongu umsóknirnar [...] Men ein teirra er, at trongu fíggjarligu korini hjá láginntøkubólkum, barnafamiljum, lesandi og ikki minst støkum uppihaldarum. Kostnaður Fortreytin undir øllum broytingum er sjálvsagt, at ein
vakurt orð, ið er sprottið av orðinum ljós. Orsøkin til tað er, at áður varð hetta evnið nýtt sum ljósevni í kolum (t. e. lýsilampum). Tískil eru røttu orðingarnar: Silda- og fiskalýsi er gott fyri kroppin [...] av tilfari til annan ídnað – har fiskaolja er ein stórur partur – vaks frá 2011 til 2012 við næstan 300 milliónum krónum upp í 1,2 milliard. Her er rætta orðið “lýsi”, tí tað, ið verður vunnið úr [...] lýsihylki fyri 200 miljónir krónur um árið. Og innflutningurin av tilfari til annan ídnað – har lýsi er ein stórur partur – vaks frá 2011 til 2012 við næstan 300 milliónum krónum upp í 1,2 milliard. Helst
Hóast Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at hann fer úr samgonguni, so er støðan kortini ikki so greið. Tí løgmaður má taka støðu til, hvør flokkur nú skal hava størri vald við eisini at átaka sær [...] talið av aðalráðum úr seks upp í átta. Nú hevur hann møguleikan at lækka talið niður í sjey. Tað er lítið hugsandi, at ein av teimum trimum samgonguflokkunum fær eitt landsstýrisfólk afturat. Hinvegin [...] saman ella koyrt í tvey sum í hesi samgonguni. Fólkaflokkurin hevur gott tak á løgmanni. Hugsandi er, at Fólkaflokkurin vil sleppa sær av við almannamálini. Annika Olsen kann so fara afturm, har
Finni Fríða sigur, at rættiliga nógv sild er at síggja í føroyskum sjógvi, og uppsjóvarskipini royna at finna leiðir, har makrelveiðan er so rein sum tilber. - Tað er ikki tí, at vit ikki hava loyvi at veiða [...] spennandi at fara eftir, tí tað hevur víst seg, at sildin er allastaðni, sum hann tekur til. - Tað er sjálvandi spell, at prísurin ikki er betri. Í seinastuni hava vit fingið umleið 4,50 krónur fyri [...] skjótt, hava skipini havt rættiligan rokfiskiskap. Skipari á Finni Fríða er Andri Hansen, og Rasmus Mikkelsen úr Syðrugøtu er stýrimaður. Pápi Andri, Arni Hansen úr Syðrugøtu, hevur eisini ført skipið
– Stóra takið á farstøðini verður sera eyðsýnt, og sperrurnar fara at geva bygninginum eitt skap sum stórir bogar. Partur av takinum kemur at virka sum hálvtak, har bussar og bilar kunnu [...] Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Arbeiðið við tænastubygninginum gongur væl, og tey eru farin er at inniloka bygningin. Eftir ætlan skulu bæði tænastubygningurin og farstøðin innilokast, áðrenn