ikki, at tað er munur á eini viðgerð og eina nevndarsamtykt. Hann hevur sjálvur váttað, at einki er skrivað í gerðarbókina um hesa sak. Tað er sjálvsagt hetta, sum er avgerandi fyri, hvat er satt í hesum [...] skendskheit. Hann skal í hvussu er hava takk fyri, at hann betri enn nakar hevur lýst støðuna í fiskimannafelagnum, sum veruliga er enn verri enn her er greitt frá. Men er tað hetta fiskimenn ynskja, so [...] fyri ikki at órógva nakran. Tískil er her lutvís talan um beinleiðis ítøkilig ósannindi og um illgitingar, sum tað ikki er minsta grundarlag fyri. Sjálvt um hetta er beinleiðis ærumeiðing, so taki eg tað
olju. Men oljan er ikki funnin enn. So ei undur í, at skógvarnir eru ov smáir. Tjóðveldisflokkurin, ið tosaði um rúseitur í smb við blokk, má nú konstatera, saman við sínum veljarum, at hall er á fíggjarlógini [...] gina aftur. Tí annars er vandi fyri, at fólk aftur í stríðum streymum flytur úr Føroyum. Tí vinnan klárar ikki sum er at gjalda fyri tær tænastur, vit øll krevja skulu verða her á landi. Skógvarnir eru [...] samanhangur at vera ímillum stødd av fóti og likami. Men í Føroyum er eingin samanhangur. Tað hevur tað ikki verið seinastu árini. Orsøkin er politisk og harav fíggjarlig. Politiskt varð avgerð tikin um at
tí oljan er vorðin bíligari, fekst alt ov lítið fyri fiskin. Bátaeigarin, sum Portalurin hevur tosað við og sum nú hevur verið hjá Føroya Banka við lyklunum til Vesturfarið og Niclas, sigur, at her gerst [...] liggja í Vestmanna. Her gerst ikki meira, sigur maðurin, sum eigur hesar báðar trolbátarnar Seinasta árið eru fleiri skip í føroyska fiskiskipaflotanum farin av knóranum, og talan er um bæði stór og smá [...] landleiðini um sumrarnar, hava eisini lagt árarnar inn. Trolbáturin Randi, sum var heimahoyrandi á Toftum, er farin av knóranum fyrr í ár, og herfyri bar maðurin, sum eigur trolbátarnar, Vesturfarið og Niclas
skal fáa 118 milliónir krónur at arbeiða við og tað er sama upphædd, sum Strandferðslan hevur í ár. Samstundis eru lønirnar hækkaðar 3%, oljan er dýrkað og aðrir rakstrarkostnaðir eru somuleiðis uppfarnir [...] til túratal er tað greitt, at tær sparingar, sum muna mest, er túratalið við Smyrli og so kunnu sparingar á teimum størru av teimum smærru ferjunum, eisini geva nakað. Á teimum smærru rutunum er onki at heinta [...] sama støði, hann er á í dag, merkir tað, at Strandferðslan skal finna sparingar og eykainntøkur fyri góðar 12 milliónir fyri at kunna halda játtanina, sum tað nú liggur í kortunum. Tað er ein rættiliga umfatandi
arktisku økjunum. Tað hevur við sær, at tann arktiska oljan skal flytast langan veg, og tað er ikki nakar fyrimunur fyri útveganarkostnaðin. Men her kemur náttúran kanska oljuídnaðinum til hjálpar. Í ár [...] Tað er langt síðani vorðið almannakunnugt, at olju- og gassgoymslurnar í teirri arktisku undirgrundini eru risastórar. Í einari nýggjari kanning hjá amerikanska orkumálaráðnum verður mett, at talan er um [...] rúmmetrar av gassi. Samanlagt er talan um eina orkumongd upp á meiri enn 412 milliardir tunnur av ráolju. Kanningar hava víst, at tann størra helvtin av hesum ovurstóra tilfeingi er undir havbotninum norðan
Christiansen sigur, at heilt leyðsliga mett er talan um eitt projekt upp á einar 20 milliónir. Fyrsta stigið er at gera vindmátingar í eitt heilt ár at vita, hvar tað er hóskandi at seta eina felags myllu. Hann [...] uttanlands. Tað heldur hann, at góðir møguleikar skuldi verið fyri, tí her er talan um at útvega tveimum bygdum grøna og burðardygga orku og tað er í fullum samljóði við tann politikk, sum bæði føroyskir myndugleikar [...] Laust Christiansen leggur dent á, at hetta er ikki fyri at fara í kapping í SEV, tí ætlanin er ikki at leggja orkuna inn á netið hjá SEV. - Hendan ætlanin er bara fyri at útvega orku til at hita húsini
gi av okkara fiskavørum er frammi í orðaskiftinum. Fremst av øllum kemur trygdin hjá ferðafólki. Tað eru øll samd um. Síðani er tað spurningurin um fíggjarliga orku. Men tað er so eisini spurningur um [...] um raðfesting, hvat er skilabest her og nú og so uppá longri sikt. Føroyar eru eitt lítið samfelag, og tí vil tað altíð vera spurt, um orka er til at hava tveir flogvøllir. Flogvøllurin í Vágum var bygdur [...] mong ár. Her mugu nógv fleiri kanningar gerast, og so er tað eisini ein peningaligur spurningur. Hetta fær fleiri at seta spurningin, um ein útbygging av verandi vølli skal steðgast. Í okkara verð er neyðugt
merkt eina afturgongd í veiðinøgd higartil í ár, eins og miðalprísurin er lækkaður nakað. Tó at oljan er bíligari í ár enn í fjør, er væntandi, at úrslitið hjá lemmatrolarum verður uppaftur verri í ár enn [...] garnaskip) ella hava eina maskinorku, sum er yvir 400 hk (trolarar), og hetta er sambært flokkingini av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap. Útróðrarflotin er soleiðis ikki við í greiningini, og tað [...] rækjuvinnuni, og sambært tølum hjá FF er miðalprísurin fyri kilo 9 teir fyrstu mánaðirnar í 2009 hækkaður í mun til somu tíð í fjør. Hinvegin er nøgdin minkað nakað. Samanlagt er veiðivirðið hækkað í ár, og samanlagt
, sum kom av fíggjarkreppuni, er als ikki av. Hon er einans í byrjunarfasuni. Rættiliga stórur munur er á eini fíggjarkreppu og eini búskaparkreppu. Ein fíggjarkreppa er avmarkað til fíggjarmarknaðin, [...] arbeiðsloysið. Her merkja vanlig fólk munandi meiri til kreppuna, tí tá minka inntøkurnar og arbeiðsloysið veksur. Her er tað, at búskaparfrøðingar eru rættiliga samdir um, at árinið á búskapin ikki er av, m.a [...] kreppuni. At oljuprísurin hækkar so nógv, hóast talan er um krepputíð, er ikki góð tíðindi fyri okkum. Føroyar er eitt samfelag, har stórt sæð øll vælferðin er bygd á oljuna. Uttan rímiliga bíliga olju verður
húsini. Og orkukeldan er beint har. Føroyar er eitt av verðsins bestu økjum til gagnýtslu av vindorku. Vindferðin er nógvastaðir oman fyri 9 m/s í meðal, og tí kunnu vindmyllur her á landi framleiða tað [...] Vindorka er trupul at brúka til el-framleiðslu, tí vindur er óstøðugur og torført er at goyma orku. El skal verða støðugt og SEV ger alt fyri at veita støðugt 220V og 50 Hz. Heilt øðrvísi er at brúka vindorku [...] summarið. Orsøkin er sjálvandi meira kuldi og gjóstur um veturin. Vindmyllurnar hjá SEV framleiða eisini tað dupulta um veturin í mun til summarið, tí meira vindur er um veturin. Sostatt er upplagt at brúka