Jóan Símuni Edmundsson nýggjan sáttmála, men at toftamaðurin hevur ikki tikið av, men ynskir at royna seg á hægri stigi. Partarnir hava sáttmála fram til í summar, men OB hevur givið loyvi til, at framherjin [...] sáttmála í norska felagnum. VG skrivar, at føroyski landsliðsspælarin tosar við donsk og ensk feløg, men navn verður ikki sett á.
Bjarni Nielsen bleiv nummar fimm, men undan seinasta øvilsinum var hann tvey stig frá nummar eitt. Føroya sterkasti maður var skjótastur í ”Yoke” og ”Farmer’s Walk”, men bleiv í seinnu greinini revsaður [...] plássinum. Men hann var óheppin, tí atlas steinarnir vóru ikki av bestu góðsku. Føroya sterkasti maður misti tí nakað av tíð og endaði til samans á fimta plássi. - Eg eri nøgdur við mítt avrik, men um tað
at Bretland fer úr ES, serliga úr Labour flokkinum, men tora ikki at gera ímóti eini fólkaatkvøðu. Nær Theresa May fer at seta alt í gongd er óvist, men nú er tað komið uppí, at Skotland hevur biðið um eina [...] Bretland úr ES. Tingið í London hevur í eina tíð roynt at fáa lógina um úrtøkur úr ES ígjøgnum skipanina, men yvirhúsið, House of Lords, hevur havt stór ivamál hesum viðvíkjandi. Í gjár bragdaði tó og nú er klárt [...] eina fólkaatkvøðu um loysing frá Bretlandi. Tey vilja hava atkvøðuna áðrenn Bretland er farið úr ES, men tað er ósannlíkt, at Theresa May fer at loyva tí.
heldur, at hansara menn vóru ikki klárir frá fyrsta bríksli, og áðrenn teir høvdu vent sær var NSÍ á odda 1-0 við einum máli, sum Klæmint Olsen skoraði. HB-venjarin heldur, at hansara menn fingu rætta uppá [...] samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá HB, Sigfríð S. Clementsen aftaná Sigfríður hevði sæð sínar menn tapa 0-1 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík, hóast HB í meir enn ein hálvleik vóru ein maður fleiri á vøllinum [...] uppá fleiri ting, men samstundis var tað frustrerandi fyri Sigfríð at síggja liðið hjá sær brenna góðar málmøguleikar: - vit skulu hava nógvar málmøguleikar fyri hvørt mál vit skora, staðfestir Sigfríður
manningini á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, vórðu handtiknir, men men annar varð skjótt leyslatin aftur og er ikki longur undir illgruna. Men síðani hevur hin maðurin sitið í varðhaldi, har hann hevur verið [...] verður ákærdur fyri morðið. Maðurin hevur alla tíðina noktað seg sekan og tað ger hann framvegis, men ákæruvaldið metir, at prógvini ímóti honum eru so góð, at grundarlag er fyri at ákæra hann.
samtykt á býráðsfundi ígjárkvøldið. Men ikki var hon dýr, tí keypsprísurin var ein króna. Tað var felagið D.J. Vilhelm við Alexander Vilhelm, sum keypi Garðarnar men síðani hava tey selt burtur av aftur [...] Tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at Vágs Kommuna skuldi keypa Garðabrúgv, men tað kom ongantíð upp í lag. Men nú er málið og avgreitt og semja er um, at kommunan skal keypa brúnna fyri eina krónu
seinnapartin, men sambært Jacob Vestergaard, sýslumannin, so vænti hann, at tað fer at eydnast. - Hon er nokk so ring at fáast við, so tey hava ikki fingið hana at gera landgongd enn, men tað nærkast alla [...] Vestergaard. Sýslumaðurin vísir á, at tað kanska hevur lyndið at ganga í so harðliga fyri seg, men um menn geva sindur meira tol, so skal tað nokk ganga. - Teir eru nokk í so harðligir á henni. Serliga
flogfar hjá Atlantsflog hættaði sær ikki til Føroyar, men lendi í Billund, og onnur flogfør eru seinkað. Men roynt verður aftur seinni í dag, men fyribils er eitt flogfar avlýst. [...] Tað hevur verið rættiliga nógvur vindur í dag, men løgreglan sigur, at fyribils eru vit sloppin væl burtur úr tí. Tey hava nevniliga bara fingið boð um ein vindskaða og tað er ein kampingvognur í Lopra
Eftir at ein bátur gekkk burtur í morgun, eru tríggir menn funnir á lívi. Tveir menn eru framvegis saknaðir. Heri Andreasen, løgreglumaður, segði við útvarpið klokkan 10, at eitt neyðarkall kom inn um [...] Løgreglan veit, hvør annar av saknaðu monnunum er. Hin fimti er ókendur. Tríggir menn vóru á veg heim av bátastevnuni, tá tveir menn bóðu lova sær við. Eingin av teimum trimum, sum eru funnir, kendu hin fimta
spældi Neistin væl, men tær sluppu eisini at spæla tá, og vit vóru kanska nakað moyrar, helt hon. – Neistin og Stjørnan eru tey bæði liðini, vit fyrst og fremst koma at kappast við, men vónandi fara vit allan [...] Adina Petrea var skadd í gjárkvøldið, men valdi kortini at spæla, og burturúr komu 10 mál, ið er tað minsta, hon hevur skotið í nøkrum dysti í vetur. Tó var hon vælnøgd eftir sigurin á Neistanum: – Eg [...] allan vegin aftur í ár. Tað er torført at koma á toppin og uppaftur nógv torførari at halda seg har, men eg haldi, at vit í Tjaldri eru nógv betur fyri nú, enn vit vóru somu tíð fyri einum ári síðani.