Hósdagin 14. juni fóru vit 12 mans av Sandi og ein úr Skúvoy á ferð til Shetlandsoyggjarnar. Fyri at koma til Jóhannu, ið vit skuldu niður við, máttu vit um Havnina og suður við Smyrli. Hetta er leiðin, sum ætlað hevur verið at bøtt um, soleiðis at Sandoyggin og Suðuroyggin kunnu koma í betraktning saman við miðstaðarøkinum. Nú kemur knappliga ein nýggjur fíggjarmálaráðharri sum ketta upp úr høvdatrog og skal niðurbróta hesa ætlan, og vil hava Sandoynna og Suðuroynna á útoyggjastøði. Nei, tingmenn, standi nú saman um tað, tit hava arbeitt fyri.
Nei, tað, sum eg skuldi skriva um, var túrurin við Jóhannu.
Komnir um borð á Smyril, møttu vit trimum norðingum, sum eisini skuldu í Shetlandsoyggjarnar við Jóhannu. Vit høvdu fingið at vita, at vit sleppa ikki inn í Skeld, sum plássið at, uttan á flóð, so meðan vit stóðu í døgurðakøini, tosaðu vit um, hvussu djúpt Jóhanna mundi stinga. Hvalbiarprestur, sum eisini stóð í kø eftir døgurða, svaraði beinanvegin, at hon stakk 3 m og 40 cm. Eg kundi ikki lata vera við at svara honum: tað forstandi eg, at tú hevur gott samband bæði upp og niðureftir.
Komnir til Vágs blivu vit móttiknir av blíðum útgerðarmonnum og smílandi skipara og bestamanni, sum bóðu okkum geva okkum tíð at leggja í koyggjurnar, og síðan bleiv siglt, tá ið alt var komið upp á pláss.
Reisan niður gekk sera væl, eitt lítið samdøgur, so vóru vit inni á víkini, har Skeld lá, einar fimtan fjórðingar norðan fyri Scalloway.
Vit merktu beinanvegin blíðskapin, tá bátur kom um borð og bjóðaðu teir bæði whisky og øl, og bjóðaðu sær at ferga okkum í land og umborð, tí tað komu at ganga átta tímar, áðrenn vit sluppu inn. Tá fyrstani var háflóð. Tá legði Leivur, 70 ára gamli kokkurin, í at baka pannukøkur, og bakaði hann til allar átjan menninar.
Stevnan, ið vit vóru boðin til við okkara gomlu slupp, var væl fyrireikað. Teir bóðu um ein mann frá okkum at halda røðu og har vóru vit so hepnir, at Páll á Reynatúgvu var við, so hann helt røðu á enskum og tað bleiv klappað óført fyri fyri honum.
Hendan stevnan varð hildin til minnis um ta gomlu slupptíðina í Shetlandsoyggjunum, og tosaðu teir nógv um sluppirnar, sum føroyingar keyptu, og har bleiv Villiam Martin nevnd. Páll tosaði eisini um samarbeiðið, sum kundi verið ímillum grannaoyggjarnar. Tá klappaðu shetlendingar, meðan hann talaði.
Í Skeld búðu bert 70 fólk. Teir høvdu sett stór telt upp til dans og til mat og til skonkistøð. Har kom nógv fólk aðrastaðni frá, bæði við bilum og bátum, so har bleiv stuttleikað sær óført. Tey førdu fram ymiskar fólkadansir, og sjálvandi blivu vit biðin um at dansa føroyskan dans. Tað gekk sjálvandi væl, hóast tað bleiv dansað í leysum steinum. Hetta var heilt smátt, reytt grót, so tá ið eg skuldi í skógvarnar dagin eftir, vóru teir reyðir á liti. Elinborg hevði koyrt mær pussigreiðir til skógvarnar í viðførið. Eg hevði ikki serliga gott handalag, so skiparin tók skógvarnar og pussaði av einslistum, og Sólvit fínur maður.
Leygardagin bleiv farið busstúr til Scrabster. Har royndu vit at finna okkurt smáting at hava heim við okkum. Á veg heim aftur til Skeld sungu vit í bussinum. Hetta hevur nokk dámt bussføraranum væl, tí um kvøldið, tá ið vit komu land blivu vit bidnir um at syngja, og tað gjørdu vit eisini. Hetta var í einum barnagarði. Har var ordiliga riggað til. Har fekst tú bæði mat og drekka. Har riggaði eisini væl við dansinum, tí har var ordiligt gólv. Tað var virkuliga flott at síggja fólkadansin. Onkur valsur var inn í millum. Og har var tað elsti maðurin á sluppini, skjótt 75 ára gamli Herman, sum svingaði.
Sunnudagin var boðið til kirkjugongd. Har var kirkja, men hon var so lítil, at kirkjugongdin bleiv hildin í einum av teimum stóru teltunum. Men har bleiv eisini ov lítið pláss, so tey hildu at líka nógv fólk sat uttanfyri. Presturin tók okkum føroyingar nógv fram og tosaði um sluppina. So bað hann føroyingarnar rætta hondina upp, so vit kundu síggjast. Tá klappaðu tey óført fyri okkum í kirkjuni.
Tá ið kirkjugongdin var liðug, blivu vit bodnir at koma busstúr. Vit koyrdu ymsa staðni og sóu okkum um. Tá ið vit komu aftur, blivu vit bodnir inn aftur í barnagarðin. Tá ornaði bussførarin, at vit skuldu koma syngjandi. Og vit sungu so Blómuna inn eftir gólvinum. Síðan sungu vit tjóðsangin. Vit varnaðust, at onkur av teimum eldru hevði vát eygu, meðan vit sungu. Men tað ljóðaði væl, vit vóru 18 mans.
Men vit sluppu heldur ikki frá at fara upp á gólv. Meinar í Skúgvi legði Hr. Sinklair upp afturá, har gekk ógvuliga væl, og tey dansaðu við. Tey komu skjótt eftir stevinum, hóast tey skrittaðu dekan ov langt.
Dagin eftir á middegi sigldu vit, og bygdarfólkið var á keiuni og veittraði farvæl. Ja, tað mundi eg gloymt, at Páll á Reynatúgvu helt røðu í barnagarðinum og takkaði fyri okkum.
Ein bátur fylgdi okkum út eftir. Hann hevði enda á okkum. Tað var gott, tí hann tók fleiri ferðir botn. Men tað bilaði ikki, tí tað var bleytur sandur. Ferðin heim gekk væl. Vit høvdu frískan vind á síðuna, sum gekk aftan tvørs, so Jóhanna gekk millum 9 og 10 míl. Seglføringin var klyvari, fokka og messanur. Greiðurnar til stórseglið áttu at verið minkaðar og soleiðis verið lættari at fingist við.
Vit komu á Vág í øllum góðum og norður við Smyrli, men aftur um Havnina. Eg fiskaði í Suðuroynni í 1950 og úteftir. Tá var regluligur fartur millum Sandoynna og Suðuroynna.
Tað er eyðsýnt, at tað er tungt hjá vágbingum at halda Jóhonnu við líka sjálvir. Teir hava jú allar teir gomlu bátarnar eisini. Tí meini eg, at øll Suðuroyggin og Sandoyggin við Dímun og Skúgvi áttu at verið við til at stuðla Jóhonnu so nógv sum hon er avhildin av okkara grannatjóðum. Men hon eigur at koyra heima í Vági og merkt
T.G. 326.
Annars vil eg nýta høvið at takka øllum, sum vóru við fyri ein ógloymandi túr. Slíkt er vert at royna.