Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu hóskvøldið í dysti í bundesliguni greitt 37-29 á Melsungen í Max Schmelling høllini í Berlin. Í steðginum vóru berlinararnir á odda 18-12. Berlinararnir eru nú fremst í deildini við 52 stigum, einum stigi meir enn verandi meistararnir, Magdeburg.
Heimsins besti hondbóltsleikari, Mathias Gidsel stýrdi liði sínum til sigurs. Hann skoraði heili 15 mál.
Hákun stóð stinnur í verjuni, men fekk ikki nógv at arbeiða við úti á veinginum. Men ta einu ferðina hann fekk møguleikan setti hann bóltin í netið.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Füchse Berlin og Melsungen:
##med2##