Kanningarferð
Havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, hevur gjørt silda-og lodnukanningar, har endamálið var at kanna, um norðhavssildin møguliga er í ferð við at taka uppaftur "gamla" ferðingarmynstrið".
Í fimti-og sekstiárunum, tá ið føroyingar og aðrir rokaðust í gylta "gullinum" norðhavssildini, helt sildin um vetrarnar til í økinum norður av Íslandsrygginum.
Eitt annað mál við hesi kanningarferðini hjá Magnusi Heinasyni var at finna út av, um lodna kemur í føroyskan sjógv á veg móti gýtingarøkinum á Suðurlandinum í Íslandi.
- Leitað varð í økinum norður av Íslandsrygginum, har norðhavssildin plagdi at standa um vetrarnar. Men eingin sild var at síggja, staðfestir Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur, sum hevur skrivað frágreiðing um royndirnar.
Funnu lodnu
Hann sigur, at teir kortini funnu lodnu nakað inni í íslendskum sjógvi, og hesin fiskurin stóð sum ein "lind" á 100-200 metra dýpi og tók seg saman í stimar í støðum.
- Hóast lodna ikki var at síggja í føroyskum sjógvi, stóð hon eystur ímóti føroyska markinum.
Jan sigur, at lodnan hesa tíðina er á veg suðureftir úr vetrarøkinum norðanfyri Ísland.
- Lodnan kann soleiðis koma í føroyskan sjógv í januar/ februar, áðrenn hon leitar vestureftir móti gýtingarøkinum á Suðurlandinum.
Fiskifrøðingurin sigur, at lodnan, teir sóu, var heldur smáfallandi; hon lá um góð 16 gram í miðal og var umleið 15 cm. til longdar.
- Íslendska havrannsóknarskipið, Árni Friðriksson, var eisini úti og leitaði eftir lodnu í íslendskum sjógvi. Teir hava leitað síðan ársbyrjan, men lítið og einki hevur verið at sæð, veit Jan Arge Jacobsen at siga.
Svartkjaftur
Á kanningarferðini hjá Magnusi Heinasyni sóu teir svartkjaft í mest sum øllum økinum, men nøgdirnar vóru størstar suður móti hellingini á rygginum millum Ísland og Føroyar og serliga í heitum sjógvi nær landgrunninum.
- Svartkjafturin var góður; miðallongdin var 28,2 cm. og miðalvektin var 141 gram, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur.