Saltnesi hjá Jóannesi í Skúla. Hann fór til skips í 1896 við Delphinen, skipið, sum pápi hansara hevði latið byggja í síni tíð. Inntøkan hetta árið var 200 kr. Her var hann við í trý ár. Í 1899 fór hann við [...] at taka í nýtslu í 1905. Í 1914 keypti hann tað sjálvur og helt fram við virkseminum. Sjálvur royndi Símun nógv eftir sild á Skálafjørðinum. Hann átti gørn og nótir bæði til sild og brisling. Í fyrstuni [...] kundi miðsavna vinnuna í best egnaða plássinum í øllum landinum. Men menn, sum bert høvdu áhuga í egnum plássum, høvdu ein heilt annan hugburð enn Símun. Tí fekk hann stóra mótstøðu í hesum máli. Símun gavst
»Ferðin« í kvøld tekur støði í. Hesi veiku blýantsstrok kundu vit eisini síggja í handritinum til »Barbaru« í Norðurlandahúsinum hundrað ára dag skaldsins. William Heinesen sigur um brøvini, at í mongum [...] sum verður sendur í ringrás í kvøld, hetta síðsta kvøldið í mars. - Vit ynskja góða ferð og gott vikuskifti! MYND: (Stór, mitt fyri, bøkur á borði) Tónleikaverkið »Ferðin« tekur støði í dýrmæta og lívgandi [...] Jørgen-Frantz Jacobsen í einum bræv til systkinabarnið William Heinesen á nýggjárinum í 1921. Brævið, ið er sett saman sum eitt leikandi tónleikastykki, ein nýggjársouvertura, endar í hesum parti, rondo allegro
veðrið, sum var á ólavsøku í gjár, fer at halda fram í dag. Í løtuni er tað lýtt, nakað skýggjað og so at siga eingin vindur. Tey mongu føroysku fløggini á Vaglinum hanga deyð niður fyri tað mesta. Restina [...] restina av degnum og alla náttina við. Tað lítla av regni, sum vit sóu í gjár, skuldi sambært veðurmonnunum ikki verið ein endurtøka í dag.
landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg, í august 2018, er gott undirstøði at byggja á, tá næstu stigini skulu takast fram ímóti 100 prosent varandi orku á landi í Føroyum í 2030, stendur í ársfrágreiðingini [...] milliónir krónur um árið í 2030. Úrslitini vísa eisini, at orkuprísurin frá 2016 fram ímóti 2020 hækkar eitt sindur, men longu í 2024 lækkar orkuprísurin aftur niður um orkuprísin í 2016, og prísurin heldur [...] og Norconsult hava gjørt simuleringar og greiningar í fleiri umførum. Í greiningunum er arbeitt við varandi orkukeldum, orkugoymslum, støðufestinum í elskipanini, búskaparligum útrokningum, tøkniligum
tykkara elskaðu dóttir fara í Harrans hendur. Svárast mundi tó vera, tá tit vóru komin í Vágar, og kistan við lítlu Sólfríð stóð eftir í Kastrup. Tað man hava verið longsta nátt í tykkara lívi. Má Harrin styrkja [...] lítla systir. Tit høvdu júst keypt hús og stríddust við at væla um, so tit øll fýra kundu flyta inn í tykkara egna heim. Men Harrin vildi tað annarleiðis. sólfríð gjørdist sjúk, og alt meðan hennara lítla [...] mong, ið biðja fyri tykkum. Má Harrin styrkja og troysta tykkum. Vit goyma minnið um lítlu sólfríð í hjørtum okkara. Ærað verið minnið um elskaðu lítlu Sólfríð. Malan og Margreth við húski.
Sólgerð var borin í heim 4. februar 1941 í Vági, foreldur hennara vóru Andreas og Jóhanna Djurhuus í Vági. Sólgerð var gift Palle Olsen, felagsskrivara í Føroya Arbeiðarafelag, ið er ættaður úr Danmark [...] starvaðist á sjúkrahúsum í Danmark, áðrenn hon tók við starvi á psykriatisku deildini á Landssjúkrahúsinum. Hon var sett sum leiðari av Umlættingarheiminum í V. U. Hammersheimbsgøtu í Havn 1. september 1984 [...] Tað var eftir áheitan frá Sólgerð Djurhuus, at Jákup Lindenskov skrivaði bók um Ellisheimið, sum kom í november 2001. Tórshavnar Ellisheimið varð stovnað 15. august 1935.
verið bygd í Føroyum. Tá undamaður mín í fyrstbygdu niðursetuhúsunum á Hellunum, lambamaðurin Janus Jensen settist niður her í 1849 var Tartur einasta hús í Oyndarfirði innanfyri Stórá. Hygg í dag, nú er [...] mber, tá alt endurtekur seg aftur, bara í øvugtari rekkjufylgju. Meðan sólin dvølist niðri í heimbygdini, standi eg í skugganum úti á Hellum, her er myrkt sum í Depli á vetri, sera ringur sólargangur og [...] eru tað bara tvey hús í Oyndarfirði, har sólin skínir beinleiðis á. Tað er á Marknagili og í Garðshorni, nú eru tað longu fleiri, ja er klárt um hesa tíðina, so fáa øll húsini í gomlu bygdini at síggja
Fyrsta grind í 28 ár Í 1925 og 1926 førdi Óli Andrias Langanes, og í 1926 var tað, at ein grind kom í Funningsfirði, tá teir skuldu fara avstað. Tá hevði grind ikki verið í Funningsfirði í 28 ár. Hetta [...] Beddustovu í Dali. Men hann var bert aðru hvørja viku við Gjógv. Tá gisti hann í ymsum húsum í bygdini. Tá ið hann fór frá í 1912, kom ein úr Havn, sum æt Louvisa. Hon gisti í Lon. Tá ið eg gekk í skúla, vóru [...] við meg, at hann hevði svomið í damminum. Rindaðu keypmanninum í hondina Tað var eitt, sum var øðrvísi við at búgva t.d. við Gjógv og so í teimum stóru reiðarabygdunum. Í hesum bygdum vóru fiskimenninir
at hann fór at bora, serliga í framtenninar, og tá hann fór at nervaviðgera tenn, tá nervin ikki var deyð, og ringdi seg upp eftir nálini, sum ein slanga.« Nógvir møguleikar Í sambandi við eina ritgerð ella [...] av álvara í Føroyum. Áðrenn ta tíð máttu fólk hjálpa sær sum frægast, tá tannapínan herjaði. Men fyri o.u. 150 árum síðan, vita vit, var tannasjúkan »brendar tenn« mest sum ókend hjá okkum. Í tøkum tíma [...] traðkiborimaskinu. Fyrstu virkandi tannlæknar í Føroyum liva enn, og bæði teir og fólk annars hava nógvar royndir og hendingar at minnast aftur á. Tað er kanska í tøkum tíma, at vit eru farin at hugsa um at
tí hesin í einari grein í Jyllandspostinum hevur skrivað, at danska fregnartænastan metti Jørgen Dragsdahl sum fremsta umboð fyri KGB í Danmark undir kalda krígnum. Av tí at greinin stóð í Jyllandspostinum [...] fýra starvsfólkum á blaðnum. Jørgen Dragsdahl krevur, at orðini verða dømd deyð at vera, og harafturat krevur hann 250.000 krónur í endurgjaldi. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Jørgen Dragsdahl verður lagdur [...] umboð fyri KGB undir kalda krígnum. Ekstrablaðið skrivaði tað sama í 1992 og 1993 og bleiv tá dømt at rinda blaðmanninum 125.000 krónur í endurgjaldi. Bent Jensen er søgufrøðingur, og tað var hann, sum skrivaði