Regin Eikhólm ···· Harvið fáa vit eitt kompetent og viðkomandi brúksmál í skrift og talu og kunnu sleppa tí fremmandagerandi nýføroyska esperanto. Føroyskt mál ella móðurmálið er tað málið vit tosa í Føroyum [...] frustratión og ómegn. Tað er ein sannroynd, at bæði til koyrikort og aðrar próvtøkur er nýføroyska málið ofta størri trupulleiki í sjálvum sær enn sjálvt innihaldið. Móðurmálsligur samleiki og inerti Hvør [...] øldir mýkt og tillagað hvørt annað. Tí falla tey lætt, hava sína egnu rytmu og merking við einum íbygdum spontaniteti, sum bert móðurmálið megnar. Lingvistisk vita vit at málið broytir seg, og at tað skal
Scalloway. Vit merktu beinanvegin blíðskapin, tá bátur kom um borð og bjóðaðu teir bæði whisky og øl, og bjóðaðu sær at ferga okkum í land og umborð, tí tað komu at ganga átta tímar, áðrenn vit sluppu inn [...] telt upp til dans og til mat og til skonkistøð. Har kom nógv fólk aðrastaðni frá, bæði við bilum og bátum, so har bleiv stuttleikað sær óført. Tey førdu fram ymiskar fólkadansir, og sjálvandi blivu vit [...] millum 9 og 10 míl. Seglføringin var klyvari, fokka og messanur. Greiðurnar til stórseglið áttu at verið minkaðar og soleiðis verið lættari at fingist við. Vit komu á Vág í øllum góðum og norður við
skipað so fyri, at eg og maðurin eru sloppin at ganga til samtalur, og tað eiga tey tøkk fyri. Tey fóru beinanvegin suður, tá ið mamma og barn vóru funnin, og dóttirin hevði ringt. Prestur sat hjá mammuni, [...] gamalt og síðan pápin. Sigrun Rasmussen er rólig, tá ið hon greiðir frá, og hon vil sleppa at siga søguna, tí neyvan er alt sagt í hesum málinum. 20. desember vóru dóttirin, maðurin og barn teirra og vitjaðu [...] eftir sjúkrabili, tí drongurin græt so illa og var trongur, men áðrenn sjúkrabilurin kom fram, avlýsti hann hjálpina og segði, at drongurin bara var svangur og vantaði svøvn. - Hetta segði hann eisini við
um bak og sær alt tað góða, tú hevur framt og lagt úr hondum hesi 90 ár, tú hevur livað, so kanst tú bara vera sera væl nøgdur og takka Gudi fyri alt og ikki minst fyri eina góða heilsu. Marna og eg fara [...] takka Brynhild og tær fyri vinalag, trúfesti og eisini fyri jólakortini á hvørjum ári øll hesi mongu ár, og vit fara hervið at biðja Harran signa og verða við tykkum í komandi tíðum. Marna og eg fara at ynskja [...] Tóru av Akuroyri, og tey búgva í Havn. Martin kom at ganga í faðirsins fótasporum og er nú deildarleiðari í mentamálaráðnum, tey eiga m.o. landsliðsleikaran Jónas Tór Næs. Uni er prestur og giftur við Emly
lærara í Danmark, og í 1966 komu hann og konan, Ulla, heim eitt ár, og vóru lærarar í Kommunuskúlanum. Annars hevur tað verið Danmark, og ferðir út í heim í sambandi við ráðgeving og verkætlanararbeiði [...] á tí stóra spæliplássinum framvið og á sjónum á Stongunum og Kósini. Børnini livdu í bátum, og onkuntíð endaði onkur á sjónum, men har var altíð fólk sum fylgdu við, og fekk tey upp aftur. Klaksvíkin var [...] útvegaðu tilfar og arbeiðsmegi, og hvør bygd hevði ábyrgd av sínum parti. Hetta merkti, at Egil ferðaðist runt regluliga, og tosaði við umboðini fyri allar bygdirnar saman við vinmanninum og fremsta sams
við. Og hann hevur rætt. Siti eina løtu og eti av hesum breyðinum, meðan eg eygleiði fólk, sum koma og fara. Ein yngri maður stendur við eina »mobila« kiosk og selur ymiskar minnislutir. Húgvur og plattar [...] heldur leiðina niðan móti Jerusalem, og vit missa hann úr eygsjón, hóast vit fara sama veg niðan móti býarmúrinum. Kedrondalurin Við steðga á og standa og hyggja oman og niðan Kedrondalin. Her, sum løkurin [...] vaksa bæði oman og niðan dalin. Annars er í meira lagi av óruddi at síggja. Onkur rustað olju-tunna. Onkur Coca Cola dunkur og so eitt sindur av plastikki her og har. Her hevur fólk búleikast og ikki tikið
vóru í sjálvari kirjuni og innar í kóri, og ikki minni, um, hvat ið tú á sinni fann í kirkjuni inni. Men vit vita í hvussu so er tað, at kirkjurnar vóru gjørdar av grót og flag, og at tekjurnar tá vóru av [...] vindur og veður, ávirkan hevur og sítt krevur. Í 1899 teir nýggja kirkju byggja fyri kirkjunnar framtíð at tryggja, slíkt kann ei á láni liggja. Og nú gott hundrað ár á rað hevur hon verið og er framvegis [...] land, varð á bláman tveitt alt fyri eitt. Soleiðis rak oyggin til og frá eins og friðleyst oyggjastrok má, inntil prestarnir boðsendir vóru og til arbeiðis fóru. Ein dagin oyggin kom uttan av havi, teir hálshvítu
r, og eitt ov tætt samband við ein móðurfigur. Pápin kann tykjast harðligur, niðurgerandi ella vrakandi móti teimum. Fleiri av hesum monnunum eru sera kreativir, artistiskir og sartir. Vrakanin og harðskapurin [...] hjúnaband millum mann og kvinnu. Homosexuel eiga ikki at vera sædd annaleiðis enn tey, sum sova saman áðrenn hjúanband. Jesus elskar øll, og sama eiga vit at gera. Eg vildi ynskt, at samkomur og kirkjur gjørdu [...] tosa alment um reinleika viðvíkjandi sex, og um at koma aftur og gerast reinur av nýggjum. Eg vildi ynskt, at vit løgdu meira dent á at læra gentur at vera kvinnur og at læra dreingir at vera menn. Her meini
hann var góður við okkum, og vit við hann. Hann andaðist fyrst í áttati árunum, og vóru Niels og eg úti í Nólsoy til jarðarferðina. Vit sparkaðu eisini ofta í Vágsbotni, og tá kom fyri, at bólturin fór [...] Gerrard og Ronny. Góði Niels hvíl í friði. Til Eyrith og børnini og abbabørnini, beiggjarnar við familju: Orð eru fátøk, men Jesus pápi verður hjá tykkum, tit hava mist ein góðan mann, pápa, abba og bróðir [...] arbeiða aftur. Tá vóru ongar fartelefonir, og tískil komu vit sum oftast oman í Vágsbotn aftur, har 14. September helt til, og arbeiði var ikki klárt, og so aftur at bíða. Men so viðhvørt vóru vit ov
fram. Gudurin stendur fyri regni og trivnaði. Tað fasta templið, har hann heldur til, liggur í tí elsta býarpartinum í Kathmandu, og templið er frá 1673. Dagarnir gingu, og fólk arbeidu dúgliga uppá at klæða [...] Uppi í holuni sótu prestarnir og fleiri hjálparfólk sóust uppi í torninum. So fóru teir at draga. Mannamúgvan legði taktina, og gangurin var óførur. Eini 30?40 mans drógu, og hópin av hjálparfólki skumpaði [...] hevði verið skóti í Danmark og í Føroyum, bleiv eg, aftan á at nakrar myndir vóru tiknar av Nepalesiskum skótaleiðarum og mær, førdur yvir til skótaovastan. Hann var blíður og dugdi væl at greiða frá. Tað