Síðan eg gjørdist sjúkur og bundin at heilivági, havi eg ikki verið arbeiðsførur til vanligt arbeiði. Fyrstu tíðina eftir sjúkraleguna, kom ikki nógv burtur úr, men so við og við mentist eg aftur, og síðan [...] sum eru undir løriftinum og ytru rammurnar. Tilfarið geri eg klárt við maskinum, sum eg havi. Veit ikki rættiliga, hvussu nógvir málningar verða á listaframsýningini. Helst verða teir einir 25 í tali. Onkur [...] tá vóru málningarnir ljósari enn í dag, og hann málaði bygdaløg. Tað ger hann enn, men litirnir eru ikki teir somu. Nú eru fólk ? kroppar og andlit ? á fleiri málningum, og litirnir í "botninum" eru myrkari
hava drigið um, eru endaðar í Íslandi og Noreg, sigur Elis. Hittast í Føroyum Í fjør vóru Elis og konan á einum festivali í Noreg, har tey hittu útvarpsvertir og dansibólkar, umframt fjepparar. Hetta var [...] starvsøki, dansitónleikin. Eftir ætlan skal hetta fyrsta slíka "treff" verða í Føroyum, sigur Elis, ið als ikki skúgvar til viks hugsanina um, at listin gerst sjálvstøðug sending, so góð sum undirtøkan longu nú [...] eru tey áhugað at fáa føroyskan tónleik sendandi, sigur Elis, sum tó harmast um, at vit í Føroyum ikki eiga so nógvar bólkar, ið beinleiðis hava lagt seg eftir hesum tónleikaslag. Vestmenn eru nú við á
góða, ein myndugleiki var yvir tær. Tú kundi ikki sum fyrr klæða teg og bera teg fram. Men í stólinum, har tú sat, var einki farið av tær. Sjúkan hevði ikki fingið bilbugt við títt kvinnuliga yvirbrá og [...] lívið tað skap, ið kom at mynda lívsleiðina. Mannin, hon giftist við, fann hon innan karmarnar har, og ikki er tað av leið, tá eg meini, at tveir av synunum eisini eru farnir bankavegin. Óluva og maðurin Karl [...] ongum gjørdist hon illa sjúk og fullkomiliga óhjálpin. Henda vakra, lívsglaða og virkna mamman og konan fekk lívstráðin totalt endavendan. Har var eingin bøn. So líðandi fjaraði burtur vónirnar um, at Óluva
Føroya rættur dømdi í dag ein mann til 50 dagar í fongsul, eftir at hann var funnin sekur í at hava framt grovan og vitleysan harðskap móti tveimum tilvildarligum persónum í náttarlívinum, ið endaði við [...] niður á vegin, har tann ákærdi síðani byrjaði at sparka hann fimm til seks ferðir í høvdið. Heldur ikki hann varnaðist, at unga gentan, ið hann fylgdist við, fekk skaða í álopinum. Tað var fyrst dagin eftir [...] hann hevði lopið á hann, men noktaði fyri at hava sligið við knýttum neva. Verjin metti tó, at málið ikki var so tungt, at tað var neyðugt at oyðileggja lívið hjá ákærda við harðari revsing og einum stórum
teirra vóru stak góðir svimjarar. Heldur ikki sást nakar farvegur eftir hinari helvtini av bátinum, hóast talan var um træbát. Fimm av teimum sjey líkunum vórðu funnin, meðan tveir ongantíð komu afturí aftur [...] reisti eitt óløgi seg og hálvdi bátin. Ein maður slapp inn undir bátin og fekk um bekkin. Hann dugdi ikki at svimja, og tí var einasti møguleiki fyri bjarging at tvíhalda um bekkin og so vóna tað besta. Fimm
hálvleikinum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá tað gjørdist greitt, at StÍF ikki megnaði at minka um munin, var vinnarin funnin. StÍF hevur bert fingið tvey stig burtur úr sínum fyrstu fýra dystum. Einasti [...] at spæla aftur, og leygardagin var John Petersen so eisini við fyri fyrstu ferð í ár. Men tað var ikki nóg mikið móti einum væl upplagdum H71-liði, har venjarin Hans Guðmundsson enn einaferð gekk undan
dystinum móti Neistanum í høllini á Skála mikukvøldið. Men tað vóru Neistamenn, sum fóru við øllum, ikki minst takkað verið málmansspæli í serklassa frá Boga Henriksen, sum spældi ein av sínum heilt góðu [...] men tað var bert ein spurningur um, hvat endaliga úrslitið fór at verða. Vinnarin var langt síðani funnin, og tað var betra liðið, sum vann. StÍF misti meir enn Neistin vann Fyri StÍF merkti tað helst, at [...] eisini mist sín FM-møguleika, men venjarin Andreas F. Hansen, sum var burturstaddur mikudagin og tí ikki var við, kann kortini fegnast um, at liðið kann spæla væl, hóast tað higartil bert er rokkið til eitt
KAPPRÓÐUR Tað hevur ikki verið lætt at roknað út undan einum róðri hjá 5-mannaførum við kvinnum, hvør fór at vinna hann, tí kappingin hevur verið sera hørð í ár, og fleiri manningar hava verið um boðið [...] róðrarnar, at kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum fór at gerast tann mest spennandi í ár. Sjálvt um tað ikki gekk so væl hjá Sílinum á Sundalagsstevnu og á Jóansøku, so vóru tað tó tær, sum førdu í samlaðu [...] kundi alt henda á teimum báðum síðstu stevnunum. Og á vestanstevnu var so aftur ein nýggjur vinnari funnin. Hesa ferð endaði Ørnin aftur ovast, og so vóru nógv sum fóru at tosa um eina harða kapping millum
ST, at onkur partur av hesum øki er ikki landgrunnur, má viðkomandi land sleppa hesum øki, sigur Løgmaður. Hann sigur, at heldur nevndin, at eitt av londunum hevur ikki rætt til omanfyri nevndu víddir, verður [...] av Norðsjónum, sum teir góðvilliga góvu frá sær til norðmenn, eru stórar nøgdir av olju og gassi funnin síðani. Ein avgreiðsluspurningur Eftir havrættarsáttmálanum hjá ST eiga øll strandarríki rætt til
Sviar vilja ikki hava evruna Um tríggjar mánaðir skulu sviar á fólkaatkvøðu um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna, men meiningakanningar vísa, at tað kann gerast trupult hjá stjórnini at fáa meiriluta [...] Kongressini heldur lítið um arbeiðið hjá Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF. Grunnurin er heilt einfalt ikki til at líta á, er niðurstøðan. Í einari frágreiðing skrivar deildin, at IMF bar seg sera klossut at [...] vatni í Dalarna. Skammbyrsan varð nýtt undir einum ráni í 1984, og kanningar av einari kúlu, sum varð funnin aftan á ránið, vísa, at kúlan líkist sera nógv kúlunum, sum vórðu funnar á Sveavegnum í Stockholm