Stoyturin var so miki? har?ur, at bð?ir bilarnir enda?u vi? sð?una av vegnum omanfyri, har jeepurin, sum var ð veg norðureftir, enda?i ð takinum. Vakthavandi ð politistð?ini sigur, at sjðkrabilurin var ðgvuliga [...] bilfðraranum, og ð einum av fyrstu bilunum ð sta?num var ein sjðkrarðktarfrð?ingur. So unga kvinnan kom undir so kðna hond sum tilber beinanvegin. Men kortini var einki at gera, og kvinnan doy?i eftir ðllum at [...] yvirhðlingin hevur veri? ðforsvarlig. Talan var um einsamallar bilfðrarar ð bð?um bilunum, og fðrarin ð su?urgangandi bilinum fekk at sðggja til ongan ska?a. Hann var? kortini fluttur ð Landssjðkrahðsi? og
FIMLEIKUR Leygardagin var ítróttarhøllin í Runavík karmur um B-kapping í estetiskum fimleiki fyri gentur, smágentur og pinkur. Fimm lið kappaðust, og hóast talan var um eina B-kapping, var fimleikaliga støðið [...] Ljósinum og Støkk. Havnar Fimleikafelag var einasta felag, sum hevði teknað lið til allar kappingarnar, meðan Støkk og Ljósið bert luttóku við einum liði í part. Sostatt var einki ivamál um, hvør fór at vinna [...] pinkurnar og genturnar vóru á gólvinum; men stórur spenningur var til kappingina hjá smágentunum. Liðini høvdu øll kappast fyrr í steypakappingini, sum var í Klaksvík í januar, men nógv kann henda eftir tríggjar
sigur, at lodnan, teir sóu, var heldur smáfallandi; hon lá um góð 16 gram í miðal og var umleið 15 cm. til longdar. - Íslendska havrannsóknarskipið, Árni Friðriksson, var eisini úti og leitaði eftir lodnu [...] og Føroyar og serliga í heitum sjógvi nær landgrunninum. - Svartkjafturin var góður; miðallongdin var 28,2 cm. og miðalvektin var 141 gram, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur. [...] Kanningarferð Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, hevur gjørt silda-og lodnukanningar, har endamálið var at kanna, um norðhavssildin møguliga er í ferð við at taka uppaftur "gamla" ferðingarmynstrið". Í fimti-og
sera trupult at røkka heiðursmerkjum. Í Trongisvági var nevnliga eingin ivi, tá SÍ var á vitjan. TB vann ein tryggan 3-0 sigur, sum at kalla ongan tíð var í ítøkiligum vanda. Sigurin ber við sær, at TB nú [...] nú er hampuliga trygt á øðrum plássi í landskappingini. í botninum av talvuni var eisini uppgerð, tá Mjølnir var á vitjan hjá KÍF. Her fekk KÍF eitt bjargingarbelti, tá tær fyri tveimum vikum síðani bastu [...] fyri, at Mjølnir nú er niðasta liðið í deildini. Talan var tó um ein sera javnan og spennandi dyst, har fimm sett skuldu til, áðrenn ein vinnari var funnin. Mjølnir tóktist annars hava vissað sær tað so
røddin og mátin hon var brúkt, var ikki framúrskarandi. Tað var ikki fyrr enn Made in Europe kom á skránna, at konsertin og kanska serliga Caroline vístu eitt eyka gear, hetta lagið var hæddarpunkti á fr [...] konsertum hjá Teiti, var í fyrstu helvt av konsertini heldur enn Caroline frontmaður í bólkinum. Hann var frísuttur og farin í hvíta t-shirt, meðan restin øll vóru svørtklødd, hansara kropsmál var ógvusligt, og [...] tónlistarligum støði í popduo ini Ray-Dee-Ohh, var heitasta danska poppnavnið í 1995, tá frálíka lagið Made in Europe hittaði stórt í Danmark. Fløgan Cinemataztic, ið var løgd til rættis av frálíku Kasper Winding
rundan eg skeyt var tann besta á túrinum. Hatta var tó ikki tað besta eg skjóti, men upplivingin var fínasta slag, sigur Bergur, sum tekur soleiðis samanum sínar fyrstu oyggjaleikir: – Tað var trupult, men [...] primitivur bani, staðfesti Bergur Ingvarsson, tá hann var liðugur at skjóta. Hann endaði aftastur av 13 skjúttum. Umframt tað, at banin var keðiligur, var eisini talan um nokkso óvandar umstøður hjá unga manninum [...] skivurnar, vit skjóta eftir, koma inn hangandi á einum bandi, og soleiðis stilla siktið eftir tí. Her var einki sovorðið, so eg mátti læna mær ein kikara, so eg kundi fylgja við úti á skivuni so hvørt eg skeyt
føroyingum sum í gjárkvøldið, tí tann stóri meirilutin av áskoðarum var føroyingar. Har var onkur hendinga dani og nakrir íslendingar, men annars var talan um føroyingar. Hópin av útisetum vóru komnir saman, har [...] løtuna saman við Eivør. Magnus var frálíkur Konsertin varð býtt í tveir partar, og vit sluppu at uppliva eina Eivør, sum var í essinum. Við sær hevði hon stóran bólk. Har var ein strúkikvartett, ein gittarleikari [...] brennur tú í mær , sum leygarkvøldið aftur var frálíkur. Tá allur konsertsalurin reisti seg og klappaði hana inn aftur, spældi hon kenda Gasolin lagið, og so var slutt. Fólk vóru enn svong eftir Eivør, og
fyri sangi og tónleiki og var dirigentur fyri Kristiliga Sangkórinum. Eisini var hann formaður í Tórshavnar Musikkskúla 1988-94. Eilif er av góðari sambandsætt. Abbi hansara var Andras Samuelsen, formaður [...] tók læraraprógv í Haslev í 1958 og var so í Fuglafirði, í Hvalvík, Tórshavnar Kommunuskúla og á Venjingarskúlanum. Eisini hevði hann tímar á Læraraskúlanum. Eilif var á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole [...] Eilif var tingmaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy 1978-90. Hann hevur eisini verið landsstýrismaður tvær ferðir: 1981-85 og 1994-98. Bæði skeiðini umsat hann skúlamál, og í seinna førinum var hann
ágangurin var nok í Føroyum, fóru óndar kreftir í gongd við at lúgva uppá tann føroyska fiskimannin. Tann føroyski fiskimaðurin var lagdur undir lygn oman á lygn. Allastaðni har tað var gjørligt, var meinbogi [...] vrangar útrokningar og lønútgjaldingar á heimasíður. Tað var propagandera fyri donskum fólkatingslimum í besta nazi stíli. Danska sjónvarpsrásin TV-2, var fóðra við somu lygnum. Henda brutala og ónda lygn førdi [...] heima og í Dan-mark. Henda lygn var til skaða fyri umdømi hjá føroyingum í Danmark. Tí betur fyri heiðurligar føroy-ingar, bleiv henda lygn avdúka. Tað vísti seg, at tað var ein víðgongdur bólkur í føroyum
men Biskopstøgøta var longu frá klokkan tíggju á morgni stúgvandi full av fólki. Tað var Norðoya Sparikassi, sum bjóðaði morgunmat í sambandi við, at peningastovnurin fyllir 85 ár, og var stovnurin somuleiðis [...] politistur var somuleiðis á pallinum, og tá omman og Trølla Pætur vóru komin fyri seg eftir lufttúrin, komu tey á pallin at rokka. Hesa løtuna var sera heitt á Vágsbøi, og festivalhýrurin var perfektur [...] ivalinum í Klaksvík var tað ikki sørt, at summi høvdu hug at vera eitt sindur vónbrotin av, at sólin ikki skein leygarmorgunin. Mjørkin hekk har nakað niður á fjøllini, og tað var munandi kaldari. Hetta