fólki frá føroyska sjómansheiminum í Reykjavík. Nú høvi var til tess fór eg aftur at vitja Óskar, hesa ferð saman við børnum hansara Gustaf, Ómar og Anna Júlia, uppkallað eftir fosturmammuni Julionnu Askham [...] skjótt at búgva hjá Julionnu og Tummas Askham. Her hevði hann tað sera gott og metir seg sjálvan meira ella minni sjálvir at vera ein Askham, og tey hjá Símun og Onnu Askham meta hann eisini at vera ein av [...] stórt sæð ikki hevur verið í Føroyum í 80 ár, tosar hann heilt væl føroyskt. Hann var sera fegin um hesa vitjan úr Føroyum, og hann flenti í kýki, tá vit tosaðu um ta ferðina, tá ið Julianna bað hann taka
menniskju er tó ikki læstur og lokaður. Vit kunnu leggja uppí og ríka hesa annars óstýriligu søguna við máli, myndum og virksemi ella vit kunnu, í líkasælu t. d., viska spor burtur og oyðileggja óbøtilig [...] enn gjørt - og tað skal gerast. Kann ein siga, at henda avgerð ber boð um eitt nýtt mentanarhugtak, ella mentanarsýni, her á landi? Ein livandi mentan er pr. definitión altíð í broyting, men hinvegin krevst [...] snøgga, men kanska grunna, framum okkurt livandi og nýskapandi, men sum at síggja til virkar óruddiligt ella ribbaldsligt. Tað er einki einfalt svar til henda spurning. Hetta er nakað sum setir krøv til nev
endaði seinast móti Slovenia, ikki nøktandi yvirhøvur hesaferð, sigur landsliðsmiðvallarin við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya. Full ferð er á í Betri Deildini hjá kvinnum, har HB, EBS/Skála og [...] venjarin. - Mótstøðuliðið er sterkt, men vit vita samstundis eisini, at sannlíkindini fyri at fáa stig ella spæla upp ímóti teimum, so vit fáa ein javnan og spennandi dyst, eru størst í júst í hesum dystinum
leiðari hjá Kringvarpinum, sigur, at íløgan í nýggjan sendara verður mett til eina góða millión. - Hesa ferð var talan tó um brek á antennuskipanini. Hon er eisini nógv slitin, so tað er eisini ein trupulleiki [...] í mentamálum, fór sjónvarpssignalið til teir hyggjarar, sum ikki móttóku signal umvegis Televarpið ella frá sendaranum í Vørsluni. Kanska var tað lagnunnar speisemi, tí tað hevur ikki skortað upp á áheitanir
høvdu vit einar tveir ella tríggjar góðar møguleikar, ið áttu at givið mál, men kortini eri eg nøgdur við sigurin, segði Antic. – Sjálvandi kunnu vit spæla betur, enn vit gjørdu hesa ferð, men 3-0 á útivølli
umkasti. Tað bleiv siglt við fullari ferð, tá ið ísurin setti eitt sindur sundur. Tá ið heilt bleiv av ísi, varð maskinan steðgað og kastað um til bakk og so fulla ferð á. Tað var rættuliga ófriðaligt umborð [...] kríggið fór hesin fiskiskapur at taka seg upp aftur, og í 1949 fóru Anton og pápi hansara at royna hesa veiðu. Hetta er ein áhugaverd og eisini spennandi frásøgn. Hon hevur fleiri dømi um, at vandastøður [...] besta. So varð roynt at sigla norður eftir, men lítið bar til, tí ísurin var nú so tættur. Hvørja ferð innrákið kom, stúvaði ísurin seg saman, so tað bleiv ikki siglandi. Tá ið útrákið kom, opnaði ísurin
annað dømi. Tá ið vit í 1952 vóru í Ravnsoynni, vóru vit til fiskiskap norðan fyri Fiskanes. Eina ferð vóru vit farnir norður eftir um kvøldið uppá at vera burtur í tveir dagar. Vit høvdu verið har norðuri [...] Tað stóð soleiðis eina løtu. So fór toran at ganga, og regnið oysti niður. Ongantíð, hvørki fyrr ella seinni, havi eg hoyrt toruna ganga í Grønlandi. So brann hann á við stormi lágt. Tað bleiv av allar [...] høvdu úr at gera við at ansa bátinum, at stýra og at pumpa. Vit komu so inn í víkina og fóru so í hesa góðu smáttu. Primus og petroleum høvdu vit altíð við okkum, so vit høvdu tað ikki so galið. Men verri
uppi í 90-unum og er framvegis hanpuliga væl fyri. Sama skúr leigaði eg í 1958, tá ið eg fyri fyrstu ferð var formaður á báti sjálvur. Tað var á Boga, tí gamla. Jefri í Garðastovu var eisini í fleiri ár í [...] blivu bygdir í seinni, og sum bleiv kallað Norðara Havn. Ein túr vóru vit har suðuri síðst í september ella fyrst í oktober. Vit høvdu verið á útróðri um dagin og havt hampuligan fiskiskap. Um kvøldið, tá ið [...] var eftir. Fyri ikki at tarna arbeiðinum bleiv matgjørt á tí norska vælferðarhúsinum. Eitt kvøldi, ella meira at siga um náttina, komu vit niðan móðir og troyttir at fáa okkum at eta, eftir at vit høvdu
í eitt samdøgur, fekk skipið eitt nos, og hann setti naka harðliga. Helst hevur tað verið ov nógv ferð við tílíkum farmi. Ein skopunarbátur fór í heilum líki í havið. Eg haldi, at tað hevur verið ov illa [...] portugisisku vóru. Eisini var tað eitt hampuliga nýtt skip. Eitt tílíkt skip mundi hava einar 70-80 doriur ella kanska fleiri. Hetta vóru smáir árabátar við einum og onkuntíð tveimum monnum. Teir avreiddu so til [...] yvirmenninir gingu í uniformi. Hetta var ikki tað, føroyingar vóru vanir við. Nú góðar umstøður Hesu ferð hevði eg ein annan skúr enn árið fyri. Eg hevði keypt ein saltingarskúr frá Samvinnufelagnum. Sa
svarað. Eg veit rætt og slætt ikki, hvat ein app ella appur er. Eri tó framvegis á lívi, tó eg havi skilt ella misskilt, at illa ber til at liva uttan hesa snildu tøkni. Kanska er okkum ignorantum lív lagað [...] Føroya fólki og øllum øðrum, sum tað vilja vita, hvørjar teirra tríggjar yndisappir ella tríggir yndisappar eru. Ir ella ar, veit ikki kynið á hesum hesum nýggja undri, sum skjótt, longu í ár, noyðist at [...] fram at gestatelduni. Ella fara upp um náttina, men tað hugskotið høvdu onnur eisini. So tað ráddi um at gera skjótt av, tá heiti teldustólurin endiliga gjørdist tín. Tí eftir fimm ella seks www stóð onkur